fríggjadagur 18. januar 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Nr. 13 - 18. januar 2008
Tað tykist 0 áhugi fyri
nullhugsjónini millum
valevnini.
Hetta, hóast ein frágreið
ing fyri og onnur eftir
áminnir okkum um álvar
somu støðuna í ferðsluni.
Hetta, hóast ferðsluvan
lukkur kosta alt ov nógv
mannalív árliga, og kosta
Føroyum í miðal slakar
200 milliónir kr. um árið.
Gloymdi áhugin er ein
syrgulig staðfesting av
líkasælu sum alt ov ofta
kemur til skjóndar tá íð
egin áhugamálini verða
tikin fram um hvørji tiltøk
gagna samfelagnum og tí
einstaka menniskjanum.
Í alt ov stóran mun hevur
líkasæla rátt í hesum øki,
og tí eiga vit politiskt, at
miðað verður eftir í
framtíðini:
At eingin skal doyggja
ella fáa álvarligt mein av
ferðsluvanlukku í
vegaflutningsskipanini.
At alt virksemi, sum
hevur við ferðslu at gera,
skal vera í samljóð við
hetta stavnhaldið.
Vit í Fólkaflokkinum
ynskja at varpa ljós á
hendan verunleika, og
ynskja at politisku
flokkarnir í størri mun
enn higartil seta
nullhugsjónina á
dagsskrá.
Nullhugsjónin í ferðsluni
Sum sjóvinnutjóð við
hópin av vælútbúnum
navigatørum, maskinmeist
arum, dekkarum, hovmeist
arum/kokkum, inspek
tørum í handilsvinnu
flotanum, mugu vit skapað
bestu karmar fyri hendan
part av vinnu okkara.
Eg torið at siga at her
hava vit føringar ikki verið
dugnaligir nokk at skapað
karmar og fortreytir.
Vit hava nú í mong ár
havt FAS skipanina, sum
skuldi verða ein skipan
sum skuldi tiltrekkja
útlendsk skip at skrásetað
seg her, men skipanin er
ikki nøktandi og tí fara
skipini eisini úr aftur
skránni, tá reiðaríini hava
funnið útav at skipanin ikki
er nøktandi til teirra ..
Hetta kunnu vit ikki
brúka til nakað og tí er
umráðandi at fáa sett eina
DIS líknandi skipan í verk
í Føroyum ongantí ov
skjótt annars missað vit
henda vinnumøguleika av
hondum.
Arbeiðast má við at fáa
marknaðarført Tonnasju
skattaskipanina og betra
hana um neyðugt og at fáa
reviderað FAS soleiðis at
vit eru á sama støði sum
okkara grannar og helst
betri.
Hetta vil tilføra nýggj
arbeiðspláss, geva hópin av
arbeiði til eftirlitisfólk,
skipasýn umsiting av
skipum osfr.
Okkara skráseting og
skattaskipan innan
handilsflotavinnuna kann
bleiv ein vinnarasak um vit
bera okkum rætt at
Sambandsflokkurin vil
virkað fyri at fáa hesi
viðurskifti í rættlag.
Vel Sambandsflokkin
tann 19. Januar vit eru
flokkurin fyri tey sum vilja
framá og mennað land og
fólk vit eru tín flokkur.
FAS skipanin er ikki nøktandi
Løgtingsmaður
Sambandsflokkurin
Johan
Dahl
Val
Hevur tú nýliga fingið
koyrikort? So ert tú í
einum serligum vanda
bólki, sum "teir gomlu
menninir" á Løgtingi hevur
sett teg í. Tí tú verður í
nýggju STIGASKIPANINI
(klippikortskipanini)
harðari revsaður enn tey,
sum hava havt koyrikort í
fleiri ár. Hví tað? Hví ikki
øvut? Sum nýggjur
bilførari vantar tær royndir,
og tí er nógv skjótari hjá
tær at "koma til" at gera
eitt lógarbrot eftir nýggju
ferðslulógini. Og lógarbrot
verða ikki altíð gjørd við
vilja. Fleiri av lógarbrot
unum í nýggju stigaskip
anini eru av slíkum slagi,
at ein nýggjur bilførari
lættliga kann gerast
lógbrótari uttan at vilja tað.
Tí er tað botnórættvíst
móti tykkum ungu at revsa
tykkum harðari, tí júst
royndirnar skapa ein betri
bilførara. Og royndirnar
fær man bara við at koyra.
Og skulu krøv setast, mugu
tey setast til tey við roynd
unum. So her er alt øvut.
Tey ungu eru gjørd til
syndabukkar fyri ferðslu
óhapp, hóast ongi hagtøl
tala fyri hesum. Ongi
hagtøl vísa nevniliga,
hvussu nógvar ferðir meiri
ein ungur er á vegnum enn
ein eldri. Um ein ungur er
20 ferðir meiri í bilinum
enn ein eldri og bara
fremur 5 ferðir so nógv
óhapp, so er tað í
veruleikanum tann eldri,
sum hevur trupulleikan.
