leygardagur 2. juni 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult25 cyan25 magenta25 svart25
Sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2001
25
25
gult24 cyan24 magenta24 svart24
24
Sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2001
C
M
Y
K
24
fekk sítt fyrsta avlop í 95
uppá eina hálva mill. kr.
Síðani hevur verið avlop á
hvørjum ári og soleiðis
hevur man kunnað bygt
eginpeningin uppaftur, so-
leiðis at hann endaði á 87
mill. kr. í ár ella 12 mill.
kr. omanfyri skrásetta
partapeningin. Tað merkir,
at landið hevur fingið alt
tað aftur, sum tað misti.
– Tað er hetta eg fegnist
um, nú tá eg legði frá
mær: at tað, sum var mist
í krepputíðini, er komið
innaftur. Tað er so eisini
hent nógv hesi 15 árini
Eyðfinn hevur verið við í
arbeiðinum hjá føroyskari
flogvinnu, bæði gott og
minni gott. Fyri Eyðfinn
hevur tað altíð havt stóran
týdning at vera opin.
– Hetta er tjóðarfelag
føroyinga, og tí hava før-
oyingar altíð fylgt væl við.
Tað havi eg altíð verið be-
vístur um, og tí havi eg
eisini altíð roynt at vera
opin yvirfyri almenning-
inum. Vit hava alla tíðina
roynt at kunna almenning-
in og her ikki minst eigar-
an, landsstýrið.
Eyðfinn Jacobsen dylur
ikki fyri, at tað var ein tor-
før uppgáva at fara undir
at byggja upp eitt føroyskt
flogfelag. -Tað var ikki so
lætt at stovna eitt flogfelag
tá, tí vit vóru jú á berum
botni og høvdu ikki før-
leika til nakað sum helst.
Høvdu at kalla ongar flog-
skiparar og mekaniknarar
útbúnar og als ikki fólk á
jørðini, so tað var eitt stórt
tak. Tá høvdu vit og hava
tað enn, ein rættiliga
kapitalsterkan kappingar-
neyta, sum jú gjørdi alt tað
hann kundi fyri at leggja
fót fyri okkum, soleiðis at
vit ikki kundu koma fyri
okkum. Men har hevur
Føroya fólk víst eina
fantastiskan uppbakking, tí
longu eftir eitt ár høvdu vit
helvtina av marknaðinum
millum Føroyar og Dan-
mark.
Kom í tøkum tíma
Hví heldur fyrrverandi
nevndarformaðurin, at tað
gekst so væl í hond - var
tað dugnaskapur ella var
tað bara tjóðskaparkenslan,
sum var orsøkin?
– Tað mundi vera ein
blandingur. Men ikki minst
tað at fólk vórðu ónøgd
við ta tænastu, sum danska
flogfelagið veitti føroying-
um. Tað einasta, sum teir
høvdu í huga var at opti-
mera teirra vakstrarúrslit.
Og tí bjóðaðu teir ikki
fleiri stólar út enn hægst
neyðugt. Støðan tá var, at
tað var heilt trupult at
sleppa avstað, tá man
hevði tørv á tí. Tú kundi
ikki sum í dag taka avgerð
um at fara til Danmarkar í
morgin og rokna við at fáa
pláss. Tá skuldi tú oftani
tryggja tær pláss fleiri vik-
ur frammanundan.
Eyðfinn Jacobsen heldur
tí, at Atlantic Airways
kom í tøkum tíma og
tryggjaði , at ferðafólkið
fekk fleiri tilboð. – Tað er
gott at hava eina kapping,
og tað haldi eg eisini tíðin
hevur prógvað. Fyri tað
fyrsta er fleksibiliteturin
tvs. møguleikin fyri at fara
av landinum og koma
heimaftur munandi nógv
betri enn hann var fyri 13
árum síðani. Og hvat
prísinum viðvíkur, so má
man siga, at tann vøkst-
urin, sum hevði verið
frammanundan, steðgaði
jú á, tá kappingin byrjaði. Í
dag hevur tú nógv fleiri
bílig tilboð enn tá sigur
Eyðfinn Jacobsen og vísir
á, at tað sjálvandi er eitt
úrslit av kappingini.
