Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2008 41 lýsingar Sethús í Porkeri til sølu Húsini eru í 2 hæddum við kjallara. Samlaða gólvvíddin er umleið 120 fermetrar, og grund­ økið er 511 fermetrar. Húsini standa á matr. nr. 29 og eru bygd í 1939. Húsini vórðu eina tíð brúkt sum spælistova hjá barnaansingini, men tey 2­3 seinastu árini hava húsini staðið tóm. Áhugað kunnu venda sær til Porkeris Kom­ munu. Porkeris Kommuna Við Á 8 · FO-950 Porkeri Tlf. 37 36 03 · Fax 37 46 03 porkeri@porkeri.fo Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna Pedagogar til Dagstovnin í Løkjatúni Søkt eftir einum trimum pedagogum til Dagstovnin í Løkjatúni. Einum pedagogi til frítíðarskúlan, at arbeiða 25 tímar um vikuna, einum pedagogi til vøggu- stovuna at arbeiða 40 tímar um vikuna og einum pedagogi til barnagarðin at arbeiða 40 tímar um vikuna at byrja 1.mars 2008 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri at arbeiða færri tímar. Søkt verður eisini eftir køkshjálp at arbeiða 20 tímar um vikuna. Øll størvini verða sett frá 1. mars 2008 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Størvini sum pedagogur verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Starvið sum køksfólk verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum í Løkjatúni, Løkjatún 5, 160 Argir, í hendi innan mánadagin 4. februar 2008. Pedagogur til Býlingshúsið inni á Gøtu Søkt verður eftir einum pedagogi, til vøggustovu, at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 15. februar 2008 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Býlingshúsinum inni á Gøtu, Ovaragøta 30 B, 188 Hoyvík í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. januar 2008. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Ejdesgaard, stovnsleiðara telefon 31 77 01. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudrun Winthereig Rasmussen, stovnsleiðara, telefon 30 23 90 ella 21 42 27. Sølu- og avgreiðslufólk Vegna økt virksemi søkja vit starvsfólk til fjøl­ broytt arbeiði, ið umfatar sølu, kundarøkt, av­ greiðslu og uppsetan av innbúgvi. Umsøkjarin má vera fyrikomandi, hava teldu­ kunnleika á brúkarastøði, og somuleiðis verða handaligur. Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 21.01.2008. Starvssetan skjótast til ber, men vit eru sinnað at bíða eftir rætta fólkinum. Eru spurningar ert tú altíð vælkomin at ringja á tel 353800 og tosa við Jørgen Petersen ella Boga Vík. Heygsvegur 33 Postsmoga 1002 110 Tórshavn Tel 35 38 00 Fax 35 38 01 inventar@inventar.fo www.inventar.fo MaskinMann til Faroe seaFood tórshavn Søkt verður eftir einum maskinmanni, at byrja sum skjótast. Arbeiðstíðin er í samband við dagliga framleiðslu. Arbeiði umfatar dagligt viðlíkahald av maskinum. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jens Paula á telefon 594001. Umsókn við møguligum prógvum og starvsroyndum skal innan 25/1 sendast til: P/F Faroe Seafood, Vestara Bryggja Postboks 218 · FO-110 Tórshavn Tlf. 355555 · Telefax 312631 Lesið Sosialin - so eru tit við