fríggjadagur 18. januar 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2008
41
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Uttanumtosið
1
Brúka vit og skil
Vælútbúgvið skúlaverk
Øll eru vit samd um, at
skúlaverkið skal betrast.
Og her hugsi eg ikki bara
um fólkaskúlan, men eisini
um miðnámsskúlar og
hægri lærustovnar. Stóra
avbjóðingin er, hvussu vit
skulu arbeiða víðari. Eg
haldi, at vit mugu gera eina
heildarætlan fyri alt okkara
skúlaverk og seta okkum
greið mál fyri, hvussu og
nær vit røkka málunum.
Reint umhvørvið
Føroyar skulu vera við í altjóða samfelagnum. Tí haldi
eg, at vit føroyingar eiga at hava dirvi at seta okkum
sjálvum krøv um minni CO2 útlát og at seta tiltøk í verk
at fyribyrgja dálking. Hetta vinna vit inn aftur fleiri
ferðir upp á longri sikt.
Sjálvstýri
Vit eiga miðvíst at arbeiða við at yvirtaka mál, ið danir
ráða yvir. Soleiðis fara føroyingar at ráða á øllum økjum,
og soleiðis kunnu vit øll umboða Føroyar úti í heimi.
Heilsugott heilsuverk
Heilsuverkið skal betrast, so vit kunnu viðgera fleiri
sjúklingar her heima. Ikki skal vera neyðugt
framhaldandi at senda so nógvar sjúklingar av landinum
til viðgerðar.
Sjálvberandi búskap
Í øllum okkara vallyftum mugu vit ikki gloyma, at vit
skulu hava ein sjálvberandi búskap. Vanligt vit og skil,
har vit tryggja, at vit fáa meira inn, enn vit koyra út aftur.
Klipt úr útbúgvingum
Eg eri vís í, at vit mugu seta inn á fleiri økjum - so sum:
At menna og betra læraraútbúgvingar, at betra fysisku
skúlakarmarnar bæði hjá lærarum og næmingum, at betra
og økja samstarvið millum skúlar, herí eisini at gera tað
møguligt hjá fleiri skúlum at brúka somu ella deilast um
ressursirnar. Við øðrum orðum mugu vit
Skúlagongdin er grundarsteinurin og barlastin í okkara
samfelag, har fólkaskúlin er
Klipt úr umhvørvi
Vit erpa okkum mangan av reina havumhvøvið okkara,
men hvat gera vit í veruleikanum fyri at varðveita tað?
Og er tað nóg mikið at havið kring okkum er lutfalsliga
reint, tá heimurin leggur stóran dent á, at alt umhvørvið
skal haldast reint
“Nú royna Tjóðveldið og
Sambandið at øsa alt upp í
skúm,” segði Bill Justinus-
sen herfyri, tá ið sjónvarpið
spurdi hann, um Miðflokk-
urin var ein loysingarflokk-
ur ella ein sambandsflokk-
ur. “Uttanumtos” kallaðu
Frændur slíkt tos í einum
sangi. – Uttanumtos, har
man letur vera við at siga,
hvat man egentliga meinar
við ymisk evni, ið upptaka
fólk. Tað sigst enntá at
vera uttanumtosið, ið
avgerð, um ein politikari
heldur leingi, ella ikki. Tí
dugir hann nóg væl at tosa
uttanum, so kann hann
ongantíð fangast á skeiva
beininum. Hann gerst hálur
og klárar at snúgva sær
undan øllum vanda. Hann
klárar at tekkjast so mikið
nógvum fólki, at hann
verður valdur aftur og
aftur, tí hann lovar at
arbeiða fyri hesum evni-
num og eisini hasum
evninum og allarhelst
onkrum triðja við, hóast
tey saktans kunnu vera í
andsøgn til hvørt annað. –
Og verður hann so spurdur
um, hvat hann egentliga
meinar, so kemur tað aftur:
Uttanumtosið!
