Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 38 - 24. februar 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Høgni Mohr Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Til Elina Lindenskov, býráðslim í Havn Søgan um barnaansingar- lógina er tann, at við stutt- um skotbráði varð hon send kommunufelagnum til um- mælis. Ætlanin var at lógin skuldi vera samtykt og komin at virka 1. jan. ár 2000. Kommunufelagið gjørdi skjótt av og gjørdi sínar við- merkingar. Havnar kommuna gjørdi eisini viðmerkingar og á fundi við kommunusam- skipanina vórðu hesar báðar viðmerkingar sambornar. Sera áhugavert var at merkja sær, at uttan at vita av hvørjum øðrum vóru við- merkingarnar hjá hesum báðum partum næstan júst tær somu. Eg vil siga at okkara var nokk munin betri, tó kundu tær uttan hóvasták samskrivast til eina viðmerking. Saman lótu vit landsstýr- inum gjørdu viðmerking- arnar til ásettu tíð. Tað sum síðani er farið fram er tað, at kommunu- felagið hevur tvíhildið um, at tann sum skal gjalda skal eisini valda, og at komm- ununar sjálvar skulu gera av, hvørji tær seta í starv. Pedagogar ella pedagogar og leikfólk. Jógvan K. Mørkøre, kommunufelagsformaður Til Súsonnu Holm í Sosialinum nr. 35 Tað sum eg sum formaður í Kommunufeløgunum havi úttalað um í samband við yvirtøku av barnaansingini er tað, at tann sum skal gjalda skal eisini valda. Hesaferð er talan um 100% kommunala gjaldsbyrði - minus foreldragjald. Hetta var so svarið til spurning tygara, citat: »Tí má eg spyrja um hvussu nógv veit J. K. Mørkøre um viðurskiftini á økinum, sum hann úttalar seg um vegna allar kommununar í Føroya kommunufelag«, citat end- að. Omanfyri nevnda úttalilsi ber eisini í sær, at tað vera kommununar sjálvar, ið skulu biðja fólk til síni bansaansingartilboð. Hvørji fólk verða biðin kunnu bæði tú og eg gita um – eg giti, at neyvan vera pedagogarnir við sviði soði. Skuldi lógin ásett, at tað er bert loyvt pedagogum at ansa børnum, so vera tað nógvar bygdir sum fram- vegis ikki fáa stovnsett barnaansing, tí barnatalið ber ikki eitt pedagogstarv burturav, og at tað heilt ein- falt ikki fáast nóg nógvir pedagogar. Hetta var so tað sum eg sum formaður í kommunu- felagnum kom at siga um barnaansingarmálið. Annars dámar mær væl at skifta orð við fólk við aðrari áskoðan enn eg og at verða sannførdur av skilagóðum fólki havi eg einki ímóti, men at samtala við geylandi fundamentalistar er einki stuttligt. Børn og barnaansing hev- ur uppiborið skilagóða við- gerð, serliga eisini tí at hetta »øki« er í stórum vøkstri og sæst aftur á landsins fíggj- arlóg og teimum kommun- alu fíggjarætlanum við alt størri tølum. Á eini og hvørjari fíggj- arlóg ella fíggjarætlan er mark fyri hvussu stórur ein ávísur partur kann vera, tí postarnir eru mangir. Tak bara studningin til fiski- vinnuna, hann mátti trýstast niður, tí tann posturin vaks sum breyð ið gongur. Í samband við ansing av børnum heima ella úti er so ómetaliga nógv ið kundi verið tikið fram. Tíðirnar broytast, og tíverri ikki altíð til tað betra, hjá børnum ofta beinleiðis til tað vera. Eitt sum kann gera seg galdandi tá rokkið