Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Nr. 13 - 18. januar 2008 Høgni Hoydal, for­ maður í Tjóðveldi Hvat er tað besta við, at tað er val? - Møguleikin, at vit fáa eitt álvarsligt skifti í føroyskan politikk, og at vit fáa fólkaræði og frælsi aftur á dagsskrá eftir fýra ár í eini politiskari rundkoyring. Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa? - Eg eri dapurskygdur upp undir eitt val, og fólk finnast at mær fyri tað. Men eg rokni við, at atkvøðutalið hjá mær verður eitt sindur øðrvísi, nú Føroyar eru blivnar eitt valdømi. Tað kann fara upp ella niður. Hvussu nógvar tinglimir fær flokkurin? - Eg vóni og rokni við, at vit fáa framgongd. Hvat etur tú valkvøldið? - Tað verður neyvan stundir til at eta nakað serligt valkvøldið – ikki fyrr enn alt er liðugt. Hvat bjóðar tú, um tú verður afturvaldur? - Vanliga er opið hús heima, og eg bjóði breyð við føroyskum viðskera, turra grind og okkurt at drekka. Hevur tú keypt tær klæði til valstríðið? - Eg havi keypt mær eina skjúrtu og eitt slips. Hevur tú verið hjá frisør? - Nei, men Hildur konan hevur klipt mær. Hvør er tað stuttligasta valevnið? - Arni Nielsen í Fámjin er heilt stuttligur – tað hava vit upplivað á hólmgongufundi millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi í Suðuroy. Hann var sera hittinorðaður upp á tann góða suðuroyarmátan. Hvussu nógvar pengar brúkar tú upp á valstríðið? - Eg brúki helst millum 20 og 25.000 krónur. Hvør verður løgmaður eftir valið? - Hóast tað er órealistiskt, so vóni eg at tað verður Høgni Hoydal ella eitt annað tjóðveldisumboð. Kanska ein kvinna. Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum Hvat er tað besta við, at tað er val? - Tað er, at umboð fyri teir politisku flokkarnar skulu upp á vágskálina til veljarans dóm. Fólkið sleppur at tala. Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa? - Eg rokni við at fáa einar 400 atkvøður. Hvussu nógvar tinglimir fær flokkurin? - Tríggjar. Hvat etur tú valkvøldið? - Ræst kjøt og súpan, um eg komi inn. Hvat bjóðar tú, um tú verður afturvaldur? - Tað sama. Hevur tú keypt tær klæði til valstríðið? - Nei. Hevur tú verið hjá frisør? - Nei. Hvør er tað stuttligasta valevnið? - Tað er Heini O Heinesen. Hvussu nógvar pengar brúkar tú upp á valstríðið? - Eg brúki umleið 4.000 krónur. Hvør verður løgmaður eftir valið? - Ógjørligt at svara, veit ikki hvør verður valdur, ella hvussu undirtøkan hjá flokkunum verður. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum Hvat er tað besta við, at tað er val? - At høvi verður hjá borgarunum at rætta samfelagsligu kósina. Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa? - Ógjørligt at siga, men vóni væl fleiri enn við seinasta val. Hvussu nógvar tinglimir fær flokkurin? - Vónandi 3 ella 4. Hvat etur tú valkvøldið og hvat bjóðar tú, um tú verður afturvaldur? - Tá alt er liðugt út móti midnátt góðan drýl við rullupylsu og turrum kjøti. Hevur tú keypt tær klæði til valstríðið? - Ja, nýggjan klædning, skjúrtur og slips. Hevur tú verið hjá frisør? - Dagin eftir valið varð útskrivað. Hvør er tað stuttligasta valevnið? - Tað eru javnaðarvalevnini, tá tey boða frá, hvussu ófør tey eru, og øllum tey ætla at gera, eftir lítið og einki at hava gjørt í 4 ár. Hvussu nógvar pengar brúkar tú upp á valstríðið? - Flokkurin fíggjar valstríð okkara, sum man liggja á umleið kr. 3-400.000 fyri øll. Harumframt fáar túsund krónur persónliga. Hvør verður løgmaður eftir valið? - Eitt djúpt loyndarmál, sum je ikki farið at siga tær nú, men kanska í morgin. Nei tvætl, ongan varhuga. Fólkið kann rætta kósina Væntar sær 400 atkvøður Fólkaræði og frælsi aftur á dagsskrá