Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juni 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult23 cyan23 magenta23 svart23 Sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2001 23 23 gult22 cyan22 magenta22 svart22 22 Sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2001 C M Y K 22 MENTAN Dagfinn Olsen Í farnu viku varð skráin fyri Listastevnuna løgd fram. Stevnan verður frá 8. til 19. august. Á tíðinda- fundi søgdu fyrireikararnir frá komandi stevnuni. List- astevnan skal so at siga loysa Jazzfestivalin og Summartónar av, men skal umframt vera eitt víðari forum, ein tíðaravmarkað oasa av mentanarligum til- tøkum og upplivingum. Eins og vanligt var á Jazzfestivalinum, so verður ein árlig plakat og eisini er eitt búmerki. Listamaðurin Edward Fuglø hevur staðið fyri hesum í ár. Búmerkið myndar nakrar litríkar gluggar við fingramerki í. Kann t. d. merkja gluggi inn í føroyska mentan og gluggi út í mentanina rundan um okkum. Fingra- merkini kann ein óivað skilja á fleiri hættir, men kanska kann sigast, at á- virkan, merki, skal setast á, og eitt hvørt skal fáast burturúr. Opera Listastevnan byrjar við operu, og opera eisini á skránni, tá stevnan endar. Úr Danmark opera kemur á vitjan, Jesus og Moses, og írar fara at framføra Madam Butterfly. Eisini eitt føroyskt íkast verður í operahøpi, tá Rúni Bratta- berg fer á pall. Eisini føroyskur dansur er partur av skránni á stevnuni og somuleiðis kingosangur. Í samband við stevnuna var stuttsøgukapping skriv- að út, og fekk hon sera góða undirtøku. Tá stevnan verður sett, verður eisini úrslitið av kappingini kunngjørt. Eisini er norð- urlendsk fotokapping á skránni. Ymsar framsýningar eru í samband við stevnuna. Ungir íslendskir listamenn sýna fram, grafikkur og design er á skránni og ein málningaframsýning í samband við framførslu hjá brøðrunum Koppel og móðir teirra. Mótagonga er eisini á skránni og ger Ed- vard N. Debess tónleikin til hesa. Heðin Brú 100 Listastevnan leggur dent á, at tiltøk henda kring land- ið. Talan er um, at umleið Leskiligur vellingur av góðum ráðvørum Í farnu viku løgdu fyrireikararnir fram skránna fyri fyrstu Listastevnuna. Mangt og ymiskt er á skránni. Kend og spennandi nøvn vitja uttan úr heimi og eisini tiltøkini við føroyskum uppruna eru lokkandi. Útboðið er stórt og tykist vera dygdargott, m.a. er ein nýggjur dokumentarfilmur úr Føroyum á skránni Kathy Chiavola vitjar Listastevnuna í summar. Hon er songkvinna, ið millum annað hevur verið ræddarvenjari hjá so kendum nøvnum sum Vince Gill og hon hevur sungið kór og annað hjá Garth Brooks Heiðurslønarvinnari Norðurlandaráðsins, Palle Mikkelborg, vitjar á Listastevnuni helmingurin av tiltøkunum er í Havn og restin hendir kring landið. Eisini fyri at fáa fólk í Havn at fara kring landið at uppliva. 100 ár eru tann 17. au- gust síðani, at skaldið Heð- in Brú var føddur. Ymiskt verður í samband við dag- in, og okkurt av hesum verður í heimbygd hansara Skálavík. Í løtuni ger Jó- hannus á Rógvu Joensen tónleik í samband við hetta. Sangarinna úr Nashville Oddvá Nattestad, samskip- ari, Helga Hjorvar, stjóri og Jórun í Dali og Birgir Kruse, fyrireikarar, hava í skránni lagt nýggjan týdn- ing í, hvat okkara næstu grannar eru. Hugt verður heldur ótraditionelt í kikar- an og hugsað verður eisini um okkara uppruna. Tískil er nakað av tí besta á mentanarøkinum við úr Ís- landi, Grønlandi, Dan- mark, Orknoyggjum, Ír- landi og so eisini USA. Tað er nevniliga so, at úr Nashville kemur forkunn- ug vitjan, nevniliga sangar- innan Kathy Chiavola. Og hóast navnið ikki fær klokkur at ringja í mong- um