leygardagur 2. juni 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult21 cyan21 magenta21 svart21
Sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2001
21
21
gult20 cyan20 magenta20 svart20
20
Sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2001
C
M
Y
K
20
Orð/myndir:
Dagfinn Olsen
Framtíð Føroya. Alingin.
Arbeiðspláss.
Stabiliteturin. Sjúka.
Fiskasjúka. Vælferðin.
Farvælferðin. Alt stóð upp
á spæl, nú verkafólkið
legði árarnar inn nakrar
dagar i mai.
Løgreglan fekk boð um
at steðga ólevnaðinum. Ov
nógv stóð upp á spæl.
Hjá hvørjum? Tann
spurningin setti eingin, ið
veruliga hevði hugsað um
hann.
Ikki er langt síðani, at
annað verkfall var í longri
tíðarskeið, men tá gekk alt
sum eftir ánni. Tá stóð
eftir øllum at døma ikki
líka nógv uppá spæl, hóast
sjálvt fíggjarmálaráðharrin
ikki slapp framat tí, ið
hann goymdi á
kistubotninum.
Ella er alt so einfalt?
Uttan mun til metingar,
meiningar, lit ella skó-
nummar, so er veruleikin,
at veruleikan kenna vit í
dag bert frá fjølmiðlunum
og teimum, ið leggja
okkum orð í munnin.
Hvat er veruliga orsøkin
til, at fólk standa í tímavís
á verkfalsvakt í Kollafirði,
á Drelnesi, í Skopun, á
Oyrargjógv, í Leirvík og í
Fuglafirði? Er tað glantarí
ella annað? Er tað stuttligt
í vikuvís? Og hava fólk,
meinigi maðurin, væl at
merkja, ráð at hava slíkan
humor?
Og hví geva arbeiðsgev-
arar ikki bara nøkur oyru
meira til – eftir øllum at
døma, ómissiligu arbeiðs-
orkuna, um so stór virði
standa uppá spæl?
Alt spurningar, ið vit
bert kunnu grunda yvir.
Neyvan koma vit nakrantíð
nærri sannleikanum, tí ov
mong eru, ið túta okkum
ymsar sannleikar í oyruni.
Á síðulinjuni
Samráðingar.
Semingsmenn. Fáum er
unt at síggja leikin, uppliva
hann. Í veruleikanum.
Leikin, ið kann fáa ÚF at
senda hálva nátt. Leikin, ið
øll oyru fylgja við í.
Tíðindamenn kenna leik-
in. Innan í frá, halda teir.
Men í veruleikanum kenna
teir helst bert betri trappur-
Verkfall, sæð av síðulinjuni
Samráðingar, styrkiroynd, glantrileikur, komedia. Fyri afturlatnum hurðum. Einans kent av almenninginum av
frásagnum frá troyttum tíðindamonum, ið fáa endaleysa yvirtíð fyri endaleysa bíðitíð í trappunum á Hotel Hafnia. Men
hvussu er tað í veruleikanum?
nar og gongirnar á Hafnia
betri innan í frá, enn fólk
flest.
Sum liður í tíðindatæn-
astu, untist tað undirritaða
at uppliva, síggja og hoyra
júst aftur um farna
verkfall, samráðingar,
sorgir og gleðir. Innan í
frá.
Hetta setir kanska kíla í
gegnið, men tað er sum so
ikki tað, ið er avgerandi
her. Heldur er tað
upplivingin. Ein uppliving,
ið er unt teimum fáu. Og
enntá færri, bert sum
eygleiðari.
Var knýttur at verkfalli-
num sum tíðindamaður.
Hevði sum so óavmarkaðar
heimildir og atgongd hjá
øðrum partinum.
Hetta gevur ein
møguleika at standa á
síðulinjuni og eygleiða, ið
er teimum fáu untur.
Bardagin. Hin dagligi. Tá
telefonin ringir, uttan í-
hald. Boðini eru stuðul.
Spurningar. Klagur. Alt
slíkt, ið støða skal takast
til, slíkt ið skal loysast. Alt
døgnið.
Døgnini gerast, sum
verkfalsstøðan líður, til eitt
sera langt døgn. Svøvnurin
er bert tveir tímar her og
fýra har. Hart leikar á. Frá
øllum síðum. Mótparturin
førir stríð, ið krevur svar.
Fjølmiðlar fylgja við og
krevja at verða fóðraðir.
Og so ræður um at fóðra
sum best, tí júst sum á
seyðasýning, so er tað
fóðuri sum ger av, hvat
endaliga úrslitið er, tá al-
menningur skal døma.
Dysturin
So áhugaverdur, ið sjálvur
verkfalsdysturin er, so er
tó innanhýsis dysturin á-
hugaverdari, tí hann er
meira gyrdur í mjørkans
tokutalu. Hvat er tað, ið
kann fáa fólk at sita í fleiri
døgn og stríðast, uttan
beinleiðis samband. At
sita, ella liggja og stríðast.