Tá ið Miðflokkurin tosar
uttanum viðvíkjandi
spurninginum Loysing ella
Samband, so gera teir tað
fyri at raka breitt. Tað
følist viðhvørt, sum um
politikarar skjóta við
spjaði-høglum inn í
staraflokkin, tí vónandi
rakar teir nóg nógvar við
tí, til at fáa eitt ordans kók.
– Vit hava alt ov leingi
sligið okkum til tols við
hesum uttanumtosi. Í
mentanartíðindunum í
sjónvarpinum fríggjakvøld-
ið var evnið mentan og
politikkur. Spurningurin
varð, um mentanin hevði
fingið ta umrøðu, hon
hevur uppiborið í valstríð-
num. Sagt varð, at tey
einastu, sum veruliga hava
tosað um mentan, eru tey,
sum vilja skerja ella temja
mentarlívið. Samfelags-
frøðingurin Jóannes N.
Dalsgaard, segði tá so
rámandi, at “Politikkur
snýr seg um dagsskráir!” –
Tann, sum fær sítt mál á
dagsskrá, hevur í roynd og
veru vunnið ein avgerandi
politiskan sigur.
Og tí hava Tjóðveldið og
Sambandið valt at fara
undir hesar fundir, har stóri
spurningurin Loysing ella
Samband verður tikin upp
til umrøðu. Tí við honum
er einki uttanumtos. Antin
er man fyri, ella er man
ímóti. Tað er nemliga
trongdin at klára seg
sjálvan, at standa á egnum
beinum, ið hevur skapt
allan framburð í Føroyum.
Longu miðskeiðis í 19. øld
– fyri hálvt annað hundrað
árum síðan! – var tað
trongdin at klára seg sjálvi,
at standa á egnum beinum,
ið gjørdi, at menn sum
Mads Winter arbeiddu fyri
at fáa endurreist løgtingið,
at fáa avtikið einahandilin
– og tað eydnaðist!
Tað var hendan trongdin,
ið gjørdi, at vit føroyingar
valdu at byggja okkara
land út. Hendan trongdin
var sterk her í Suðuroynni,
og tað er júst tí, at vit vóru
fyrsta oyggj við
vegasambandi millum allar
bygdir. Tað var tí, vit fingu
tveir stórar og sterkar
vinnudeplar í oynni. Á
Tvøroyri og í Vági! – Og
nú Hovstunnilin er komin,
átti at verið lagamanni, at
vent negativu gongdini í
okkara oyggj. Tí tað kann
ikki passa, at suðringar
ikki eiga trongdina at klára
seg sjálvar, at standa á
egnum beinum longur!
Ella eru vit so heilavaskaði
av propagandaini, at vit
einki orka, einki duga, at
vit nú veruliga einki orka
ella duga? NEI! So
bestemt ikki!
Vit føroyingar líða bara
undir, at vit hava alt ov
nógvar politikarar, sum
duga sera væl ta kynstrið at
tosa uttanum. Fyri hálvum
fjórða ári síðan, tá ið
Jóannes Ejdesgaard hevði
verið løgmaður í eitt hálvt
ár, segði hann, at nú var
stættarstríðið av. – Kamp-
urin var vunnin! – og stutt
eftir proklameraði hann, at
nú var loysingarspurning-
urin loystur! – Men hóast
hann við hesum helt seg
seta dagsskránna, so hevur
eftirtíðin víst, at hann so
dyggiliga fór skeivur! –
Stættarstríðið av? – Er ikki
gjógvin millum samfelags-
bólkarnar alsamt vaksandi?
Gerst tað ikki alsamt
truplari hjá gomlum og
veikum at klára seg í
føroyska samfelagnum í
dag?
Og loysingarspurning-
urin? – Kongeriget Dan-
mark forså vidt angår
Færøerne! – er tað ein
loysn? Tað vísir seg ið
hvussu er á ítróttarliga
pallinum, á mentanarliga
økinum og í útbúgvingar-
høpi, beinleiðis at vera eitt
haft um beinini! – Og
allarhelst er tað eisini so á
vinnuøkinum, tí tað er
hóast alt betur at vera harri
í egnum húsi, tá ið man
skal út at samstarva við
onnur! – Tað er ikki so lætt
at síggjast, um man altíð
krógvar seg í skjúrtufaldi-
num hjá onkrum øðrum!
