Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2008 43 Løgtingsvalið 19. januar 2008 1 Eg havi valt at stilla upp fyri nýggja sjálvstýrið, tí flokkurin hevur megnað at endurskapa seg, sum ein modernaður liberalur sjálvstýrisflokkur. Sleppa vit at seta dagskránna, so skal Føroya løgting eisini endurbyggjast, so vit fáa eitt modernað og fram­ søkið Ting, ið vit kunnu vera stolt av. Í 1963 segði Martin Luther King tey tiltiknu orðini: “I have a dream”. Til samanberingar, søgdu okkara tingfólk í desember 2007: “Eg havi eina milliard”. Í desember rakk henda visjónsmilliardin ikki longur, enn til eitt stórt hol. Hevði eg fingið eina milliard at rátt yvir, hevði eg gjørt alt øðrvísi. Eg hevði bygt nóg nógv røktar­ heimspláss og vardar íbúðir, og eg hevði gjørt íbúðir til lesandi, pen­ sjónistar og onnur, ið hava lítla inntøku. Eg hevði langt síðan bygt ein nýggj­ an studentaskúla á Marknagili og ein Tjóðpall til okkara altjóða virðis­ løntu tónleikarar og sjón­ leikarar. Men fyrst og fremst, so hevði eg sett á stovn eitt veruligt føroyskt universitet, so at tann einasti stóri samfelags­ bólkurin, vit enn senda av landinum, fær møguleika fyri at vera verandi í Føroyum. Og har hevði verið ríkiligt eftir av milliónum til nógvar aðrar mennandi íløgur. Trupulleikin er bara at henda milliardin er ikki til. Gandaorðið ídag eitur “langtíðarfígging”. Tað merkir, at landskassin verður bundin til eitt lán í 30 ár ella fleiri, og tað vil siga at tey næstu mongu árini verður ikki ráð til nakað av hesum, sum eg her havi nevnt. Lands­ kassin er stutt sagt lang­ tíðarstøvsúgvaður. Politikkur snýr seg fyrst og fremst um at hava visjónir og at duga at rað­ festa rætt. Vælferð fáa vit bert við rættari raðfesting, tað vil siga, at vit mugu brúka pengarnar, har tørvurin er størstur. Pengarnar í landskassa­ num eiga tú og eg, og skyn­ samur fíggjarpolitikkur krevur fyrst og fremst rygg og støðufesti. Tað havi eg, og eg fari at vera gírigur við tínum pengum. Raðfesta vit skeivt, verða vit færri og fátækari sum tjóð. Á jólum í 2007, valdi okkara Ting at brúka landskassan til egið val­ stríð, heldur enn til almenna vælferð. Um tú ynskir eitt Løg­ ting, sum vit ­ sum fólk ­ kunnu vera stolt av, og eitt ting, sum raðfestir vælferð, framum asfalt og betong, so skalt tú velja meg og stuðla sjálvstýrisflokki­ num. Minnist til, at um tú velur tað sama, so fært tú tað sama! Vilt tú hava broyting, so mást tú broyta tína atkvøðu. Eg ynski broyting, eg ynski tryggleika og eg ynski fyrst og fremst skúlar. Við tínum stuðli hava vit møguleika at seta eina nýggja dagsskrá á Føroya løgtingi, sum fyri fyrstu ferð raðfestur innihald, virðir og vitan. Gott val ! Rúsdrekkapolitikkur Rúsdrekkapolitikkur fyllir ikki nógv í politiska kjakinum. Gongdin seinastu árini hevur verið ein alsamt meira liberalur rúsdrekkapolitikkur, og tað tykist sum eingin longur orkar at andøva ímóti høvuðsrákinum. Samband er millum miðal rúsdrekkanýtsluna og fólkaheilsuna í einum landi. Somuleiðis er samband millum eina høga miðal nýtslu og talið av persónum, ið hava trupult við at umsita rúsdrekka. Tí eiga vit at seta okkum sum mál, at steðga vøkstrinum í miðal rúsdrekkanýtsluni. Fleiri átøk eru møgulig, men tey, sum hava størstu ávirkanina á nýtsluna, sampakka helst illa við liberala rákið, t.d. at hækka aldurin fyri at keypa rúsdrekka, avmarka talið av skeinkiloyvum, virknan príspolitikk o. s.fr. Lættari verður kanska at fáa politiska undirtøku fyri bleytari átøkum sum almennari upplýsing og ávaring. Serliga umráðandi er, at samfelagið ger eitt miðvíst upplýsingararbeiði fyri ungdómin og stuðlar frítíðarvirksemi, ið gevur ungum møguleika fyri at mennast í rúsfríum umhvørvi. Fyri heilsuna og drykkjuvanar seinni í lívinum hevur tað týdning, at ungdómurin er komin um mest viðkvomu árini, áðrenn rúsdrekka gerst regluligur partur av tilveruni. Kunnu vit við miðvísum arbeiði hækka aldurin bara við einum ári, kann nógv vera vunnið. Her er eitt mál, ið allir flokkar eiga at kunna gera nakað við. Sjálvstýrisflokkurin vil í hvussu er taka eitt stig. www.sjalvstyri.fo Vit hava gjørt eina skrá, sum týðiliga sigur, hvussu tilgongdin skal vera. Framtíðin liggur ikki í at verða verandi í heimastýri­ num við