Í tímar, dagar, natur, fleiri
døgn. Við bert fáum løtum,
har eyguni falla saman.
Slík styrkiroynd er unt
teim fáu. Og eftir at hava
roynt partvís kann sigast,
at hetta er einki at ynskja
sær.
Fyrst er tað at troppa
upp. Fáa at vita, at
bólkurin, ið tú er partur av,
fekk tað og tað høli. Als
ikki tað besta ella tað
ynskiliga. Longu ónøgd, til
stóra ræðslu fyri semings-
mannin.
So fara tímarnir spaku-
liga. Minst tvær hæddir
eru millum partarnar og
semingsmenn ímillum.
Tá harðast leikar á,
hittast høvdingarnir. Vitja.
Koma við uppskotum ella
hóttanum. Vil illa til og er
møðin komin á, so ræður
um hjá semingsmonnum
at halda høvdið kalt og
smekka hurðina í, so síðstu
orðini ikki hoyrast frá
veikasta liðinum í sam-
ráðingarbólkinum hjá
mótpartinum, og so annars
bara at fáa vitjandi høvd-
ingarnar aftur á sína rók.
Mangir leikir eru í long-
um talvi. Og mangir leik-
arar. Sakførararnir eru t.d.
týðandi talvfólk.
Nevndirnar hava fleiri
uppgávur. Tann størsta er
at halda samanhaldið
viðlíka og annars at halda
hvønn annan vaknan. Eftir,
at fyrsta døgnið er farið,
verður góðtikið, at onkur
fær ein hálvan tíma uppá
eygað.
Í báðum legunum gerast
posarnir undir eygunum
tyngri og tyngri. Millum
teirra, ið hava lættasta
sinnið ella krevja mest
svøvn, byrjar svøvnrúsurin
at tekna seg. Brátt verður
spælt leik við ymsum
lutum, ið liggja aftan fyri
eitt teppi, ið eingin annars
hevði givið sær far um.
Ein líka látuligur leikur,
sum alt Hafnia tilsamans
hesi døgnini, hugsa tey
dapurskygnastu.
Brátt hómast stóra løtan,
men brádliga ganga upp-
aftur tveir tímar. Onkur
hinumegin góðtekur ikki
hetta ella hatta.
Hóast summarið er kom-
ið, so sæst enn munur á
nátt og degi. Og løturnar
eru ljósar til tíðir, men
myrkna so aftur. Einki er
avgjørt, fyrr enn í síðsta
minutti.
Sum síðuviðmerking
kann hetta lýsast við, at
Útvarpið ikki metti, at
ráðiligt var at senda víðari
eftir klokkan 4 mána-
morgunin, men klokkan
4:30 settu umboð fyri
partarnar nøvn síni á sátt-
málarnar. Verkfallið var av.
Palleba
Eg viðgangi. Eg fall. Tað
er vónleyst at lýsa leikin í
orðum. At seta seg at
skriva eina frágreiðing frá
hesum døgum í mai er
vónleyst.
Ov skjótt er at falla í
orðaskvaldur. Nyttuleysar
lýsingar. Tí einki má jú av-
dúkast. Tað er innanhýsis.
Millum partarnar. Og hóast
partarnir eru tú og eg, so
eru summi meira partur,
enn onnur.
Fall aftur í lummaheims-
spekina. Men hendingaríku
dagarnir í mei góvu í
hvussu er okkum øllum
øðrvísi upplivingar.
Eg meini so við. Nær
hevur tú seinast sæð ella
verið við til at byrgja ein
mótstøðufúsan prest inni í
dekkum. Ella at lata eitt
viðførisrúm upp, har ein
hundur lá inni í. Ella at
munnhøggast við ein sak-
førara, ið pástóð, at viðfør-
isrúmið fleyt við týdning-
armiklum skjølum. Ella
nær hava kjóla- og
hattaklæddar kvinnur síðst
mannað suðuroyartrolarar?
Nei, tak hetta ikki í álv-
ara, men skemtiligt er tað
at síggja, at tað veruliga
hevur týdning, hvørt
Palleba vaknar klokkan 7 á
morgni. Hvørt hann velur
at fara í býin mikukvøld,
ella hann letur seg í
ketilsdraktina hósmorgun.
Tí ger hann ikki tað, men
ístaðin fær tørn, so steðgar
alt upp.
Palleba kann ikki verast
fyri uttan. Tí so verður illa
(les ILA) statt!
Hjá eygleiðaranum á síð-
ulinjuni, við óavmarkaðari
atgongd, gjørdist verkfallið
ein gluggi inn í annan
heim. Sum tey, ið síggja
tað, ið onnur ikki síggja.
Tað er bara tað við slíkum,
at tað er so ómetaliga
trupult at greiða frá tí,
uttan at bróta ógivin lyfti,
ella at fáa onnur at missa
tráðin ella at blíva til
látursgjørdur.
Tí lati eg verkið fella
her. Tí annað hevði í hvørt
fall verið óðamanaverk…