fríggjadagur 18. januar 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 13 - 18. januar 2008
lýsingar
Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53
lsh@lsh.fo www.lsh.fo
er sjúklingurin í miðdeplinum
eru umleið 200 seingjarpláss
eru umleið 20 læknafakligar sergreinir
eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir
eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi
er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering
Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM
STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM
Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn
Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar til B7
Vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingum og
heilsurøktarum til B7 á starvsbrøk 1,0 í
skiftandi vaktum, til setan 1. mars 2008
ella eftir avtalu. Møguleiki er fyri lægri
brøki.
• 3 føst størv
• 4 avloysarastørv vegna barnsburð til
og við 30. september 2008
B7 er ein medisinsk deild, sum er ný-
umvæld. Sjúklingar og nøkur starvfólk
frá med. deild E3, flyta saman við B7 í
februar 2008.
Ætlanin er at byrja nýggja B7 við hesum
sergreinum: Lungamedisin, nefrologi,
hæmatologi, apoplexi, rheumatologi og
onkologi.
Faklig menning við undirvísan og
skeiðvirksemi innan serøkini hevur verið
í vár og heldur fram.B7 er eisini byrjað
við tvørfakligari konferensu hvønn
morgun.
Aðrar áhugaverdar avbjóðingar,
sum liggja fyri framman, verður
implementering av THS primo 2008.
Arbeisðuppgávur í høvuðsheitum
• røkt og viðgerð til sjúklingar innan
áðurnevndu sergreinar
Krøv til umsøkjaran
•prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur við
góðkendari autorisatión ella sum
heilsurøktari
• fakligan áhuga innan medisinsku
sjúkrarøktina
• góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða
• eitt dynamiskt og fjølbroytt
arbeiðsumhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar
starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samarbeiði
• ávirkan á fakliga menning
• góða innleiðslu
Fyrimun hava umsøkjarar við kliniskum
royndun innan sergreinarøktina og
viðgerðirnar innan serøkini á deildini.
Nærri fæst at vita um starvið við at
ringja 304500 til Jónu Augustinussen,
deildarleiðara á B7, lokal 6067,
lsjonau@ls.fo ella til Ásu Poulsen,
leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102,
lsasapo@ls.fo
Umsóknarfreistin er 4. februar 2008
kl. 12.00.
Sjúkrarøktarfrøðingar til B6
Vit søkja eftir sjúkraøktarfrøðingum til
B6 á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum til
setan 1. mars 2008 ella eftir avtalu.
Møguleiki er fyri lægri brøki.
• eitt avloysarastarv til og við
31. januar 2009
• eitt avloysarastarv vegna barnsburð til
og við 30. september 2008
• Eisini er eitt avloysarastarv vegna
barnsburð á starvsbrøki 0,5 í náttar-
vaktum til og við 31. oktober 2008
Vegna umvælingar á B6 eru sjúklingar
og starvsfólk flutt á B7. Á nýumvælda
B6, sum letur uppaftur í februar, verður
ein palliativ eind á deildini. Aðrar
spennandi avbjóðingar liggja eisini fyri
framman við implementering av THS
(Talgild Heilsu Skipan).
B6 er ein medisinsk deild, sum tekur
móti elektivum og akuttum vaksnum
sjúklingum. Deildin hevur vanliga pláss
fyri 15 sjúklingum og hevur hesar
sergreinar: gastroenterologi, neurologi,
endokrinologi, onkologi og hæmato-
logi.
Arbeitt verður eftir kontaktpersóns-
skipanini.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
• røkt og viðgerð til sjúklingar innan
áðurnevdu sergreinar
Krøv til umsøkjaran
• prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• fakligan áhuga innan medisinsku
sjúkrarøktina
• góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða
• eitt dynamiskt og fjølbroytt
arbeiðsumhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar
starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samarbeiði
• ávirkan á fakliga menning
• góða innleiðslu
Fyrimunir hava umsøkjarar við klinisk-
um royndum innan sergreinarøktina og
viðgerðirnar innan serøkini á deildini.
Nærri fæst at vita við at ringja
304500 til Ingun Gaardbo, deildar-
leiðara á B6, lokal 6036, lsingga@ls.fo
ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkra-
røktarfrøðing, lokal 6102, lsasapo@ls.fo
Umsóknarfreistin er 4. februar 2008
kl. 12.00
Sjúkrarøktarfrøðingar til A2
Tvey barnsburðarfarloyvisstørv á
starvsbrøki 0,7 í skiftandi vaktum eru
leys at søkja til setan 1. mars 2008 til og
við 31. august 2008.
Eisini er eitt barnsburðarfarloyvisstarv á
starvsbrøki 0,6 í skiftandi vaktum leyst
at søkja til setan 1. mai 2008 til og við
31. oktober 2008.
Søkt verður eisini eftir
sjúkrarøktarfrøðingum við neonatalari
útbúgving og ella neonatalum royndum
sum avloysari í styttri ella longri tíðar-
skeið.
A2 er ein føði- og barsilsdeild við einari
neonatalari eind. Deildin stendur fyri
einari broyting, har tað verður ein
kompliseraður partur undir leiðslu av
sjúkrarøktarfrøðingi, og ein ókompli-
seraður partur, sum verður ljósmøðra-
leiddur.
Førleikakrøv
• prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• góð samstarvsevni
• fleksibul og kreativ/ur
• hug til tvørfakligt samstarv
Fyrimun hava umsøkjarir við royndum
innan neonatalogi.
Nærri fæst at vita við at ringja
304500 til Miu Pedersen, deildarleiðara,
lokal 5022 ella til Nainu Túgvustein,
leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 5102,
lsnaitu@ls.fo
Umsóknarfreistin er 12. februar
2008, kl. 12.00
Heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar til E2
Á E2 eru 4 størv í skiftandi vaktum leys
at søkja til setan 1. mars 2008 ella eftir
avtalu til og við 31. desember 2008.
Vit søkja heilsurøktarar og sjúkra-
røktarfrøðingar á starvsbrøki 0,8 við
møguleika fyri hægri ella lægri brøki.
Vit kunnu eisini tosa um, hvat slag av
vaktum, tú trívist best við.
Umleggingar og umvælingar eru á
medisinska deplinum. E3 verður flutt
saman við B7 í februar 2008. Búfólk á
E2 verða flutt á aðrar stovnar seinast
31. desember 2008.
E2 er ein røktardeild við plássi fyri 10
eldri búfólkum.Vit ynskja starvsfelagar
við áhuga og hegni til at taka sær av
eldri fólki. Dentur verður lagdur á
góðan moral, positiva menniskja-
áskoðan og góð samstarvsevni.
Krøv til umsøkjaran
• prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur við
góðkendari autorisatión ella sum
heilsurøktari
• góð samstarvsevni
• fakligan áhuga innn eldrarøkt
Vit kunnu bjóða
• eitt fjølbroytt og vinarligt
arbeiðsumhvørvi
• innleiðslu
• fakliga kompetentar og virknar
starvsfelagar
• fakliga menning
Nærri fæst at vita við at ringja
304500 til Monicu Brickman,
deildarleiðara á E3/E2, lokal 6012 ella til
Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktar-
frøðing, lokal 6102, lsasapo@ls.fo
Umsóknarfreistin er 4. februar 2008
kl. 12.00