Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 13 - 18. januar 2008 Løgtingsvalið 19. januar 2008 1 Mál, mentan og søga. Fólkaskúlin er tann týdn­ ingarmesti mentunarberi vit eiga í Føroyska sam­ felagnum. Skúlin er karm­ ur um mál, mentan og søgu okkara. Øll eru á ein ella annan hátt knýtt at skúla­ num, og tí hava vit eisini nógvar og ymiska meining­ ar um hann. Men eg trúgvi vit eru samd um at hjarta­ tátturin í Føroyska skúla­ num júst er málið, mentanin og søgan. Tjóðveldi hevur sum mál at styrkja henda partin av fólkaskúlanum, ásannandi at skulu vit hava ein sterk­ an samleika og harvið eina sterka tjóð, er hetta besta íløgan vit kunnu gera í framtíðina. Undirvísingartilfar og fjølbroytt tilboð til næming­ ar við serligum tørvi. Vegurin at ganga framá er við at styrkja munandi um framleiðsluna av skúlabókum. Við áhaldandi at vísa á hetta, hevur tað í undanfarna valskeiðið eydnast at hækka játtanina til Skúlabókagrunnin við einari mió. kr. Men enn er langt eftir á mál. Haldi vit eisini eiga at tora at inn­ draga aðrar bókaútgevarar í arbeiði at framleiða undirvísingartilfar. Ein fyritreyt fyri at øll skulu kunna mennast í Føroyska fólkaskúlanum, er at vit skipa góð og fjølbroytt undirvísingar­ tilboð til næmingar við serligum tørvi. Arbeiði at skipa serstovur kring landið heldur fram og skal útbyggjast. Eisini einstaki skúlin skal hava fleiri tímar til hetta endamálið. Faklig styrki, skapanar­ evni og trivnaður hond í hond í fólkaskúlanum. Vit skulu tora at seta faklig krøv, og at kanna hvussu langt vit eru nádd við okkara málum, eisini í fólkaskúlanum. Men vit skulu ikki gloyma at skapanarevni hjá einstaka barninum, er eins týðandi partur av menniskjanum og fakligi førleikin, og sum eisini allatíðina eigur at styrkjast og mennast. Umframt hesar báðar partar av næminginum skúlin hevur skyldu at menna, áliggur honum eisini at skapa trivna í flokkinum og millum starvsfólkini. Um hesin trivnaður ikki er til staðar, er ongin møguleiki at røkka málunum um høgan fakligan førleika og at styrkja og menna skapanar­ evni hjá næmingunum. Tí hevur Tjóðveldi sum mál at seta floksins tíma aftur á tímatalvuna í fólkaskúlanum. Ein floksins tíma sum hevur greið mál fyri hvat skal gerast og gevur læraranum stundir og møguleika at røkja uppgávuna, at skapa trivna hjá barninum. X við E Heidi P Les meira á www.tjodveldi.fo/heidi Hugsið øðrvísi Velji eina tjóðveldis- kvinnu inn á ting! Nú nærkast tann avgerandi løtan, har tú aftur skalt seta kross við, hvørjar tú ynskir, skulu taka sætið á tingið. Hesaferð er tað týdningar­ mikið at vit fáa javnvág á kynsbýtið, tí einans tá verður ljós varpað á alt samfelagið. Vit kvinnur og menn eru ymisk og tað skulu vit eisini vera, og tí er tað sera umráðandi at vit fáa eitt so javnt kynsbýti á tingið, sum gjørligt. ­Tí skalt tú velja eina kvinnu ­. Og orsøkirnar til at tað júst er meg tú skalt velja, eru, at eg fari at arbeiða fyri: • Sjálvberandi búskapi • Frælsum Føroyum • Flogvøllinum í Vágum • Umhvørvisvernd • Ferðslutrygd • At birta vón hjá teimum í samfelagnum, sum detta burtur ímillum • Rættindi hjá brekaðum, menningartarnaðum og fólki við skerdum førleika annars at liva eitt virðiligt lív • At verja føroyska málið • Fáa javnvág í millum asfalt, betong og sokallaðu bleytu virðini • Og nógv annað Tú ert eisini vælkomin inn á heimasíðu mína www.tjodveldi.fo/solfrid og hevur tú spurningar ert tú vælkomin at senda mær ein teldupost til solfrid@ kallnet.fo Set tín kross við Sólfríð Fjallsbak Lista E Gott val Í Føroyum er stundin kom­ in at hugsa øðrvísi. Vit hava roynt hetta at koyra nógvan pening í skipanir, ið ikki virka. Seinasta samgonga hevur víst á, at teir koyrdu 700 milliónir í okkara almanna­ , heilsu­ og skúlaverk. Men hevur hesin peningur økt um vælferðina, og hvar síggja vit hann aftur? Er støðan í Irak batna, hóast USA hevur brúkt milliardir í einari roynd at bøta um støðuna? At koyra meira