Umframt at kapping
kom í og eitt nú útboðið av
setrum gjørdist størri, so
heldur fyrrv. nevndarfor-
maðurin eisini, at tað eisini
hevur havt týdning sum
nakað nýtt at roynt varð at
selja eina føroyska loysn
m.a. við føroyskari
manning og føroykum
mati og við einum flogfari,
sum er nógv betri egnað at
flúgva uppá flogvøllin í
Føroyum. Tað var henda
kombinatiónin av størri út-
boði og einum føroyskum
elementi, sum gjørdi, at
undirtøkan fyri føroyska
flogfarinum gjørdist so
stór.
Men eru Føroyar nóg
stórar til at hava sítt egna
flogfelag? Til tað sigur
Eyðfinn Jacobsen, at man
hevur kanska kunnað ivast
í tí frammanundan, men
tíðin Atlantic Airways
hevur verið til hevur so
prógvað, at tað ber til.
Men tað er ikki lætt.
Týdning at vera við
– Er tað skilagott, at
almennu Føroyar hava sítt
egna flogfelag?
– Avgjørt ja. Tað var ein
av høvuðsgrundgevingun-
um, tá landsstýrið vildi
hava broyting í eitt nú við
egnum flogfelag ella at
vera meira við. Tað var tí,
at ferðslan millum Føroyar
og umheimin varð mett
sum eitt vitalt samfelags-
øki. Tað er rættiliga av-
gerandi, at tað føroyska
samfelagið hevur ávirkan á
strukturin, tvs. at tú er við
til at avgera, hvussu man
sleppur til og úr Føroyum,
og tað hevði man ikki
rættiliga ávirkan á, tá
danska flogfelagið var
einsamalt á rutuni. Tað
var tað felagið, sum fleyg,
sum burturav avgjørdi tað.
Og teir gjørdu sjálvandi
tað, sum teir vunnu mest
pengar uppá, og tað var
ikki at bjóða fleiri setur út
enn hægst neyðugt.
– Men hevði tað ikki
verið lættari at latið nøkur
stór útlendsk feløg kappast
heldur og so fingu vit ta
tænastu, sum var ynskilig?
– Um man var vísur í,
at tað vórðu fleiri útlendsk
feløg, sum kappaðust, so
kann man siga, at tað var
næstan líka so gott, at tað
var eitt føroyskt og út-
lendsk feløg sum kappað-
ust, men tú fær væl ongan-
tíð útlendingar at tæna før-
oyskum áhugamálum líka
so væl sum tú fær eitt før-
oyskt felag at gera tað. Og
í og við at tað almenna
Føroyar entá eigur felagið
og altíð kemur at hava eina
ávís a ávirkan á tað eisini
framyvir, so hevur man
harvið tryggjað tí føroyska
samfelagnum ta ávirkan, at
man er við til at tryggja
samferðsluna til og frá
Føroyum sum eitt vitalt
samferðsluøki.
Felagið hevur jú lært av
teimum royndum, sum
man ger. Tað at kappast á
einum altjóða marknaði er
nakað, sum er truplari enn
at liva í eini meira vardari
verð, sum vit formliga
enn gera. Prísstruktururin
millum Føroyar og um-
heimin skal góðkennast av
myndugleikunum fram-
vegis mótvegis USA og
EU, har tað er fullkomiliga
frí prískapping. Hinvegin
hav a vit ikki atgongd til
europeiska marknaðin, tí
vit ikki eru við í EU. Har
hevur so kappingarneytin
fría atgongd til EU sam-
stundis sum hann eisini
hevur føroyska marknaðin.
Eyðfinn Jacobsen sigur,
at tað vit hava víst á er, at
vil man hava fría prískapp-
ing í Føroyum, so má man
geva okkum somu treytir
úti í heimi. Og tað hava vit
ikki í dag.