er á mál í barnaansingarmálinum, er tað at smærri bygdir og býl- ingar kunnu liggja barn- tómir, soleiðis at um okkurt barn er heima hjá mammuni so er einki annað barn í grannalagnum at spæla við. Tá er skjótt at fella á sjón- varpsbarnaansing. Pínligi spurningurin er tá: Hvør barnaansing er betri fyri barni, úti ella heima? Sanniliga er vandi í hvørj- ari vælferð og ikki vendist aftur, tí lánið skal gjaldast og bæði pápi og mamma mugu arbeiða. Jógvan K. Mørkøre UM nærum somu tíð sum partur av tinginum týsdagin viðgjørdi framtíðar vinnu okkara legði eitt av okkara fiskiskipum upp fyrstu lastina av villum laksi í skjótt 10 ár. Og um nakað sama mundið, legði eitt av okkara »nýggju« frálanda- skipum til bryggju í høvuðsstaðnum. TAÐ, sum tingmenn oo. tosa um og leggja alstóran dent á, eina meira fjøltáttaða vinnu, sum hevur meira enn eitt bein at standa á, tað vísa sjómenn okkara í verki í gerandisdegnum. Og hendingarnar, sum sipað verður til omanfyri, eru nettupp dømi um, at tað ikki haltar millum teori og praksis. Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt frá búskaparfrøðingum, at størsti vansin við føroyska samfelagnum, er tann so einvísi vinnu- bygnaðurin, har nærum alt samfelagið stendur og fellur við støðuni í fiskivinnuni. Seinnu árini er tað gleðiliga tó hent, at vit á fiskivinnuøkinum hava fingið enn eitt bein at standa á, og tað er alivinnan. Eins og í fiskivinnuni hava føroyingar eisini í alivinnuni víst ikki sørt treiskni og dugna- semi, at hesar báðar vinnur í dag eru berandi súlurnar í búskapinum. Men vit skulu kortini ikki gloyma tær kreftir, sum spíra kring landið alt, spíra av kraft og gleði yvir at kunna skapa nakað, og sum innslagið í Degi og Viku týs- kvøldið eisini varð eitt so talandi dømi um. HVØR mundi havt torað fyri bert fáum árum síðani at gitt, at eitt føroyskt virki fór at fram- leiða ljós til alibrúk kring allan heimin! Slíkt fløvar og er eisini eitt tekin um, at vit duga bara vit vilja. Og at bæði dugnaskapur og vilji eru til steðar er eingin ivi um. Og her er Thor í Hósvík eitt talandi dømi. Nettupp hetta reiðaríið og fólkini, ið standa aftanfyri, eru dømi um, hvussu vit føroyingar eiga og kunnu fjøltátta vinnulívið og harvið skapa samfelagnum eina tryggjari grund at standa á. At brúka royndir okkara frá fiskivinnuni og ikki minst royndir og dugnasemi okkara sum sjófólk í eini frálandavinnu er rætta leiðin at ganga skulu vit byggja brúgv millum teori og praksis í framtíðar vinnu- og búskap- arhøpi. INITIATIVINUM bagir einki, tá hugsað verður um, hvussu væl føroyingar gjøgnum tíðina hava dugað at umstilla seg frá eini vinnu til aðra. Nú er so bara at vóna, at okkara myndugleikar, sum eru teir, ið skulu skapa umstøður og karm- ar fyri vinnuna at virka undir, ikki fara í hina grøvina og bara standa hyggjandi at. Einhvør vinna hevur nevniliga brúk fyri góðum karmum at virka undir, og slíkir karmar eru eisini ein vælvirkandi samferðsla, sjúkrahúsverk, eitt nú- tímans skúla- og granskingarverk osfr. Tíanverri boða signalini úr Tinganesi frá teimum, sum hava sett seg á kassan, ikki frá góðum í so máta. At tosa um