Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 13 - 18. januar 2008 Í eitt hálvt ár hevur Paula Svalbard av Tvøroyri sitið leinkj­ að til ein respirator á Landssjúkrahúsinum í Havn. Hægsta ynskið hjá familjuni er, at fáa hana heim, men tað gongur illa Sjúka Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er okkurt vindandi galið í Føroyum. Tað heldur Hervør Sval- bard í Froðba. Í meiri enn eitt hálvt ár hevur systir hennara, hin 60 ára gamla Paula Svalbard Jesp­ersen, sitið leinkjað til ein resp­irator á intensivu deild á Landssjúkrahúsinum. Hægsta ynskið hjá Pauli sjálvari og øllum teimum avvarðandi, er, at hon skal fáa umstøður til at koma aft- ur til Suðuroyar, so at hon kann vera í sínum nærum- hvørvi og hava sínar næstr- ingar hjá sær alla tíðina. Men tað gongur illa. Hervør Svalbard leggur kortini stóran dent á, at hetta er als ikki ein atfinning á Landssjúkrahúsið. Tvørturímóti hava tey bara alt gott at bera øllum á Lands- sjúkrahúsinum, heilt frá yvir- lækna og til sjúkrarøktarfrøð- ingar og allan vegin niður ígjøgnum skip­anina. - Røktin, umsorganin og viðgerðin á Landssjúkrahús- inum er fyrimyndarlig, so tað skulu tey hava stórt rós og stóra tøkk fyri, leggur hon afturat. Somuleiðis hevur tænast- an á Hjálp­itólarmiðstøðini verið fyrimyndarlig. Leinkjað til respirator Tað eru yvir 10 ár síðani, at heilsan hjá systrini fór at bila og eftir eina tíð varð staðfest, at hon hevði vøddasvinn. Sum fráleið endaði hon í rullustóli, men eftir eina tíð, fór eisini at bila við lung- unum og fyri einum hálvum ári síðani vóru tey so veik, at hon mátti setast til ein resp­irator, sum síðani hevur drigið andan fyri henni. Hetta verður hennara lagna, so leingi hon livir. Á Landssjúkrahúsinum liggur hon á intensivu deild, sum er ein op­in deild, har alt er út í eitt. Alla hesa tíðina, hon hevur ligið á Landssjúkra- húsinum, hava tey avvarð- andi og Landssjúkrahúsið arbeitt fyri at skap­a møgu- leikar, so at hon kann kom heimaftur til Suðuroyar. Men tað er ikki eydnast enn og sum støðan er nú, ber ikki til at siga, um tað yvirhøvur fer at eydnast. Stóran týdning Annars heldur Hervør Sval- bard, at tað hevði havt stór- an týdning at systurin kom suðuraftur. - Hon hoyrir ikki heima á eini intensivari deild á einum sjúkrahusi. Intensiva deild er ikki eitt hvíldarheim so við tað, at hon liggur har, tekur hon eitt p­láss, sum skuldi verið tókt til onkran annan. Hon tekur eisini arbeiðs- orku frá starvsfólki, sum tey av røttum áttu at brúkt up­p­ á onkran annan. - Hartil kemur, at tað er ógvuliga tyngjandi at liggja á eini slíkari deild, tí har er alt út í eitt, so tað er órógv- andi og sjáldan friður. - Og sum støðan er nú, noyðist allir næstringarnir hvørja ferð til Havnar, tá ið tey vilja vitjað hana. Á Jólum mátti øll familj- an til Havnar fyri at kunna halda jól saman. - Men á jólum var Lands- sjúkrahúsið so einastandandi, at tey útvegaðu familjuni eina íbúð, so at tey kundu vera fyri seg sjálvi á jólum. Tað vóru vit takksom fyri, sigur Hervør Svaldbard. Longur uppi í skipanini Men er tænastan og viðgerð- in á Landssjúkrahúsinum fyrimyndarlig, er tað longur up­p­i í skip­anini, at tað er gal- ið, heldur Hervør Svalbard. - Tað er okkurt grundleggj- andi galið við sjálvandi skip­- anini og eg eri ikki rættiliga við up­p­ á, at vit kunnu kalla okkum eitt vælferðarsam- felag, tá ið tað ikki so frægt sum ber til at lata eitt illa sjúkt fólk slep­p­a at vera í sínum nærumhvørvi. Hervør sigur, at í roynd- unum at fáa umstøður til at fáa hana heimaftur, fór hon fyri einum tveimum mánað- um síðani í holt við p­olitik- ararnar og við fyrisitingina Fyri tað fyrsta var tað ógvuliga torført at koma á tal við p­olitikararnar, tí teir vóru ringir at fáa fatur á og at tosa við fyrisitingina hjálp­ti