– Hetta er so eitt polit-
iskt val. Tað kunnu vit ikki
gera nakað við. Vit vilja
bert vísa á, at grundarlag-
ið fyri kappingini má vera
eins, tí annars verður tað
ein ójøvn kapping.
– Fer Atlantsflog niður
við nakkanum, kann
Mærsk so ikki tryggja rut-
una nóg væl?
Niðurstøðan hjá fyrrver-
andi nevndarformanninum
er tí, at var Atlantsflog ikki
komið í verðina, og danska
flogfelagið framhaldandi
einsamalt hevði røkt rut-
una, tá høvdu vit heldur
ikki havt ta tænastu, sum
vit hava í dag, og vit
høvdu havt eina príslegu,
sum var nógv hægri.
Altjóða kapping
– Hvat heldur tú so er
týdningarmest fyri felagið
komandi árini?
– Tað er at brynja seg til
meira altjóða kenda kapp-
ing. Tað er eingin ivi um,
at hóast vit ikki eru í EU
og ikki hava atgongd til
EU marknaðin, so er EU
so stórt, at tað, sum hendir
har, kemur altíð at ávirka
umverðina og harvið eis-
ini føroyska marknaðin.
Og tí er umráðandi at fyri-
reika seg og fylgja væl við
í tí, sum hendir og royna at
standa seg í tí kapping,
sum er á økinum.
– Men er nóg stór fram-
tíð í einum føroyskum
flogfelag, tá man ikki er í
EU og harvið í tí kapping,
sum har er?
– Føroyingar nýtast ikki
at fara við í EU fult og
heilt fyri at vera við á tí
marknaðinum á flog-
ferðsluøkinum. Man kann
gott blíva ein partur bara
av flogferðslumarknað-
inum. Tað eru Ísland og
Noreg, hóast tey ikki eru
limir í EU. Tey eru partur í
frælsu flogvinnuni í EU.
Og tað er so ein møgu-
leiki, sum føroyingar hava,
um tað er eitt ynski frá
politiskari síðu. Men er tað
ynskiligt og verður tað av-
gjørt frá politiskari síðu at
gera tað, so mugu vit eisini
samtíðis síggja í eyguni, at
tað krevst ein tillagingar-
tíð. Tað er ikki nakað, sum
man klárar frá einum degi
til annan.
Oljuvinna
– Hvat heldur tú er mest
umráðandi fyri felagið í
framtíðini?
– Tað er framhaldandi at
veita føroyingum eina
góða tænastu og so bíliga
sum tilber og haraftat at
útbyggja virksemi so við
og við og innsíggja, at vit
eru ein partur av einum
altjóða samfelag og tillaga
virksemið hjá felagnum
hareftir.
Vit hava tikið kapping-
ina upp so hvørt hon er
komin og hava staðið okk-
um higartil. Tað vænti eg
eisini vit megna framyvir.
Ein má royna at finna
nýggjar virkismøguleikar
alla tíðina, og tað er so tað,
sum er hent, sigur Eyðfinn
Jacobsen, sum vísir á, at
sum ein nýggj avbjóðing
er felagið farið virkið upp
í oljuvinnuna at veita tæn-
astur í samstarvi við onnur
feløg. Og tað at samstarva
á altjóða vølli er nakað,
sum man lærir nógv av.
– Hetta hevur verið eitt
sera spennandi arbeiði
men tað hevur eisini verið
strævið. Og øll verða troytt
einaferð. Eg havi havt
ynski um at hildið uppat í
eina tíð og nú gevist eg so.
Eyðfinn Jacobsen vil við
hesum orðum bera alt gott
til nýggju nevndina, leiðsl-
una og øll starvsfólk hjá
felagnum.
Atlantsflog kom í tøkum tíma
Tíðin hevur víst , at tað var rætt og skilagott at seta á stovn føroyska flogfelagið Atlantsflog. Hetta hevur so
avgjørt gagnað bæði føroyingum og Føroyum heldur Eyðfinn Jacobsen, sum herfyri legði frá sær sum
nevndarformaður eftir 16 ára trúgva tænastu í felagnum. Sosialurin hevur tosað við fyrrverandi
nevndarformannin.