føroyskum høvdum, so er henda daman ikki ein og hvør. Garth Brooks og Vince Gill Kathy vitjar her saman við eini trio, og spæla tey Blue Gras tónleik, eitt slag av uppruna til nútíðar Coun- try. Sjálvt um Kathy hevur verið klassiska vegin, so er hon kend á Country gøtu- num. Hon hevur samstarvað við navnframar stjørnur, t. d. Garth Brooks og Vince Gill. Hon hevur her verið ræddarvenjari hjá Vince Gill og hevur sungið kór- røddir og annað á upptøk- um hjá Brooks. Hon murr- ar t. d. á kenda lagnum “If tomorow never comes”. Í nýggja mentanarhúsi- num í Fuglafirði fer Kathy Chiavola á pall, og tá fer eisini Ragnar í Vík á pall og samuleiðis Dupult Kvartettin. Annað kent navn, ið vitj- ar, er Palle Mikkelborg, ið herfyri varð heiðraður við tónleikaheiðursløn Norður- landaráðsins. Samríkiskonsert Eran DD úr Danmark kemur til Føroya og honum við lið er føroyski tónleik- arin James Olsen. Saman við teimum fara grøn- lendsku Chilly Friday og føroysku Clickhaze á pall og er tí talan um eina so- nevnda samríkjakonsert í Ítróttarhøllini í Havn 8. au- gust. Konsertin er sam- skipað við Club 20. Onnur nøvn á stevnuni eru Eivør Pálsdóttir og Teitur Lassen. Eisini ís- lendski Bubbi Mortens – ið hevur búð og arbeitt í Føroyum – og Rasmus Lyberth, ið annars hevur sett spæliferðavirksemið nakað niður. Sjónleikir eru á skránni. Eitur nakað land Weekend verður uppafturtikin, eins og Hans Tórgarð fer aftur á pall við einmansleikinum um Van Gogh. Eisini vitja Marita Dalsgarð og henn- ara felagar Listastevnuna. Fólkatónleikur fær eisini innivist. Skotin Duncan McLean vitjar bæði sum rit1høvundur og sangari í frítíðarbólki sínum Chilli Strong Pepper. Áhugaverdar filmsýningar Filmur eigur sín part í skránni. Ein filmur verður hvønn dag. Arbeitt verður við at fáa til vega áhug- averdar filmir, men greitt er, at vinnarin í Cannes í fjør, Dancer in the Dark hjá Lars von Trier, verður vístur. Eisini er ein stak áhuga- verdur dokumentarfilmur á skránni. Teitur Árnason Dahl hevur, saman við ein- um norðmanni og einum svia, sett á stovn Feelgood Films. Teir hava við skand- inaviskari fígging gjørt ein film, har teir lýsa støðuna í Hattarvík, har bert seks fólk búgva um veturin. Teir eru á staðnum og hitta fólkini har – kanska tey seinastu fólkini á staðnum, tí tey eru ójøvn á máli um framtíðarútlitini. Fráflyt- ingin til býirnar er tema í filminum, ið nevnist Fær- øske observationer, ella Observations in Faroese. Kári Sverrisson hevur gjørt tónleikin til filmin. Filmurin, ið enn ikki er heilt liðugur, verður frum- sýndur á Listastevnuni. Nummar Listastevnan fevnir um 60 tiltøk í alt – 40 ymisk til- tøk. Talan er um 30 fram- førslustøð, helvtin í Havn. Roynt hevur verð at fevna um grannalondini við slóð víkinga í huga og er hetta kanska ein nýggj, ella øðr- vísi, hugsan innan grann- skap. Onnur nýggj hugsan er, at nummar verður fyri fyrstu ferð á stólunum í Norðurlandahúsinum. Hetta hevur ikki verið fyrr í húsins søgu, men er gjørt, so til ber at ogna sær góð- an sess í góðari tíð, er okk- urt, ið hevur serstakan á- huga. Óivað ein ábending um, at enn ein broyting skal til í hugaheimi føroyinga, tí ikki nyttar at siga, at tað gongur nokk, um grannin hevur verið dagin fyri og bílagt alla fremstu røð til tiltakið, ið familjan annars tosaði um tey longu, myrku vetrarkvøldini. Í farnu viku løgdu fyrireikararnir fram skránna fyri Listastevnuna. Á ovaru myndini síggjast Birgir Kruse og Jórun í Dali, limir í fyrireikingarnevndini. Á niðaru myndunum síggjast Oddvá Nattestad, samskipari og Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum (Mynd: Jens Kristian Vang)