Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 38 - 24. februar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 38 - 24. februar 2000 Kaupthing letur upp í Føroyum Íslendska fíggjarfyritøkan Kaupthing hf letur nú upp skrivstovu í Føroyum. Fyritøkan varð stovnað í 1982 og hevur umframt skrivstovuna, sum nú letur upp í Føroyum, eisini skrivstovu í Luxembourg SVEINUR TRÓNDARSON Í dag gerst trengri á før- oyska fíggjarmarknaðinum. Íslendska fíggjarfyritøkan Kaupthing hevur nevniliga gjørt av at venda eygunum móti føroyska fíggjar- marknaðinum. Johnny Brøgger, sum starvast hjá Kaupthing í Luxembourg, váttar fyri Sosialinum, at teir hava vent eygunum móti Føroy- um. Sparikassarnir eiga Kaupthing hf er fyritøka, sum íslendsku sparikassar- nir - og teir eru nógvir - stovnaðu í 1982. Endamálið við fyritøkuni var at reka meklaravirksemi og at stýra langtíðarlikvidi- tetinum hjá sparikassunum. Hetta mundi gangast væl, tí síðani hevur felagið økt munandi um virksemið. – Í 1996 stovnaði Kaup- thing eina íløgueining í Luxembourg við tí enda- málið at gera íløgur í altjóða virðisbrøv, sigur Johnny Brøgger. Hann vísir á, at tað á henda hátt ber til at sam- ansjóða íløgurnar hjá mong- um smáum íleggjarum. Harvið skuldi borið til at fingið størri úrtøku burtur úr íløgunum. Seinni varð eisini ein íløgugrunnur afturat settur á stovn, sum skuldi umsita peningaognirnar hjá ríkari íslendingum og pensjóns- grunnum. Keypsskálin Sum kunnugt verður arbeitt við at gera ein virðisbræva- marknað í Føroyum og vit spurdu tí Johnny Brøgger um tað var ein orsøk til, at Kaupthing nú vendir nøsini hendavegin. – Kaupthing hevur verið sera virkin á íslendska marknaðinum bæði í samb- andi við privatiseringar og í sambandi við at íslendski keypsskálin varð settur á stovn, sigur Johnny Brøgger og leggur afturat, at teir meta, at gongdin í Føroyum fer at vera ógvuliga lík teirri íslendsku. – Tí halda vit, at vit hava nakað at geva føroyingum og tað er orsøkin til, at vit nú byrja virksemið í Føroy- um, sigur hann. Eitt av teirra arbeiðsøkj- um kann tí hugsast fara at vera at hjálpa fyritøkum, sum ætla at skráseta seg í keypsskálanum tá hann ein- aferð verður settur á stovn. Altjóða spælireglur Nýggja fíggjarfyritøkan kemur inn á føroyska fíggj- armarknaðin undir somu treytum, sum verandi fyri- tøkur. Danskar lógir eru gald- andi á økinum, men tær eru gjørdar í samsvari við ES- direktiv, sum leggja ógvu- liga stóran dent á tryggleik- an hjá íleggjarunum. Treytirnar eru kortini ikki ókendar fyri íslendingum, tí teir hava lagt sínar reglur heilt upp at reglunum, sum eru galdandi í ES, eisini. Sosialurin hevur skilt, at stjóri og starvsfólk eru sett í nýggju fíggjarfyritøkuni, men tað frætta vit meira um í morgin. Nú íslendska fíggjarfyri- tøkan Kaupthing letur upp í Føroyum, vera Føroya Banki og sparikassarnir ikki einsamallir á tí marknaðinum savnsmynd Hátíðarhildu tíggju ára dagin Nógv fólk var komið saman tá Skála skúli hátiíðarhelt tíggju ára dagin hjá nýggja skúlanum. Næmingarnir undirhildu gestunum og ikki fyrr enn klokkan nærkaðist midnátt var skúlin tómur SVEINUR TRÓNDARSON Tað var kanska líka so frægt, at skúlanæmingarnir á Skála høvdu frí fyrradag- in. Teir høvdu uttan iva ver- ið nakað linir aftan á tann langa mánadagin, tá skúlin hátíðarhelt tíggju ára dagin fyri at skúlin varð vígdur. Skipað varð