størri sjálvbjargni og entá fullveldi um somu tíð sum tú drenar so týðandi almennar tænastustovnar sum SL og LS fyri orku og lív, er tað sama sum at spenna bein fyri sær og sínum. Og at tosa um at fyribyrgja óhepnum avleiðingum av eini oljuvinnu uttan at vilja seta pengar av til eitt alment apparat er tað sama sum at góðtaka óhepnu avleiðingar- nar. Vilji og dugnaskapur til fjøltáttað vinnulív Aftur eitt nýtt svartkjaftaloyvi Landsstýrismaðurin í fiski- vinnumálum hevur gjørt nógv burtur úr at siga, at einki nýtt loyvi er skrivað út til svartkjaftaveiðu í hansara tíð. Felagið Nóta- skip hevur ferð eftir ferð víst á, at hetta ikki er rætt, men at fleiri loyvir, ið ann- ars gingu út 1. apríl 1999, tá kundu verið steðgaði. Hóast tað hevur landsstýr- ismaðurin skrivað hesi loyvir úr seinni. Og nú sær tað so út til, at upp aftur eitt nýtt loyvi at fiska svartkjaft er givið. Smb. Dimmalætting 22.02.2000 kundi loyvi til Prestland ikki brúkast sum grundarlag fyri innflutn- ingsloyvi til Næraberg, tí at hesin ikki var eitt føroyskt skip. Báturin er leigaður úr Noreg. Hetta hevur sjálv- andi givið umsitingini kald- ar føtur, tí helst hevur upp- runaliga innflutningsloyvi verið givið á skeivum grundarlag og so verður roynt at bjarga støðuni við at skriva eitt royndarloyvi. Framvegis smb. Dimma- lætting hevur landsstýris- maðurin í grein 20 í Lógini um vinnuligan fiskiskap funnið ein útveg. Helst er tað stk. 1, ið víst verður til. Har stendur: »Fiskirann- sóknarstovan hevur loyvi at fremja vísindarligar fiski- rannsóknir, við egnum ella leigaðum fiskiførum, uttan mun til reglurnar í hesi lóg«. Stk. 2 í somu lóg sigur, at royndarfiskiskapur krevur serstakt loyvi frá landsstýr- ismanninum. Og her er tað so, at ein má spyrja sg sjálvan: Hvat er tað, sum føroyingar enn ikki hava funnið út av við at fiska svartkjaft, hóast teir hava roynt hetta í 20-30 ár? Hvørjar upplýsingar eru tað, sum Fiskirannsóknarstovan ikki kann fáa frá verandi svartkjaftaflota og hvørjar serligar førleikar hevur hetta nýggja skipið til at fiska svartkjaft og sum kunnu geva serligar upplýs- ingar til Fiskirannsóknar- stovuna? Nei, tað er valla grundað á ynskir frá Fiskirannsókn- arstovuni um fleiri upplýs- ingar, at hetta loyvi er skriv- að út. Men hetta er ein nýggjur framleiðsluháttur ella upp- afturtøka av einum fram- leiðsluhátti. Og tað er helst at tamba § 20 í lógini um vinnuligan fiskiskap meira enn hon tolir at leggja hana til grund fyri at skriva út loyvi til royndarfiskiskap og grundgeva hetta við, at talan er um ein nýggjan fram- leiðsluhátt. Annars hevur hetta við at útskriva royndarloyvir verið nógv skert hesi seinnu árini, tí tað vekir ikki júst álit í okkara grannalondum, at man í Føroyum bert kann útskriva eitt loyvi til roynd- arfiskiskap, um hetta ikki kann faást á annan hátt. Tað verður eisini torført at fremja umsetiligheitina í verki, um menn bert kunnu fara út í Landsstýrið at fáa sær eitt royndarloyvi í stað- in fyri at ogna sær tað á vanliga marknaðinum til marknaðarprís. Jú, harra landsstýrismað- ur, tað eru útskrivaði fleiri nýggj loyvir síðani novem- ber 1998 og