Minnast tit optimism-
una? Optimismuna, sum
var galdandi, tá ið lands-
stýrið arbeiddi við einum
greiðum máli – Tá ið
landsstýrið arbeiddi fram
ímóti loysingini! – tað var
næstan ikki mark fyri tí
arbeiðssemi og virkisfýsni
fólk høvdu. Hevði man
okkurt gott hugskot til
onkra verkætlan, so fór
man í gongd! – Vit vilja
hava optimismuna aftur!
Optimismuna, sum kemur
í, tá ið fólk seta sær fyri at
gera tað, tey trúgva uppá, tí
tey vilja! – Eitt er at
fyrihalda seg til veruleikan,
sum hann er, nakað heilt
annað er at taka seg um
reiggj at royna at broyta
korini, sum man ikki er
nøgdur við. Og seinastu
fýra árini hava víst, at man
ikki kemur nakran veg við
bert at siga, at man hevur
eina visión. Nei, tað má
kjøt uppá visiónina. Man
má vita, hvat tað er man
ætlar sær!
Og tað vita vit í Tjóð-
veldinum! – Har ið merkini
veittra veittri eisini mítt!
sum Hans Andrias Djur-
huus segði í flaggsangi-
num! – Vit vilja nemliga
hava einar frælsar og fríar
Føroyar. Einar Føroyar, har
trongdin at klára seg
sjálvan, at standa á egnum
beinum, er tað, sum drívur
verkið! Og tað er einki
uttanumtos!
Vel meg – set X við lista
E, tað er nakað, anna
Góðu veljarar!
So er valstríðið av á hesum
sinni.
Hart og heitt, men av og
á eisini feitt.
Nógv er sagt og skrivað,
og ert tú í iva,
hvønn tú skalt velja far
so inn á www.j.fo
Vælferð er bert vælferð,
um hon røkkur heilt út til
tey - sum hava brúk fyri
henni.
Við javnaðarakvøðu
Í morgin skulu tit til at
velja tykkum nýggja land-
sins leiðslu, við einari
nýggjari valskipan og
einum valdømi, fyri eitt 4
ára valskeið.
Hvønn skulu tit velja?
Ja, tað er tygara val, men
eg vil heita á tygum um at
stuðla mær, tí at eg vil
arbeiða fyri at okkara
fiskimenn fáa eina betri
pensjón, enn teir hava í
dag: Hon er láturlig!
Vil tú hava, at ein sjó-
maður skal hava betri
pensjón, ja, so fer tú á val í
morgin og setir tín kross
fyri meg.
Vælferðin skal fíggjast
gjøgnum skilagóða
búskaparstýring.
Sterkur og størri búskap-
ur gevur pláss til meira
vælferð.
Ein havgranskingar-
stovnur skal setast á stovn í
Føroyum. Slíkur stovnur er
natúrligur í einum landi
sum liggur, har Føroyar
liggja í Norðuratlantshavi-
num, og livir av fiskivinnu.
Eg meini, at vit skula
stuðla ítróttinum meira.
Sum tann stóra reklaman
úti í heimi, sum ítrótturin
er, meini eg, at vit skula
seta ítróttin á fíggjarlógina.
Ítróttaháskúli skal setast
á stovn.
Sit ikki heima, men far
á val og ger tína borgaliga
skyldu.
X við
Joen Peter Petersen
Valevnið
Sambandsflokksins
Fólkaflokkurin
AnyA
Midjord
Val
Tjóðveldi
AnnA BrAttABerg
SAMuelSen
Val
Sambandsflokkurin
joen Peter
PeterSen
Val
Javnaðaflokkurin
nitA
næS
Val
4 ár og so… - ella einki ?