Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-18, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. januar 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 13 - 18. januar 2008 lýsingar Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Trivnaðartænastan Endurlýsing eftir pedagogi til Verkstaðið Vón Søkt verður eftir pedagogi ella verk­ staðsassistenti til Verkstaðið Vón til setan 15. februar 2008 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Arbeitt verður mánadag til fríggjadag frá 08 til 16. Tann, sum søkir, verður ein natúrligur partur av virkseminum á Vón og má verða sinnað/ur • at arbeiða við fólki við menningartarni • at arbeiða sjálvstøðugt • at samstarva við øll okkara viðskiftafólk bæði innan­ og uttanhýsis • at vera skapandi og virka fyri nýhugsan. Verkstaðið Vón er í dag karmur um virksemið hjá umleið 45 vaksnum fólkum við menningartarni umframt 13 starvsfólkum. Vit arbeiða í høvuðsheitinum við fastari framleiðslu umframt, at vit skipa fyri alternativum tiltøkum gjøgnum árið. Vit leggja stóran dent á, at tann einsktaki mennist í samstavi við onnur, og at tann einsktaki kann arbeiða so sjálvstøðugt sum til ber. Sum starvsfólk kemur tú at verða partur í einum tvørfakligum umhvørvi, har dagligar rutinur og broytingar eru eins neyðugar. Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til leiðaran, Aimy Djurhuus á tlf. 21 42 88 ella 31 42 88. Setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Um tænastumaður søkir, heldur tænastumannasetanin fram. Umsókn: Umsókn við avriti at prógvskjølum, viðmælum og C.V. skal sendast til: Verkstaðið Vón Hóvabrekka 1 Postboks 2003 165 Argir Stílað.: Aimy Djurhuus Umsóknarfreist: 1. februar 2008. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna­ og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Útbjóðing av lastbilaflutningi í 2008 Heittblandað asfalt og skervur Flutningur av heittblandaðum asfalti og skervi úr Hundsarabotni og skervi av Hústoft verður við hesum boðin út alment. Forknúsað grót Flutningur av forknúsaðum gróti frá skervverkinum í Skørðunum og oman á havnalagið í Porkeri verður við hesum boðin út alment. Suðuroyargrót, útlendskur skervur og sandur Flutningur av Suðuroyargróti, út­ lendskum skervi og sandi frá skipi við bryggju á Langasandi niðan í grót­ brotið í Hundsarabotni, og av heitt­ blandaðum asfalti og skervi oman á Langasand, verður við hesum boðin út alment. Lisitatiónirnar verða á maskinmið­ støðini hjá Landsverki í Kollafirði 25. januar 2008 kl. 14.00. Áhugað kunnu venda sær til av­ greiðsluna hjá Landsverki, Tinghús­ vegur 5. tlf. 340 800, har frágreiðing og treytir verða útflýggjað. Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. ÚTBJÓÐING Serlig kunngerð Sí: www.tollskatt.fo Øll, sum eiga at verða sett í skatt, skulu geva upp skattskylduga inntøku sína – annars verður inntøkan mett og sekt áløgd 16. januar 2008 Toll- og Skattaráð Føroya Toll- og Skattstova Føroya Endurrindan av serligum oljuavgjaldi er broytt! Meira fæst at vita á www.tollskatt.fo ella við at ringja 352600 Toll- og Skattstova Føroya Toll- og Skattstova Føroya