sum undan- gongumaðurin í fiskivinnu- málum ikki noyðist at bera ábyrgdina av. Í Felagnum Nótaskip halda vit hetta vera ógvuliga ótrygg viðurskiftir at gera íløgur undir og heita tí á okkara landsstýrismann um at steðga á við at geva fleiri loyvir. Vinarliga Felagið Nótaskip PER HØJGARD OG KÁRI DURHUUS (FØROYSKA TÍÐINDASTOVAN) Eitt telefaks úr forsætismál- aráðnum í gjáramorgunin, sum boðaði frá ráðharra- skifti, fekk hópin av donsk- um tíðindafólkum á tíðind- afund í forsætismálaráðnum um middagsleitið í gjár. Millum nýggju ráðharrar- nar var Ritt Bjerregaard, sum er gomul í garði í Fólk- atinginum, men sum hevur verið uttanfyri danskan pol- itikk seinastu seks árini. Í fimm ár var hon ES-nevnd- arlimur í umhvørvismálum. Tað hevur vakt ans, at Poul Nyrup Rasmussen hevur lovað Ritt Bjerregaard upp í stjórnina, tí hon hevur mangan funnist at Nyrup og hansara politikki bæði í Fólkatinginum, og meðan hon sat sum ES-nevndar- limur í Brússel. Slapp ikki uttan um Ritt Tað ljóðaði, at Nyrup í síni tíð sendi Ritt Bjerregaard til Brússel fyri at sleppa undan hennara atfinningum, men tað eydnaðist ikki, tí hon helt fram at vera atfinning- arsom, hóast hon hevði sína dagligu gongd í evropeiska høvuðsstaðnum. Tá Danmark skuldi senda ein nýggjan ES-nevndarlim til Brússel fyri góðum ári síðani, valdi Nyrup fyrrver- andi menningarmálaráð- harran, Poul Nielson, fram um Ritt Bjerregaard. Danski javnaðarflokki- num hevur í meinininga- kanningum seinastu mánað- arnar fingið vánalig úrslit. Eygleiðarar á Christians- borg meta tí, at Nyrup nú í vónloysi hevur tikið Ritt Bjerregaard við í stjórnina. Hon er hóast atfinningarnar framvegis høgt í metum hjá nógvum donskum javnaðar- fólkum. Tíðindafólk á Christians- borg spyrja, um Ritt Bjerr- egaard verður eitt tvíeggjað svør, sum verður við til at venda afturgongd til fram- gongd, men sum samstund- is við sínum atfinningar- sama atburði verður ein hóttan ímóti Poul Nyrup Rasmussen sum leiðara hjá donsku javnaðarveljaru- num. Nyrup og Lykketoft eru bjartskygdir Poul Nyrup Rasmussen vildi treyðugt tosa um síni viðurskifti við nýggja mat- vørumálaráðharran á tíðind- afundinum í gjár. Men hann segði kortini undan fundinum, at hann væntaði sær onkrar smá- vegis trupulleikar av Ritt Bjerregaard. - Eg fái nokk eitt sindur av stríði av Ritt Bjerregaard, men tað er slíkt, sum ger lívið ríkari, segði Poul Ny- rup Rasmussen. Mogens Lykketoft, fíggj- armálaráðharri gleðir seg hinvegin til at samstarva við Ritt Bjerregaard, og hann vísir aftur, at gamlar ósemj- ur fara at tyngja komandi samstarvið í donsku stjórn- ini. Hann heldur, at hon við sínum royndum verður ein frálíkur matvørumálaráð- harri. - Eg gleði meg at fáa hana sum starvsfelaga, sigur Mogens Lykketoft, fíggjar- málaráðharri. Ritt skal tala fyri evruni Ritt Bjerregaard skal um- framt at vera matvørumála- ráðharri stíla fyri herferðini til frama fyri evruni, ið danski javnaðarflokkurin er farin undir, og sum fyrrver- andi matvørumálaráðharrin, Henrik Dam Kristensen, hevur umsitið. Kunningarstjórin í Danska Handilskamarinum, Ebbe Mogensen, heldur, at Ritt Bjerregaard er rætti