Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 14 - 21. januar 2008 Poul Michelsen vil hava eina samgongu við so lítlum meiri­ luta sum gjørligt og hann vil hava, at sjálvstýrismálið verður sjónligt í nýggja samgongu­ skjalinum Samgonga Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Skulu vit vera við í eini nýggjari samgongum skal sjálvstýrismálið týðiliga fram í samgonguskjalinum. Tað staðfestir nývaldi tingmaðurin hjá Fólkaflokk- inum í Havn, Poul Michel- sen. Hann hevur ongantíð dult fyri, at hann hoyrir til tann meiri loysingarsinnaða vongin í Fólkaflokkinum og hann sigur, at skal flokk- urin við í eina samgongu nú eftir valið, er tað ongin ivi um, at sjálvstýrismálið skal vera sjónligt í tí nýggja samgonguskjalinum. Hinvegin vil hann ikki siga nakað um, hvørja sam- gongu, hann kundi hugsa sær, ella - Tað er ein spurningur, sum formaður okkara, Jørg- en Niclasen, arbeiðir við í hesum døgum og tað lati eg yvir til hann. Í fyrstu syftu verður kann- að eftir, um ABC samgong- uni er lív lagað og um hon kann halda fram. Men er tað ikki ein møguleiki, verð- ur so kannað eftir, hvørjir aðrir møguleikar eru. - Floksleiðslan hevur so fingið at frá okkum í ting- manningini, hvat liggur okkum á hjartað og so verð- ur arbeitt eftir tí. Ein smøl samgonga Men umframt at hann vil hava sjálvstýrismálið sjón- ligari, vil Poul Michelsen eisini hava eina samgongu, sum er so smøl, sum gjør- ligt. - Mær dámar best tær smalu samgongurnar, sum akkurát hevur meiriluta. Sostatt vil hann helst hava eina samgongu, sum bara hevur 17 tinglimir. - Tað livi eg fínt við, tí tað krevur moral og disiplin av øllum samgongulimunum og eg havi altíð hildið, at tær eru tær sterkastu sam- gongurnar. Sostatt er hann ikki samd- ur við teimum, sum halda, at stóran samgongur við 20 ella 21 tinglimum, eru tær sterkastu. - Ein stór samgonga kann tykjast sterk ta fyrstu tíðina, men tá ið líður út á val- skeiðið, er tað altíð onkur, sum spælir fríspæl, sum vit so mangan sóu tað í sam- gonguni í valskeiðnum, sum nú er farið og tað skap- ar eina øgiliga órógv, sigur Poul Michelsen. Men hinvegin er tað eisini ein politisk kabal, sum ganga upp og gongur hon best upp í eini størri sam- gongu, hevur Poul Michel- sen heldur onki ímóti tí. Tað kann eisini leggjast afturat, at Poul Michelsen er ikki einsamallur í Fólka- flokkinum, sum vil hava sjálvstýrismálið aftur á dagsskrá, tí sum vit skriva í aðrari grein her í blaðnum, vil ein annar nývaldur ting- limur hjá Fólkaflokkinum, Annika Olsen, eisini hava sjálvstýrið á breddan. Hann er fýra ár eldri, men hann hevur eisini fýra ára royndir afturat at tak við sær inn á ting LøgtingSvaL 08 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Heini O. Heinesen var fast- ur táttur í politisku myndini, men á seinasta vali tapti hann fyri Karsteni Hansen Men nú Karsten var farin upp í Miðflokkin, var slóðin ruddað fyri, at Heini O. Heinesen kundi gera vart við seg aftur. Og tí møguleikanum tók hann av. Kunoyingurin var valdur aftur á ting leygardagin og tað er ein avbjóðing, hann gleðir seg til. - Tað verður ótrúliga stutt- ligt at sleppa aftur upp í tað politiska arbeiði, sigur hann. - Hann sigur, at enn sum áður verður fiskivinnan hansara høvuðsmál og tað førir hann seg enn betri brynjaðan til