leygardagur 2. juni 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 2. juni 2001
27
gult27 cyan27 magenta27 svart27
Pedagogar til
Dagstovnin á Oyri
Søkt verður eftir 2 pedagogum til vøggustovuna.
Eitt starv er 30,møguliga 40,tímar viku,at byrja 6.
august,og eitt starv er 30 tímar viku fyri pedagog
í barnsburðarfarloyvi,at byrja 6.august og fyribils
til 1. mai 2002.
Dagstovnurin er normeraður til 40 børn, sum er
uppdeild í 3 bólkar:
Stórustova
16 børn 4–7 ár
Innistova
10 børn 3–4 ár
Vøggustovan
14 børn 0–3 ár
Vit eru í náttúruvinarligum umhvørvi við haga og
fjøru og leggja stóran dent á at nýta hetta í
gerandisdegnum.
Størvini verða fyribils lønt sambært sáttmála
ímillum Føroya Pedagogfelag og Føroya Lands-
stýri í 11/13 lønarflokki.
Umsóknir við prógvi og møguligum viðmælum
skulu vera stovninum í hendi í seinasta lagi 22.
juni 2001.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leið-
aran Rosu Prestá, ella varaleiðaran Sólrún Dam, á
tlf. 422552.
Dagstovnurin á Oyri
450 Oyri
tlf. 422552 - fax 422632
27
gult26 cyan26 magenta26 svart26
26
Sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2001
C
M
Y
K
26
Seinastu mongu árini er livi-
fóturin hækkaður munandi í
Vesturheiminum. Vit hava tað
betri – vit gera minni hart,
fysiskt arbeið og sáttmála-
bundna arbeiðstíðin gerst
styttri og styttri.
Í manga mátar hevur hetta
verið mett sum stór fram-
gongd. Vit hava meira pening
at keypa fyri, og vit hava
longri frí. Hetta er alt samalt
rættindi, sum fakfeløgini hava
skaffað limum sínum, sum ein
part av teimum størri virðum,
sum eru skapt i samfeløgu-
num.
Leingi hava vit øll fegnast um
hesa gongd, men nú eru tað alt
fleiri sum gera vart við, at alt
ikki er so ljósareytt.
Mest nýttu orðini í nýggja
kjakinum eru útbrunnin
starvsfólk.
Fleiri fakfeløg vísa á, at hjól-
ini nú snurra so skjótt, at fólk
ikki megna at fylgja við.
Krøvini frá arbeiðsplássunum
um effiktivitet, málsetningar
sum skulu uppfyllast og so
framvegis, eru ov krevjandi.
Menniskjan orkar ikki at
fylgja við.
Seinastu søgurnar her í Dan-
mark eru um fólk, sum arbeið
í donsku kommunum. Har eru
krøvini tils tarvsfólkini so
strong, at alt fleiri geva upp
fyri tapt. Tey verða fyrst
sjúkrameldað og síðan siga
tey upp – ella verða uppsøgd.
Sum altíð her í landinum eru
tað mong, sum eru til reiðar at
koma við frágreiðingum um,
hví alt hetta hendir. Flestu
siga, tá ið tað snýr seg um al-
menn starvsfólk, at nýggj krøv
um betri tænastu, málsetning-
ar, tíðarfreistir v. m. eru sett í
verk, uttan at tað almenna
hevur sett fólk og pening av til
at uppfylla hesi krøv.
Fleiri fakfeløg í Danmark:
HK, Forbundet af Offentligt
Ansatte, Teknisk Landsfor-
bund og onnur siga, at ar-
beiðsumhvørvið er vorðið ov
hart. Starvsfólk líða av
strongd, og hevur ein fyrst
fingið hesa sjúku í longri tíð,
so er næsta stig, at tey eru
útbrunnin.
Og eru fólk fyrst komin í hesa
støðu, so tekur tað langa tíð at
koma fyri seg aftur. Ofta
skifta fólk arbeiðspláss fyri at
heilt at byrja av nýggjum.