næstan ongum møguleikum í altjóða­ gerðini. Tjóðveldi ynskir at vit føroyingar, sum sjálv­ støðug tjóð, stíga út í heim og taka við altjóðagerðini og øllum teimum møgu­ leikum, ið har eru. Fullfíggjað uppskot til fólkaræðisliga gongd at skipa Føroyar frælsar Grundlóg Føroya verður løgd til almenna viðgerð beinanvegin og til fólkaatkvøðu í 2008/09 Búskapargrunnur Føroya verður settur á stovn og niðurlaðing av blokkinum Yvirtøkur av málsøkjum Samráðingar við donsku stjórnina um framtíðar samstarv og felags fráboðan til altjóða samfelagið um føroyska sjávstøðu verða framdar, og avtalan løgd til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2012. Burtur við blokkinum Fólk spyrja sjálvandi hvussu tað verður at tillaga føroyska búskapin, so hann gerst sjálvberandi. Tað er greitt, at hetta er ein stór avbjóðing, men tað ber til. Búskaparfrøðin sigur okkum, at um vit avgera at hava ein sjálvberandi búskap, so laga vit búskap­ in til okkara búskapar­ viðurskifti. Tað kann sjálv­ andi gerast eitt sindur trupult, men tað letur seg gera. Tá ið fullveldissamgong­ an hevði avgjørt at skerja blokkin 366 milliónir, vóru nógvar útsagnirnar um, at hetta fór at fáa ógvusligar avleiðingar fyri Føroyska samfelagið. Men hvat er hent? Búskapurin hevur lagað seg til broyttu viður­ skiftini. Hvat sigur ABC Á fundi í Runavík søgdu fleiri umboð fyri samgong­ una, at tá ið teir komu til, var neyðugt at seta ferð á búskapin, tí skerjingin í blokkinum hevði minkað um búskaparvøksturin. Nú siga teir sjálvir, at ov nógv ferð er á búskapinum, og at neyðugt er at tálma vøkst­ urin. Hetta prógvar, at vit hava tillagað búskapin til, at tað koma 366 mió. kr minni í blokkstuðli. Fáa vit eina kreppu nú, so er tað ikki, tí at blokkurin er skorin, men tí vit ikki føra ein nóg skynsaman búskaparpolitikk. Sambandsflokkurin og skerdi blokkurin Sambandsflokkurin telur allar tíðina, hvussu nógvar pengar vit hava mist, síðani blokkurin bleiv skorin. Tað er ikki tað ting, teir ikki høvdu fingið gjørt, um vit framvegis høvdu hesar 366 mió. Men soleiðis hanga tingini ikki saman. Tað er eingin sjálvfylgja, at vit høvdu fingið alt hetta, sum teir fyrigykla okkum. Vit høvdu fullan blokk, og hóast tað, so fóru vit á húsagang, við ræðuligum fylgjum fyri okkum øll. Tað kann vera skaðiligt at fáa nógvar pengar fyri einki. Møguleikar um vit sjálv fara út í heim Hyggja vit at teimum møguleikum, sum vit hava, um vit sjálvi fara út í heim at umboða okkum. So er tað púra greitt, at tað verður ikki torført at skapa tann búskaparvøkstur, sum skal til, fyri at viga upp ímóti teimum gott 600 milliónunum, sum vit í dag fáa í blokki. Íslendingar siga, at veru­ ligt fer kom á teirra búskap, tá ið teir gjøgnum EFTA fingu eina EBS­ avtalu við ES. Góðu veljarar. Veljið eina ferð við Tjóðveldinum út í stórheimin, har liggja ótaldir møguleikar, at menna Føroyska sam­ felagið, til gagns fyri okk­ um øll. Vit vilja verji okkara virðir Tað verður dúligi skrivað upp undir valið, men teir flestu gloyma virðin í samfelagnum. Ynskja vit eitt gott samfelag, so muga vit hugsað um familjuna og fólki sum býr her á landi. Tey eru okkara viðrir. Gerða vit tað lagaligt og livuligt fyri familjuna, so skula vit eisini síggja eitt vaksandi og gott samfelag. Familjan er grundasteinurin fyri eina góða framtíð, og er grundarlagið fyri ein fólkavøkstur. Vit eiga at geva mammuni rætt til barnsburðarfarloyvið í 1 ár. Hækka barnafradráttin, og gerða tað so lagaligt sum gjørligt fyri familjuna. Tað er ringt hjá barnafamiljum, at fáa alt at hanga saman í dag, sjálvt um tíðurnar eru góðar. Maturin er dýrkaður, mjólkin, breyð o.a er alt farið upp í prís. Og fær brúkarin ikki meira enn helvtina fyri sama prís, hann fekk fyri 1 ári síðani. Vit fara at gerða alt vit kunnu, fyri at gerða tað so liviligt sum møguligt hjá bæði yngri og eldri her á landið. Og vilja tit síggja broytin í samfelagnum, vel so Miðflokkin har finnur tú meg á listanum. Fyrst og fremst skúlar valevni fyri Sjálvstýrisflokkin Hans Frank EllEFsEn Blaasvær Val Tjóðveldi bjóðar seg fram at standa á odda á ferðini út í heim Tjóðveldi FríðFinnur JoHnsson Val fyrrverandi landsstýrismaður, Sjálvstýri Eyðun Elttør Val Valevni hjá Miðflokkinum vinJard JoHansEn Val