Magni Arge, stjóri letur Eyð-
finni Jacobsen fráfarandi
nevndarformanni málning í
gávu sum tøkk fyri trúgva
tænastu.
Mynd Jens K. Vang
FLOGFERÐSLA
Jan Müller
Eyðfinn Jacobsen, sum
herfyri fór frá sum nevnd-
arformaður í Atlantsflog,
hevur verið við í arbeið-
inum hjá føroyska flog-
felagnum frá tí at lands-
stýrið heitti á hann um at
fara undir tær fyrstu fyri-
reikingarnar til Atlantsflog,
fyri góðum 15 árum síð-
ani. Tað var í 1985, at
landsstýrið heitti á Eyðfinn
Jacobsen oo. um at fara
undir fyrireikingar til at
stovna eitt føroyskt flog-
felag. Orsøkin til at heitt
varð á eitt nú Eyðfinn
Jacobsen til at taka sær av
hesi stóru og krevjandi
men eisini spennandi upp-
gávu var helst tann, at
hann hevði eina fortíð í
flogferðsluni. Tá hevði
hann arbeitt innan flog-
trygdartænastuna hjá
Statens Luftfartsvæsen í
Føroyum, Danmark og
Grønlandi í 16 ár.
Tað var seinast í 60-un-
um, at felagið Flogsam-
band varð stovnað við tí
endamáli at kunna standa
fyri føroyskari flogtænastu.
Stovnarar vóru landsstýrið
og privatir. Tað eydnaðist
tó ikki tí felagnum at fáa
gongd á. Tí gjørdi m.a. tá-
verandi landsstýrismaðurin
Lasse Klein av at fáa
gongd á málið. Løgfrøði-
liga grundarlagið hjá ein-
um føroyskum felag at fara
undir flúgving og flúgva
við síðuna av einum
donskum felag var ikki í
lagi fyrr enn í 1986.
Í tíðarskeiðnum frá vári
85 til heystið í 87 var stórt
virksemi. Fundir vórðu við
onnur flogfeløg m.a. tey,
sum flugu uppá Føroyar tá,
Mærsk Air og Danair um-
framt við donsku ferðslu-
myndugleikarnar. Mærsk
Air var ein partur av
Danair, sum var eitt slag av
móðurfelag fyri flúgving-
ini innanríkis í Danmark.
Eisini vóru fundir við onn-
ur útlendsk feløg. Úrslitið
gjørdist eitt samstarv við
Cimber Air. Atlantsflog
ella Atlantic Airways varð
stovnað 10. november
1987.
Eyðfinn Jacobsen var
við sum stovnari av felag-
num saman við landsstýr-
inum og Cimber Air. Hann
var formaður til á vári
1990. Tá var hann í starvi
sum samskiftisstjóri í
Tinganesi, so hann var ikki
nevndarlimur frá 90 til 92.
Tá kom hann innaftur sum
nevndarlimur. Tað var um
tað mundið, at felagið varð
endurstovnað. Partapening-
urin uppá 12 mill. kr. var
mistur, og landsstýrið mátti
skjóta inn 75 mill. kr,
sum longu vórðu latnar
sum veðhald. Henda upp-
hædd var konverterað til
partapening.
Eyðfinn Jacobsen tók
við aftur sum nevndarfor-
maður í 94 og hevur verið
formaður síðani, til hann
fór frá nú á seinasta aðal-
fundinum fyrr í ár.
Nú hann lítur aftur til
byrjanina vísir hann á ta
sannroynd, at tá felagið
varð stovnað seinast í 80-
unum, byrjaði kreppan í
Føroyum. Og tað gekk
sama veg hjá Atlantic sum
hjá øllum øðrum fyritøk-
um. Men í 1994 byrjaði so
at ganga spakuliga hinveg-
in aftur, soleiðis at felagið
Eyðfinn Jacobsen, sum hevur
verið við í arbeiðinum hjá
Atlantsflog øll árini.
Mynd Jens K. Vang