Orðaskifti um viðurskiftini hjá
almennum starvsfólki er
frammi júst nú, men sama
fyribrigdið hevur rakt privata
arbeiðsmarknaðin fyri tíð síð-
ani. Fyrst og fremt eru tað
fólk, sum hava arbeitt innan
KT-vinnuna hava gramt seg
um at vera útbrunnin. Tað sum
kanska er enn meira óhugna-
ligt er, at í hesi vinnu rakar
fyribrigdið oftast heilt ung
fólk.
Júst nú eru fleiri og fleiri, sum
halda, at vit eiga at hugsa um
at umskipa arbeiðsmarknaðin.,
Tað nyttar ikki bert at renna
skjótari og skjótari, og arbeiða
styttri og styttri. Tað kann væl
vera, at vit duga at vera effek-
tiv, men vit hava eisini tørv á
at steðga á – uttan at vit kort-
ini onki gera.
Við oljuvinnuni í huga, og vit-
andi um, hvussu skjótt hjólini
snurra í Føroyum, fær tað meg
at hugsa um lívið á bygd í
Føroyum. Tað kann gott vera,
at bilarnir ofta eru smærri, og
onkur ikki hevur parabol.
Hinvegin hava tey kanska
lívskvalitet.
Tey eru ikki útbrunnin.
Árni Gregersen
Bornholm
Útbrunnin starvsfólk
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Árni Gregersen, arnigreg@post10.tele.dk
Dagur 31.05.01
Til: eirikur@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Í døgunum 10.-13.
mai var fimta Norður-
atlantiska Kórstevnan
í Danmørk hild-in,
hesaferð í Keypmann-
ahavn – mitt í øllum
Grand Prix-hurlivasa-
num. Sum alt-ern-ativ
til altjóða sangkapp-
ingina stóðu sangar-
arnir úr útnorði av-
gjørt ikki aftanfyri,
hvat viðvíkir sang-
gleðini, ið strálaði um
kapp við vakra vár-
veðrið. Luttakandi
kórini og einstakling-
ar vóru úr Grønlandi,
Íslandi og Føroyum.
Tað eru føroysk kór í
Danmark, ið fyriskipa
hesum stevnunum.
Hesa ferð var tað Hús-
akórið í Keypmannah-
avn, ið var vertur og
fyriskipari av stevnuni
Sjey kór og einstaklingar,
140 sangarar, 2 kórleiðarir
og 4 tónleikarar luttóku á
stevnuni. Norðuratlantiska
Kórstevnan í Danmark er
vorðin eitt afturvendandi
tiltak á hvørjum ári, og í ár
skipaði Húsakórið í Føroy-
ahúsinum í Keypmanna-
havn fyri stevnuni. Kór-
stevnan varð hildin bæði í
DGI-býnum, sum liggur
við høvuðsjarnbreytarstøð-
ina í Keypmannahavn og í
høllini á Frederiksberg
Rådhus. Í DGI-býnum
varð vant, og har búðu
fyrst og fremst langfara-
fólkini.
Fyrstu luttakararnir
komu til Keypmannahavn-
ar hóskvøldið 10. mai.
Kórstevnan byrjaði fríggja-
morgun 11. mai, har lut-
takararnir kundu velja seg
inn á antin ein klassiskan
ella ein rútmiskan sang-
bólk. Føroyski tónasmiður-
in og kórleiðarin, Sunleif
Rasmussen, tók sær av tí
klassiska kórsanginum, og
svenski professarin og kór-
leiðarin, Gunnar Eriksson,
tók sær av tí meira rútm-
iska sanginum, har eisini
improvisatiónin fekk ein
stóran leiklut og ljóðføri
spældu saman við
sanginum.
Eitt nýtt kórverk var bí-
lagt til stevnuna. Tveir
ungir, føroyskir listamenn,
Tróndur Bogason, tóna-
smiður, og yrkjarin, Niels
Uni Dam, gjørdu verkið
ðq. Tróndur Bogason, sum
lesur á Det Kongelige
Danske Musikkonserva-
torium, og Niels Uni Dam,
sum lesur samskifti og
heimspeki á RUC, leitaðu
sær íblástur til verkið í
fólki, mentan og nattúru í
teimum trimum londunum
í útnorði. Talan er um
nýhugsan innan kórsang,
og hetta er eitt sera áhuga-
vert verk, sum á sín ser-
staka hátt knýtir eitt ment-
unarligt band ímillum
londini í útnorði og Dan-
mark.