pening í skipanir, ið ikki virka, gevur onga meining. Vit skulu endurskoða, menna og broyta lógir og regluverk, sum í dag eru fløkt og ógjøgnumskygd. Allir almennir stovnar skulu hava greið mál at arbeiða fram ímóti, og eftirmetast. Leiðslubygnað­ ir, ið eru forðandi fyri framburði, skulu broytast. Starvsfólkið í almennu umsitingini, miðfyrisiting, almanna­, heilsu­ og skúlaverki skulu hava neyðug amboð at nýta í teirra arbeiði, fakkunn­ leikin styrkjast og arbeiðs­ umstøðurnar bøtast munandi. Hetta fer at bera við sær nøgdar brúkarar. Okkum tørvar broyting­ ar, okkum tørvar øðrvísi politiska hugsan, men mest av øllum tørvar okkum víð­ skygni og dirvi til at seta út í kortið. Tjóðveldi hevur greið boð uppá, hvussu vit menna og skipa hetta samfelag. Hvussu vit fáa ein tryggan og sterkan búskap, og hvussu vit tryggja vælferð fyri øll í landinum. Eg bjóði meg fram at lyfta hesar uppgávur og arbeiða fyri einum einfald­ ari, rættari og lættari sam­ felag, har allar Føroyar hoyrast! Ynskir tú at kenna mína hugsan um onnur mál, ert tú hjartaliga vælkomin at ringja til mín á telefon 757969 ella senda mær ein teldupost á olga@biskopsto.fo Eg havi eisini eina heimasíðu, ið eitur www.biskopsto.fo Álitið um Framtíðar Sjúkra­ húsverk skal fremjast. Tí vil Javnaðarflokkurin seta 23 mió.kr. av til uppraðfest­ ing av fakligum førleika, starvsfólkamenning, og til betri trygd og góðsku í viðgerðini. Hetta snýr seg m.a. um kunningar­ og kontaktpersónsskipan fyri sjúklingarnar, sjúklingavegleiðara og útskrivingarsamrøðu, samskipan við Nærverkið og kommunu­ læknaskipanina, viðgerðtrygd innan 2­6 vikur raðfestingarætlan fyri lækna­ og røktarøkið Heilsuverkið má skipast sum ein eind Tey trý sjúkrahúsini eru ikki nóg væl samskipaði til at virka sum ein eind. Heldur ikki er samstarvið við fyribyrgjandi primera heilsuverkið nóg gott. Hetta er neyðugt, fyri at vit best og mest effektivt kunnu gagnnýta okkara avmarkaðu ressursir. Tí skulu vit skipa eina felags leiðslu bæði fyri sjúkrahúsverkið og kommunulæknaskipanina og barnatænastuna. Hetta er eisini sambært álitinum um Framtíðar sjúkrahús­ verk. Tvørgangandi funktiónir millum sjúkrahúsini Í staðin fyri at spjaða okkara heilsufakligu orku, eiga fleiri uppgávur ella funktiónir at skipast tvørgangandi fyri øll 3 sjúkrahúsini, so vit kunnu uppbyggja og fasthalda ein sterkari felags heilsufakligan førleika – og fáa betri gagnnýtslu av starvsfólkum, hølum, útbúnaði, songjaplássum o. ø. Fastar samstarvsavtalur verða gjørdir um slíkar funktiónir, sum t.d. kirgurgi, narkosu, røntgen, reumatologi, eygna­ og oyrnalæknatænasta. Uppvenjingarmiðstøðir á smærru sjúkrahúsunum Við at skipa partar av virkseminum sum tvørgangandi funktiónir verður grundarlagið undir teim smærru sjúkrahúsunum styrkt. Haraftrat skulu Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús vera venjingarmiðstøðir í eini landsfevnandi endur­ venjingarskipan fyri fólk við førleikatarni eftir sjúkrahúsviðgerð. Íløgur í øll trý sjúkrahúsini Nútíðargerðin av Lands­ sjúkrahúsinum skal halda fram eftir ætlanini, har løgtingið hevur samtykt fyrsta partin av tem 350 mió.kr. sum metingin var í 2005. Har stendur nútíðargerð av psykiatriska deplinum næst á skránni. Men eisini í hinum sjúkrahúsunum skulu gerast íløgur, m.a. fyri at tey kunnu vera miðstøðir fyri uppvenjingini. Her skal nógv størsta íløgan gerast í Klaksvík, helst við nýggjum sjúkrahúsbygn­ ingi umframt nútíðargerð av verandi bygningum. Íløgan í Klaksvík verður neyvan niðan fyri 100 mió. kr. Á Suðuroyar Sjúkra­ húsið leggur Endurvenj­ ingarálitið upp til at umbyggja verandi røktar­ heim til uppvenjingina, og tískil verður neyðugt at byggja nýtt røktarheim í staðin fyri tað gamla. Tjóðveldi Olga BiskOpstø Val Tjóðveldi sólfríð fjallsBak Val FÓLKASKÙLIN, varðin, vegurin og vitin Kvalitetsreformur fyri sjúkrahúsverkið Tjóðveldi Heidi petersen Val landsstýrismaður, Javnaðarflokkurin Hans pauli strøm Val