fríggjadagur 18. januar 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2008
43
lýsingar
Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53
lsh@lsh.fo www.lsh.fo
er sjúklingurin í miðdeplinum
eru umleið 200 seingjarpláss
eru umleið 20 læknafakligar sergreinir
eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir
eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi
er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering
Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM
STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM
Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn
Sjúkrarøktarfrøðingar til B8
Vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingum til
B8 á starvsbrøki 1,0 í skiftandi vaktum
til setan 1. mars 2008 ella eftir avtalu.
Møguleiki er fyri lægri brøki.
• tvey føst størv
• eitt avloysarastarv til og við 30.
september 2008
• tvey avloysarastørv vegna barnsburð
til og við 30. september 2008
Arbeiðsøkið er í høvuðsheitum
• røkt og viðgerð til kardiologiskar
sjúklingar
Krøv til umsøkjarar
• prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• fakligan áhuga í røkt og viðgerð av
kardiologiskum sjúklingum
• góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða
• eitt dynamiskt, avbjóðandi og
fjølbroytt umhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar
starvsfelagar
• innleiðslu og upplæring
Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava
• kardiologiskar royndir
• kardiologiska eftirútbúgving
Nærri fæst at vita við at ringja
304500 til Jórun Højgaard, deildar-
leiðara, lokal 6068 ella til Ásu Poulsen,
leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102,
lsasapo@ls.fo
Umsóknarfreistin er 4. februar 2008
kl. 12.00
Sjúkraflutningstænastan
Eitt fulltíðar fast starv við 6 mánaðar
royndartíð er leyst at søkja til setan 15.
februar 2008 ella eftir avtalu. Tann, ið
settur verður, kemur at arbeiða út frá
støðini í Tórshavn í skiftandi vaktum og
fær neyðugu upplæring í samband við
starvið.
Eisini er eitt fulltíðar avloysarastarv leyst
at søkja til setan 15. februar 2008 til og
við 31. januar 2009. Tann, ið settur
verður til avloysarastarvið, kemur at
arbeiða uml. 80% út frá støðini í
Vágum og uml. 20% út frá støðini í
Tórshavn í skiftandi vaktum og fær
neyðugu upplæring í samband við
starvið.
Sjúkraflutningstænastan er ein deild
við nógvum ymiskum uppgávum. Ein
av høvuðsuppgávunum er at vera ein
bráðfeingishjálp í samband við lívbjarg-
andi arbeiði. Harnæst er uppgávan
flutningur av sjúkum og skaddum fólki
og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini
hava vit ábyrgd av øllum portørarbeiði,
ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta
setir stór krøv til starvsfólkið, sum
mangan kemur at arbeiða undir ser-
støkum umstøðum.
Starvsøkini fevna um Streymoy, Eystur-
oy, Vágoy og Sandoy. Vit starvast í
løtuni umleið 35 fólk. Deildin hevur
14 bilar, íroknað 10 sjúkrabilar. Vakt-
sentralurin, ið hoyrir til deildina, er
saman við sjúkrabilunum á hvørjum
starvsøki mannaður alt samdøgrið.
Nýsett starvsfólk skulu hava grundskeið/
upplæring í uml. 14 dagar, innan tey
kunnu virka sum hjálparfólk í sjúkra-
bilinum. Tey skulu hava vegleiðing frá
einum viðgerða og hava møguleikar fyri
øðrum grundskeiðum, ið eru neyðug
fyri at røkja starvið til fulnar. Vit krevja,
at tann, ið settur verður, skal upp til
eina praktiska roynd í lívbjargandi
arbeiði eina ferð um árið fyri at tryggja,
at tænastan livir upp til eitt dygdargott
arbeiði.
Vit vanta at tú
• er tænastusinnaður, fyrikomandi og
hevur góð samstarvsevni
• kann síggja avbjóðingar fram um
avmarkingar
• hevur evni til at orða teg bæði
munnliga og skrivliga
• kann taka ábyrgd og arbeiða
sjálvstøðugt
• skalt verða fúsur til at broyta teg við
nútíðina
Førleikarkrøv
• Koyrikort til vanligan bil
• Hevur fylt 21 ár
• Reina revsiváttan
• Hevur prógv í 1. hjálp
• Maður hædd: minst 170 cm
• Kvinna hædd: minst 165 cm
• Maður skal lyfta 50 kilogram yvir
bringuhædd
• Kvinna skal lyfta 30 kilogram yvir
bringuhædd
• Góðan fysik/heilsu
• Vanliga hoyrn og vanliga litsjón
• Telduførleiki á brúkarastøði
Í samband við starvsfólkapolitikkin og
virðisgrundalagið skal tann, ið settur
verður, lúka øll krøv, ið kravd verða. Vit
leggja stóran dent á trivnaða og
menning.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
Jákup Nolsøe, leiðara, telefon 304503
ella til Gunnar Hjelm, virkandi vara-
leiðara, telefon 304502.
Umsóknarfreistin er 4. februar 2008
kl. 12.00
Sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari/
røktari til Psyk D4/5
Umsóknarfreistin er 24. januar
2008 kl. 12.00
Starvsfólk til Køkin (endurlýsing)
Umsóknarfreistin er 24. januar
2008 kl. 12.00
Roknskaparfólk til Fíggjardeildina
Umsóknarfreistin er 24. januar
2008 kl. 12.00
Sálarfrøðingur
Umsóknarfreistin er 25. januar
2008 kl. 12.00
Læknaskrivari til Bráðdepilin
Umsóknarfreistin er 25. januar
2008 kl. 12.00
Sjúkrarøktarfrøðingar og
heilsurøktarar til G4/A3
Umsóknarfreistin er 28. januar
2008 kl. 12.00
Deildarleiðari til Skurðgongina
Umsóknarfreistin er 28. januar
2008 kl. 12.00
Sjúkrarøktarfrøðingur til
Skopieindina/Skurðgongina
Umsóknarfreistin er 28. januar
2008 kl. 12.00
Læknaskrivari til Skurðdepilin
Umsóknarfreistin er 28. januar 2008
Leiðsluskrivari til Skurðdepilin
Umsóknarfreistin er 29. januar
2008 kl. 12.00
Onnur størv (sí meira á www.lsh.fo)