nú, enn tá ið hann fór úr Løgtingingum. - Eg eri fýra ár eldri, men eg havi eisini fýra ára royndir afturat við mær Tá ið hann stillaði upp, visti hann ikki um hann fekk nóg stóra undirtøku, serliga nú alt landið er eitt valdømi, men hann hevði kortini varhugan av, at hann hevði eina ávísa undirtøku í Norðoyggjum og tí kemur úrslitið kortini ikki heilt óvart á hann. Ótrúliga stuttligt at sleppa aftur á ting Vil hava eina smala sjálvstýrissamgongu - Tær bestu samgongurnar, eru tær smalu samgongurnar, sum akkurát hava meirilutan aftanfyri seg, sigur nývaldi fólkafloksmaðurini Havn, Poul Michelsen Heini O. Heinesen Kunningarfundur um NORDPULS Hósdagin skipar Altjóða Skrivstovan fyri kunningarfundi um Nordplus, ið er ein útbúgvingarskipan hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Fundurin verður í Læraraskúlahøllini og byrjar kl.13. Hann vendir sær til øll, sum hava áhuga í norðurlendskum samstarvi við atliti at útbúgving og lívslangari læring. Norðurlendska Ráðharraráðið hevur í tíðarskeiðinum 2008-2011 sett í verk eina nýggja Nordplus rammuskrá, ið gevur stuðul til mobilitet, netverksskapan og samstarv á útbúgvingarøkinum. Tað nýggja í hesi skránni er m.a., at tey trý baltalondini Estland, Letland og Litava eru komin uppí norðurlendska samstarvið. Nordplus rammuskráin fevnir um fýra høvuðsskipanir: Nordplus Horisontal, Nordplus Junior, Nordplus Hægri Útbúgving og Nordplus Vaksin. Umframt kunning um skipanirnar verður eisini greitt frá tveimum tvørgangandi Nordplus-skipanunum, ið ikki eru partar av nýggju rammuskránni. Tær eru: Nordplus Mál & Mentan og Russlandsskipanina, sum er skipan, ið er ætlað til at menna samstarv millum Norðurlond og Útnorðurrussland innan alt útbúgvingarøkið. Endamálið við Nordplus skipanunum er, at tær skulu styrkja norðurlendska-baltiska felagsskapin og samleikan við støði í søguligu, mentanarligu og demokratisku felagseyðkennunum hjá londunum. www.husamekling.fo Vit selja húsini 430 Oyri – nýggj tvíhús Stødd á húsum:...............68 m² x 2 + loft Stødd á grundøki:...........Uml. 300 m² Byggiár:............................2007 Kostnaður:........................Kr. 1.280.000,- Suðurstíggjur 1, Argir Stødd á húsum: 119 m² + kjallara, loft og hjall Stødd á grundøki:...........581 m² Byggiár:............................1979 Kostnaður:........................Hóskandi boð ynskist Undir Gráasteini, blok. 1A 5. hædd Stødd á húsum: 105 m² + goymslurúm 13 m² Stødd á grundøki:...........Felagsøki Byggiár: ...........................2007 Kostnaður:........................Hóskandi boð ynskist Bergsvegur 6, Tórshavn Stødd á húsum:...............Uml. 59 m² x 2 + loft Stødd á grundøki:...........570 m² Byggiár:............................1933 Kostnaður:........................Hóskandi boð ynskist Fútalág 30, Tórshavn Stødd á húsum: ..............Uml. 90 m² x 3 + hjall Stødd á grundøki:...........384 m² Byggiár:............................1973 Kostnaður:........................Hóskandi boð ynskist Oyrabakki – tvíhús í gerð Stødd á húsum:...............72 m² x 2 Stødd á grundøki:...........300 m² Byggiár:............................2008 Kostnaður:........................Kr. 1.400.000,- www.husamekling.fo · husamekling@husamekling.fo · Vaglið · Tórshavn · Tel. 323000 · Fax. 323001