fríggjadagur 18. januar 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 13 - 18. januar 2008
Neyvan eri eg tann einasta,
sum eri so deyðatroytt av
øllum javnstøðutosinum.
Tað er so galið, at
sjómannafeløgini nærum
ikki fáa verið til, tí tey at
kalla bara umboða annað
kynið.
So illa stendur til við
javnstøðuni í fólkaræði
num, at konufólk skulu
bæði rekast, berast og
sleipast inn á ting. Flestøll
konufólk kenna seg noydd
at velja konufólk – og
kanska mannfólkini við.
Men tú kanst hvørki noyða
fólk at stilla upp ella at
verða vald á ting.
Havi ongantíð kent meg
aftur í vantandi javnstøð
uni, sum fólk gremja seg
um. Veit einki um, at konu
fólk ikki sleppa framat, har
tær vilja. Haldi tað vera
lítið hugaligt, at tosað verð
ur í fullum álvara um at
seta ódemokratisk tiltøk í
verk fyri at fremja javn
støðuna. Javnstøða millum
kynini hevur lyndi til at
verða sett fram um fólka
ræðið, og tað er ódámligt.
Vit fáa fleiri børn enn
onnur
Vit skulu ikki gloyma, at
barnatalið er størri í Før
oyum enn í londunum
rundan um okkum. Kanska
er tað ein orsøk til, at
konufólk taka minni lut í
politikki. Nógv konufólk
hava ríkiligt við at reka sín
egna ‘heimapolitikk’
umframt borgarliga
starvið.
Børn krevja umsorgan.
Kanska skuldu vit í størri
mun lagt dent á at givið
smábarnamammum frið og
umstøður til at taka sær av
tí mest týðandi: teirra egnu
børnum – heldur enn at
trýsta tær til at stremba
eftir hægri størvum og
politiskum virksemi. Latið
hvørt vera til sína tíð. Tí
eingin megnar alt í senn.
Vit mugu loyva mamm
um at velja at vera heima
ella at arbeiða niðursetta
tíð, um tað er tað, tær vilja.
Eitt vælvirkandi heim,
har børnini og tey ungu
hava tað gott, hevur helst
nógv størri týdning fyri
samfelagið, enn flestu
okkara dagliga geva
okkum far um.
Eitt, sum vit hava ov lítið
av, er nøgdsemi. Tað er líka
við, at fólk ikki fáa frið at
vera nøgd. Havisjúkan í
okkara burturblakingar
samfelag køvir alt nøgd
semi.
Øll hava ábyrgd av
børnunum
Børnini eru tað dýrabarasta
ikki bara hjá familjunum,
men eisini hjá samfelag
num øllum. At gera sterkar
og góðar karmar kring
barnafamiljurnar gagnar
øllum samfelagi okkara.
Íløga í tryggan barndóm er
besta íløgan fyri
framtíðina.
Øll børn eiga at hava tað
gott í Føroyum. Og vit
hava øll ábyrgd av børnu
num í Føroyum.
Fólkaflokkurin vil virka
fyri, at peningurin fylgir
barninum. Á tann hátt
gerst betri javnstøða mill
um tey yngstu.
Sambandsinnaði rokna
dúgliga uppá, hvat tað
higartil hevur kostað
okkum, at blokkurin varð
skorin niður við einum
triðingi. Men tølini fyri
okkara búskap sýna heilt
greitt, at blokkniður
skurðurin ikki hevur havt
nakra neiliga ávirkan á
búskapin, tvørturímóti.
Prísurin fyri not to be
Eitt munandi meira áhuga
vert roknistykki er, hvat
tað kostar okkum, ikki at
taka fulla ábyrgd av landi
okkara.
Hvat kostar tað, at vit
ikki hava atgongd til
evropeiska búskaparliga
samstarvið – EBS? EBS
avtalan var fyri Ísland
lykilin til búskaparligan
vøkstur og menning. Men
ein slíkan lykil hava vit
ikki, tí EBSlimaskapur er
einans fyri sjálvstøðug
lond. Hvat kostar tað
okkum, at vit ikki kunnu
“branda” okkum sum eitt
land og harvið ikki hava
møguleikan og rætt til at
vera eins sjónlig og hini –
og eitt nú at vinda Merkið
á stong saman við øðrum
fløggum í ST, og luttaka í
fjøltáttaða samstarvinum
har.
Sum hjáland eru vit
hvørki Danmark og ei
heldur eitt veruligt land
Føroyar. Tí detta vit beint
niðurímillum og hava ikki
somu møguleikar sum hini
at vera við.
Lykil krevst
Nei, hetta snýr seg ikki um
tjóðskaparromantiskar
kenslur. Hetta snýr seg um,
at heimurin í dag er knýttur
saman í ein sínámillum
treytaðan felagsskap. Og í
hesum felagsskapi ræður
um at vera sjónlig og at
luttaka.
Sum sjálvstøðug tjóð
hava vit nógv betri
møguleikar at branda
okkara vørur – fisk,
tónleik, design v.m. Og vit
fáa lykilin til altjóða
samstarv – politiskt,
vinnuliga og mentanarliga.
Eg fari tí at heita á teg
um at atkvøða fyri teimum,
sum trúgva uppá, at við
fullari ábyrg og í tøttum
samstarvi við aðrar tjóðir
er framtíðin bjørt!