Føroyahúsið á Vester-
brogade var karmurin um
røkt av luttakarunum, og
har vóru allar máltíðirnar
serveraðar. Tað var ógvu-
liga væl fyriskipað, og
Føroyahúsið eigur stóra
tøkk uppiborna fyri hetta
arbeiðið.
Kaffimunnarnir komu
trillandi úr Føroyahúsinim
oman í DGI-býin, har Ge-
org og Bjarki í strálandi
hýri skonktu uttandura-
kaffi til alt fólkið í støðgu-
num, sum vóru væl-
signaðar sólskinsløtur.
Konsertirnar
Fyrsta konsertin varðhildin
fríggjakvøldið 11. mai í
DGI-býnum, har tey 7 lut-
takandi kórini framførdu
teirra egnu sangir: Grønl-
ændertruppen MIK, Det
islandske Kvindekor i
København og føroysku
kórini Álakórið (Ålborg),
Gentubólkurin DRÓS,
MPIRI og Húsakórið
(Keypmannahavn) og Can-
tabile (Tórshavn). Fleiri
av áhoyrarunum meintu, at
ongantíð áður hevði dygd-
in verið á einum so høgum
støði.
Onnur konsertin varð
hildin leygardagin 12. mai
í Frederiksberg Ráðhúsi.
Her var serliga nógv gjørt
burturúr karminum um
konsertina.
Fyrst kom borgarstjórin í
Frederiksberg Kommunu,
Mads Lebech, mitt undir
venjingini, pyntaður við
borgarstjóraketuni, og
ynskti øllum luttakarunum
at vera hjartaliga vælkom-
in til ráðhúsið. Sum kvittan
fyri røðu hansara sang
Cantabile, sum var á kon-
sertferð júst í hesum døg-
um og luttók á allari stevn-
uni, ógvuliga vakurt sang-
in: Tá ið teir sóu landið
fyri borgarstjóranum.
Konsertin byrjaði við at
sjónleikarin við Det kong-
elige Teater, Annika Jo-
hannessen, ógvuliga vakurt
las upp eina tekst, hug-
kveikt úr verkinum hjá
Trónda Bogasyni og Niels
Una Dam.
Eisini var ein frásøgu-
maður, ið segði áhoyraru-
num frá luttakarunum og
innihaldinum í konsertini.
Tað var Heini Davidsen, ið
hevði hesa uppgávu, sum
hann framdi uppá ein
meistarligan hátt.
Konsertin var í trimum
pørtum. Fyrst sang bólk-
urin hjá Gunnar Eriksson,
har teir 4 tónleikararnir,
Lisbeth Diers, percussion,
Joakim Rolansson, altsax,
Mats Eriksson, guitar og
Thommy Andersson, k-
bas, spældu til sermerktu
improvisatiónirnar hja
Gunnar Eriksson. Síðan
sang bólkurin hjá Sunleif
Rasmussen, og at enda
frumframførdu allir luttak-
ararnir á stevnuni nýggja
verkið ðq, ið var sungið á
føroyskum, íslendskum og
grønlendskum, og harum-
framt við einari solorødd á
donskum, sungið av kór-
leiðaranum fyri Íslendska
Kvinnukórinum, Sigga Ey-
þórsdóttir.
Konsertin var eitt stórt
upplivilsi fyri áhoyrarnar.
Kórstevnan endaði við
einari megnar veitslu, sum
varð hildin í Føroyahúsi-
num. Vit takka øllum lut-
takarunum fyri at vera við
til at skapa eina stórfingna
stevnu!
Nevndin fyri
Húsakórinum
Sólin skein yvir norðuratlantiskar sangrøddir í Keypmannahavn
Gunnar Eriksson venur rútmiskan kórbólk