fyri stórum tiltakið í skúlanum mána- kvøldið og skúlahøllin var á tremur av fólki. Væl var lagt til rættis, og allir næmingarnir í skúla- num vóru á ein ella annan hátt við í tiltakinum, sum byrjaði klokkan nítjan. Yngstu næmingarnir sungu og framførdu leik sum lærararnir høvdu sett saman við teimum, meðan teir eldru sungu og undir- hildu við skemti. M. a. vóru fleiri skemtiligir smáleikir á pallinum. Umframt tað helt Pauli Joensen røðu har hann greiddi frá tíðini hann var lærari á Skála og hann visti at siga frá nógvum forvitn- isligum. Pauli er í tí støðu, at hann hevur verið lærari í øllum skúlunum, sum hava verið á Skála og hann greiddi millum annað frá arbeið- inum at gera nýggja skúlan, sum nú er í brúki. Umframt tað var eisini ein lítil fimleikaframsýning í skúlahøllini og tað fegn- aðust gestirnir um. Gestirnir sluppu eisini at vera eitt sindur við í tiltaki- num, tí umframt at fara upp á gólv, varð eisini sungin onkur felagssangur. Aftaná framførslurnar og dansin bjóðaði skúlin til ein drekkamunn og ein køku- bita. Sum sagt var stór mann- fjøld møtt til tiltakið og væl mundu tey trívast í skúl- anum, tí klokkan mundi vera um midnátt áðrenn seinastu gestirnir fóru úr skúlanum aftur. Skúlahøllin á Skála var fullsett, tá skúlin hátíðar- helt tíggju ára dagin fyri vígsluni Úr Løg- tinginum Promillu- koyring og kolvetnis- skattur Broyting í ferðslulógini, kolvetnis- skattalógin og tríggjar grannskoð- anir vóru til aðru viðgerðar í ting- inum í gjár JOHN JOHANNESSEN Eitt uppskot hjá javnað- artingmanninum, Dan Reinert Petersen, um broyting í løgtingslóg um ferðslu og kolvetnisskatt- alógin hjá Karsteni Hans- en, fíggjarmálaráðharra, vóru til aðru viðgerðar í tinginum í gjár saman við trimum grannskoðanum av almennum roknskap- um. Uppskotið um broyting í løgtingslóg um ferðslu er tingmál nummar 37/ 1999, og snýr tað seg um at geva teimum, sum eru frádømd koyrirættin vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, betri møguleika fyri at fáa koyriættin aftur, um tann dømdi í minst eitt ár frammanundan hevur yvirhildið eina eftirans- andi viðgerð fyri rús- drekkamisnýtslu. Uppskotið hjá Dan Pet- ersen varð lagt fyri tingið 18. januar í ár, og eftir fyrstu viðgerðina 20. jan- uar, varð tað beint í rætt- arnevnina, ið nú er liðug at viðgera tað. Rættar- nevndin mælir samd ting- inum til at taka undir við uppskotinum. Kolvetnisskattalógin er tingmál nummar 49/ 1999. Hon varð løgd fyri tingið av Karsteni Hans- en, fíggjarmálaráðharra, 4. februar í ár, og er hon eitt uppskot til løgtings- lóg um broyting í løg- tingslóg um skattainntøk- ur av kolvetnisvirksemi. Kolvetnisskattalógin varð eftir fyrstu viðgerð 9. februar beint í fíggjar- nevndina. Nevndin er nú liðug at viðgera málið, og mælir hon samd til at samtykkja uppskotið. Almennu roknskapirnir vóru undir fyrstu viðgerð- ini 17. februar beindir beinleiðis til aðru við- gerðar. Talan er um rokn- skapirnar fyri 1998 hjá Menningargrunni Ídnað- arins, Føroya Ídnaðar- grunni og Íleggingar- grunninum fyri Føroyar. Tveir fyri- spurnigar Fyrispurningarnir um ávikavist Skúlan á Trøðni og barnsburðar- grunnin skuldu svarast á tingfund- inum í gjár JOHN JOHANNESSEN Tvey tey seinastu málini áðrenn framløguna á dagsskránni fyri ting- fundin í gjár vóru svar uppá tveir fyrispurningar. Fyrstu fyrispurningurin var fyrispurningur nummar 