Tjóðveldi
Bjørt
SamuelSen
Val
Fólkaflokkurin
erla Berghamar
SørenSen
Val
Løgtingsvalið 19. januar 2008
1
Prísurin fyri at mangla lykilin
Áðrenn tú setur krossin
Tjums!
Valkortið datt inn
gjøgnum brævsprekkuna í
vikuni. Títt navn stendur á
kortinum. Sjónligt prógv
um, at nú er tað tú, sum
eigur seinasta orðið.
Øll tey politisku orðini
eru søgd, boðskapirnir eru
bornir, og meiningarnar eru
vendar og snaraðar.
Bert eitt er eftir at gera,
áðrenn tú setur krossin. Far
eina seinastu ferð inn í teg sjálva/n og spyr: Velji eg nú
rætt?
Spyrt tú meg, so ætli eg at velja einasta flokkin, sum í
praksis hevur prógvað, at hann torir at gera og siga tað,
sum vanlig fólk við viti og skili hugsa.
Hesin flokkur tordi at trýsta á búskaparliga speedaran,
tá tað kravdist.
Hann tordi at skjóta upp og halda fast um, at Føroyar
skuldu gerast eitt valdømi.
Eisini tordi flokkurin at steðga
samgongusamstarvinum, tá hundraðtals milliónir av
tínum skattakrónum vóru í spæli í Tinginum eitt minniligt
kvøld í desember.
Nú vil flokkurin taka fótin av búskaparliga
speedaranum, tí búskapurin er ov heitur.
Og hann vil leggja pengar til síðis, nú tíðirnar eru
góðar.
Tað er júst sami flokkur, sum vil stýra búskapinum við
fastari hond og samstundis broyta kósina nakað, so
trivnaður, livikor og útbúgving fáa veruligt pláss í
politikkinum komandi árini.
Og sami flokkur, sum ætlar at samstarva tætt við
donsku stjórnina heldur enn at standa í túninum uttan fyri
Christiansborg og rópa.
Tú veitst ivaleyst hvønn flokk, eg hugsi um.
Hjá mær er nú klárt at taka valkortið og at seta krossin
við rættan flokk. Vónandi eisini hjá tær.
Gott val.
Eg kann vera tín
rødd á tingi
Í hesum døgum verður tað
tosað nógv um vallyfti. Eg
havi einans eitt lyfti, og tað
er, at eg fari at lova, at eg
skal gera mítt allarbesta,
um tú velur at geva mær
stuðul á valdegnum.
Eg fari at lurta eftir
teimum singnalum man fær
frá fólkinum og vinnuni, og
síðani tala tykkara søk á
tingi.
Eitt greitt singnal frá
fólkinum og vinnuni her um leiðir er, at man ynskir at
Skálafjarðartunnilin skal byggjast.
Hesum taki eg fult undir við, og ætli eg at gera mítt
besta fyri at hetta skal koma ígjøgnum.
Eg trúgvi, at einasta grundin til, at málið um tunnilin
ikki kemur fram, er, at tað eru fólk, sum eru bangin fyri,
hvussu hetta kemur at ávirka Eysturoyaøkið.
Tað er í Eysturoynni, at stórur partur av føroysku
virðunum vera virkaði og við hesum fáa vit vælferð.
Uttan virðir og pening – ja, so er eingin vælferð.
Javnstøða og børnini
Ella á Føroyskum. ”Eftirlík
ningsflokkarnir”.
Tað kunnu vit í dag seta
sum navn á, serliga Sam
bandsflokkin og Fólka
flokkin.
Teir báðir høgraflokkar
nir hava ongantíð havt
sosialpolitikk serliga ovar
laga á teirra vælskrá. Teir
hava altíð verið flokkarnir
fyri tey vælbjargaðu. Tað
sum nú er hent er, at fólk
byrja at síggja teirra rætta
andlit, og so mangla teir
okkurt at krógva seg aftan
fyri og teir fjaðrarnar lántu
ella tóku teir so frá Javn
aðarflokkinum.
Vit kundu lesa í bløðu
num nú um dagarnar eina
grein, sum Eyðun Joensen,
fyrrverandi sálarfrøðingur
hevði skrivað. Í greinini
staðfestir hann, at omanfyri
standandi flokkar, sum í
farnum árum nýttu vend
ingarnar ”Almennar
pottarplantir”, ”Pamparar”,
”Hvítkitlar” og annað
minni pent um fólkið, sum
arbeiðir fyri almenna
verkið.
Nú er ikki mørk fyri,
hvat teir vilja geva og lova.
Men eg haldi ikki, at teir
meina nakað við tað.
Taka vit til dømis
famøsa svimjihylin í skúla
num á trøðni. Hann er
ónýttur í 3 ár. Fyri trimum
árum síðani hevði Fólka
flokkurin býráðsformannin
í Havn sum nú er skúla
stjóri á skúlanum. Teir
eiga landsstýrismannin,
sum varðar av Landsverk
og teir eiga
Landsstýrismannin sum
varðar av undir
vísingarverkinum. Teir
høvdu/hava buktina og
báðar endarnar. Hvat er
gjørt.
Sambandsflokkurin
hevur havt ábyrgdina av
fiskivinnuni í fleiri ár nú.
Nú royna teir so eisini at
lána fjaðrar frá Javnaðar
flokkinum á sosiala øki
num.
Hugsa um tað 19. januar.
Sambandsflokkurin
edmund
joenSen
Val
Valevni Sambandfloksins
atli F.
johanSen
Val
Javnaðarflokkurin
hilmar
auguStinuSSen
Val
Plagiatflokkarnir