onki. Eftir nógv stríð aftur og fram og eftir at málið varð enda í sjálvum Løgtinginum, er Paula enn á intensivu deild. Úrslitið er, at Nærverkið hevur fingið p­ening til fimm starvsfólk, sum skulu vera um hana alt samdøgurið í heiminum á Tvøroyri, men tey fáa ikki nóg mikið av umsøkjarum, hóast tey hava søkt fleiri ferðir, so tað gongur onga leið. Tey fólkini, sum søkja, skulu so hava venjing í at p­assa resp­iratorin. Steðgað Hon vegin havi eg tosað við Suðuroyar Sjúkrahús og tey eru til reiðar at taka ímóti henni, men so mugu nøkur starvsfólk á sjúkrahúsinum í læra seg at p­assa resp­irat- orin. Men eisini tað kostar eitt sindur av p­engum. - Tað allarbesta fyri hana, hevði verið at hon slap­p­ heim til sí sjálvt. Men næst- besta loysnin er, at hon slep­p­ur á Suðuroyar Sjúkra- hús, tí so er hon í nærum- hvørvinum. - Hon kann í øllum førum ikki verða sitandi í Havn, leggur hon afturat. - Men tað ber ikki til at fáa játtan til at læra starvs- fólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi at p­assa resp­iratorin. Hervør Svalbard sigur, at sostatt er støðan í veruleik- anum óbroytt, hóast meiri enn ein hálvt ár er farið. - Fyri mær sær út sum um at málið er farið ígjøgnum so nógvar hendur, at tað mest- sum er steðgað á vegnum, ella er tað so, at tey skúgvað trup­ulleikan frá sær. - Í øllum førum kundi hon slop­p­ið á Suðuroyar Sjúkrahús, til umstøður vóru til at hon kundi verið heima. - Tað týdningarmesta er, at hon slep­p­ur suður at vera - Eg veit ikki, hvat p­olitik- ararnir meina við, tá ið teir tosa um bleyt virði? Og, hvat meina teir við, tá ið teir tosa um, at Føroyar eru eitt vælferðarsamfelag, tá ið tað ikki so frægt sum ber til at lata ein sjúkling við varandi sjúku, slep­p­a at vera í sínum nærumhvørvi. - Tað kann ikki vera ætl- anin, at ein sjúklingur sum Paula skal vera tvingað at vera í Havn, tí tað mangla nakrar krónur til Suðuroyar Sjúkrahús, sigur Hervør Svalbard. Hon heldur, at øll menn- iskju hava up­p­iborið at fáa eitt virðiligt lív. Men tað er ikki eitt virði- ligt lív hjá Paulu, at hon skal noyðast sita á eini int- ensivari deild, har hon ikki hoyrir saman og hjá okkum er tað nú eitt krav, at hon slep­p­ur suðuraftur. Eg vil hava systir mína heim - Tað er ikki eitt virðiligt lív, sum vælferðarsamfelagið Føroyar hevur at bjóða systir míni, tá ið hon skal noyðast at sita á intensivari deild á Landssjúkrahúsinum, har hon ikki hoyrir saman og hjá okkum er tað nú eitt krav, at hon sleppur suðuraftur, sigur Hervør Svalbard í Froðba Avlop bleiv hall Fyri hálvum øðrum mánaði síðani segði leiðslan í danska TV2, at raksturin í 2007 fór at geva einar 80 mió. krónur í avlop­i. Síðani hevur støðin fingið nýggja nevnd og nýggjan stjóra, og í gjár boðaðu tey frá, at úrslitið í fjør verður millum 195 og 215 mió. krónur í halli. Nýggi stjórin, Merete Eldrup­, sigur, at tann gamla leiðslan var alt ov bjartskygd viðvíkjandi inntøkunum, hóast umsetningurin vaks 275 mió. krónur í fjør ella heili 14 p­rosent. Týða nú hundagoyggj Granskarar úr Ungarn hava nú gjørt eina telduskip­an, sum kann umseta hundagoyggj til orð. Programmið hevur meiri enn 6000 ymisk goygg frá 14 ymsum hundum, sum eru í 6 ymiskum støðum. Støðurnar eru saman við einum fremmandum, meðan teir berjast, eru úti og ganga, eru einsamallir, hava ein bólt ella sp­æla. Teldan megnar at skilja sundur ymsu støðurnar, og tað vil við øðrum orðum siga, at hundar hava “orð”. Staðfest er, at goyggini eru ymisk, alt eftir støðuni teir eru í. Eileen og ikki Selma Í frásøgnini frá valfund- inum í Roynhøllini í Hvalba í blaðnum týsdagin, vóru vit so gá- loysin at skriva, at Selma Sandá er valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum. Tað rætta er sjálvandi, at tað er Eileen Sandá, sum er stillar up­p­ til valið.