Hetta leggja teir, sum
valda, onki í. Men tað geri
eg og vil virka fyri at
broyta hetta órættvísið eftir
komandi val.
Eg var tann EINASTI,
sum atkvøddi ímóti nýggju
stigaskipanini, tí eg
hugsaði um tykkum, sum
eru ung. Hugsa tit um meg,
so kunnu vit saman avrika
nógv.
Hey tit UNGU! Bara OYN atkvøddi ímóti!
Miðflokkurin
Bill
Justinussen
Val
Alsamt vaksandi tørvur er
á sjúkrarøktarfrøðingum í
heilsuverkinum. Sjúkra
røktarfrøðiskúli Føroya
bjóðar eina útbúgving á
altjóða støði, Bachelor of
Science in Nursing. Bert
eitt hold à 22 lesandi
verður tikið inn um árið,
hóast vit hvørt ár hava 50
umsóknir og meir. Skúlin
hevur gjørt avvarðandi
myndugleikar varugar við,
at við neyðugari fígging
ber til at fara undir at taka
tvey hold inn.
Kanningar í USA og
Noregi hava víst, at røkt
arstarvsfólk við sjúkrarøkt
arfrøðiútbúgving tryggja
sjúklingum á sjúkrahúsum:
betri sjúkrarøkt og – við
gerð, styttri innlegging,
betri útlit fyri heilsubót,
færri langtíðar fylgjur av
sjúkuni og ikki minst
hægri yvirlivilsisprosent!
Vit hava ikki ráð at
hyggja at uttan at gera
nakað við støðuna, nú vit
síggja tørvin á sjúkrarøktar
frøðingum ávirka umstøð
urnar hjá sjúklingum.
Neyðugt er at útbúgva
fleiri sjúkrarøktarfrøðingar
nú. Samstundis er eisini
neyðugt at hyggja at
teimum arbeiðskorum, sum
sjúkrarøktarfrøðingar og
onnur starvsfólk í
heilsuverkinum hava.
Her mugu vit eisini
hyggja at teimum møgu
leikum, sum leiðslurnar í
Nærverkinum og á sjúkra
húsunum hava fyri at gera
nakað munagott fyri ar
beiðsumhvørvi og menn
ing. Visjón 2015 tosar um
at útvega, fasthalda og
menna skikkað starvsfólk,
men tað skal raðfestast á
fíggjarlógini, um vit skulu
síggja nakað úrslit!
Uppskot til kunngerð um
ískoytisútbúgving til
Bachelor í sjúkrarøkt
liggur í Mentamálaráðnum,
og skúlin hevur fyrireikað
seg til at fara undir hesa
útbúgving so skjótt, sum
semja er um fíggingina av
útbúgvingini.
Mentamálaráðharrin
hevur givið Felagnum
Føroyskir Sjúkrarøktarf
røðingar lyfti um at farast
skal undir útbúgvingina
sum skjótast.
Eg vil arbeiða fyri, at
fleiri sjúkrarøktarfrøðingar
verða útbúnir og at farið
verður undir ískoytisút
búgvingina.
Veljið væl skikkað
heilsuverk
Veljið Sjálvstýrisflokkin
Veljið Lista D
Nú má handlast
Sjálvstýrisflokkurin
súsanna
Mortensen
Val
Fólkaflokkurin
roDMunDur
nielsen
Val
Hvat er tað sum ger, at eitt
land verður kent? Er tað
ikki næstan altíð okkurt,
sum hevur við tess mentan
at gera? Hugsa um Írland
og U2 ella onkran av teirra
mongu kendu rithøvund
um. Hugsa um Danmark
og H.C. Andersen ella
Søren Kierkegaard. Hugsa
um Pólland og films
skpararnar Kieslowski og
Wajda og dømini eru
óendaliga mong.
Tá tað kemur til Føroya,
so er tað húgvan hjá Jens
Martin Knudsen, Barbara
eftir JørgenFrantz
Jacobsen, Lena,Teitur og
Eivør, S. J. Mikines og
Ingálvur av Reyni, Guðrun
og Guðrun og mong onnur,
sum gera okkara oyggjar
kendar. Hesi eru øll umboð
fyri føroyska mentan hvør
á sínum øki. Og mentan er
ein dýrt keypt vøra, sum
gevur fleirfalt aftur tað,
sum verður lagt í hana.
Mentan er ein góð
søluvøra, sum vit gera rætt
í at leggja okkum eftir at
marknaðarføra nógv meiri.
Tí at so marknaðarførir
hon Føroyar
Les meiri á: homepage.
mac.com/hannajensen
Mentan – ein góð søluvøra
valevni fyri Fólkaflokkin
hanna
Jensen
Val