pol- itikarin til at sannføra danskarar um, at Danmark skal fara upp í evru-sam- starvið. - Hon hevur luttikið nógv í evru-kjakinum, og sam- stundis er matvørumálaráð- ið, tann ráðharrastovan, sum hevur mest við ES at gera í gerandisdegnum, sigur Ebbe Mogensen. Poul Nyrup Rasmussen hevur mælt til at hava eina fólkaatkvøðugreiðslu um evruna, áðrenn fólkatings- val verður aftur um í mesta lagi tvey ár. Nyrup endur- nýggjar politikkin Samstundis, sum Poul Ny- rup Rasmussen í gjár boð- aði frá ráðharraskifti, legði hann fram ein bókling við nýggjum politiskum setn- ingum. Poul Nyrup Rasmussen Ritt inni aftur í hitanum Poul Nyrup Rasmussen hevur tikið Ritt Bjerregaard til náði aftur, nú forsætisráðharrin hevur endurskipað stjórnina. Men frú Bjerregaard kann gerast eitt tvíeggjað svør fyri Nyrup og hansara nýggja politikk, sum hann eis- ini legði fram í gjár stendur nú á odda fyri tí fjórðu stjórnini í Danmark, síðani 1993. Eitt mál er, at Danmark skal menna sam- starvið á altjóða politiska pallinum og í altjóða sam- handlinum, so Danmark og donsk virði m.a. vera við til at tilevna tað nýggja Ev- ropa. Samstundis skulu íbúgvar í Danmark - uttan mun til húðarlit, kyn og sosialan og etniska uppruna — hava møguleikan at hava eina virkna og trygga tilveru. Í nýggja vælferðarsamfel- agnum skulu øll bæði hava rætt til og møguleika fyri at taka ábyrgd og seta krøv um góðsku í gerandisdegnum, verður m.a. sagt í nýggja bóklinginum um politisku málini hjá nýggju Nyrup- stjórnini. Men øll tey føgru orðini eru ongin trygd hjá Poul Nyrup Rasmussen, tí and- støðan finst nógv at Nyrup í hesum døgum, og tað merkist á øllum brøgdum, at Vinstraflokkurin við And- ers Fogh Rasmussen á odda, er til reiðar at koppa Nyrup- stjórnini, tá fyrsta høvi býðst. (Lesið meira um stjórnar- broytingina á síðu 13) Nýggi ráðharra- listin hjá Poul Nyrup Rasmussen Her er eitt yvirlit yvir teir 20 ráðharrarnar í fjóðru stjórnini hjá Poul Nyrup Rasmussen: POUL NYRUP RASMUSSEN (S), forsætisráðharri Marianne JELVED (R), BÚSKAPARRÁÐHARRI MOGENS Lykketoft (S), fíggjarmálaráðharri NIELS HELVEG PETERSEN (R), uttanríkisráðharri SVEND AUKEN (S), umhvørvis- og orkumálaráðharri JAN TRØJBORG (S), menningarmálaráðharri KAREN JESPERSEN (S), innanríkisráðharri JYTTE ANDERSEN (S) bústaðar- og býarráðharri HANS HÆKKERUP (S), verjumálaráðharri BIRTE WEISS (S), granskingarráðharri HENRIK DAM KRISTENSEN (S), sosialmálaráðharri FRANK JENSEN (S), løgmálaráðharri RITT BJERREGAARD (S) matvørumálaráðharri SONJA MIKKELSEN (S), heilsumálaráðharri OLE STAVAD (S), skattamálaráðharri PIA GJELLERUP (S), vinnulívsmálaráðharri JACOB BUKSTI (S), ferðslumálaráðharri ELSEBETH GERNER NIELSEN (R), mentamálaráðharri MARGRETHE VESTAGER (R), undirvísingar- og kikjumálaráðharri OVE HYGUM (S), arbeiðsmarknaðarráðharri. Umstríddi politikarin, Ritt Bjerregaard, er aftur á politiska pallinum í Danmark Mynd: Føroyska Tíðindastovan Nyrup roynir við nýggjum ráðharrum at vinna álitið hjá veljarunum aftur. Danski javnaðarflokkurin hevur verið fyri stórari afturgongd í meininga- kanningunum seinastu mánaðarnar. Mynd: Føroyska Tíðindastovan