100-18/1999, sum Rúna Sivertsen, ting- vinna fyri Fólkaflokkin, 25. januar setti Signari á Brúnni, landsstýrismanni í undirvísingar- og menta- málum, um skúlan á Trøðni og Sernámsdepil- in. Seinni fyrispurningurin var fyrispurningur nummar 100-19/1999, sum er Lisbeth L. Peter- sen, tingkvinna fyri Sam- bandsflokkin, 25. januar setti Finnboga Arge, landsstýrismanni í ar- beiðsmarknaðarmálum, viðvíkjandi barnsburðar- grunni. Rás 2 fær fatur á fleiri lurtarum EYÐUN KLAKSTEIN Kappingin millum útvarps- rásirnar verður nú rættiliga flutt út um høvusstaðin. Rás 2 fer um góðar tvær vikur at senda umvegis ein sendara á Brúnaskarði í Klaksvík, og hesin sendarin fer at hava við sær, at Rás 2 fer at hoyrast í Norðoyggj- um Lorvík, Fuglafirði og Gøtu. Tað er Norðoya Spari- kassi, sum nú tryggjar Rás 2 størri sendiøki. – Hetta fer at vaksa mun- andi um okkara inntøku- grundarlag, sigur Petur Jac- obsen, sum í gjár tók við sum stjóri á Rás 2, eftir at Suni Jacobsen er farin frá. Partapeningurin í Rás 2 er hækkaður úr 80.000 og upp í 130.000, og ADJ eigur nú størsta partin av parta- peninginum. Rás 2 hevur seinastu mánaðirnar sent útvarpstil- far til miðstaðarøki og Skálafjørðin, men tað hevur alla tíðina verið eitt ynski hjá rásini at víðka um sendi- øki. – Virðið á handilslýsing- unum veksur munandi, nú lýsingarnar kunnu hoyrast av tveimum triðingum av føroyingum, og hetta kemur at hava sera stóran týdning fyri okkum framyvir, sigur Petur Jacobsen. Klaksvíkingar, lorvíkingar, fuglfirðingar og gøtufólk kunnu um góðar tvær vikur skrúva útvarpstólið á Rás 2 Mynd: Jens Kristian Vang Rás 2 fer nú at senda til Norðoyggjar og størri part av Eysturoynni, og tað verður gjørt við Norðoya Sparikassa í rygginum – Vit fáa størri møguleik- ar at selja lýsingar, nú vinnulívið kann røkka størri fjøld, og vit røkka størri parti av vinnulívinum. Komnir á mál Rás 2 livir av lýsingarinn- tøkunum, og tí er framtakið í Norðoyggjum og Eystur- oynni ein liður í royndini hjá rásini at útvega sær fleiri pengar til at reka rásina fyri. – Jú fleiri pengar vit fáa inn, jú betri útvarp kunnu vit gera, sigur Petur Jac- obsen. Rás 2 ætlar sær at gera tilfar úr tí økinum, sum teir nú fara at senda til, og stjór- in útilokar ikki, at rásin fer at samstarva við lokal, til dømis í Klaksvík, har upp- tøkustudio longu er, og har áhugin fyri at senda útvarp er til staðar. Men enn er einki ítøkiligt í hesum. – Hetta liggur alt frammi í tíðini, men vit fáa nú møguleikan at lata til dømis klaksvíkingar senda sítt egna tilfar úr Klaksvík. Tekniskt er einki í vegin við hesum, sigur Petur Jacob- sen. Helst komnir á mál Rás 2 skal nú hava endaligu loyvini uppá pláss, men hetta eru alt avgreiðslumál. Radioeftirlitið skal góð- kenna, at Rás 2 setir sendara upp á Brúnaskarði, rásin skal hava ein frekvens, og Føroya Tele skal geva loyvi til Rás 2 at brúka eina an- tennu til at seta sendaran á. – Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá okkum at kunna senda til Klaksvíkar og størri part av Eystur- oynni, og eg eri sera spent- ur, nú tað verður veruleiki, sigur Petur Jacobsen. Hann sigur, at í løtuni eru ongar ætlanir um at víðka sendiøki enn meira. Rás 2 hevur onga skyldu til at senda til allar Føroyar, og nú teir røkka tveimum trið- ingum av fólkinum og stór- um parti av vinnulívinum, halda teir seg verða komnar langt ávegis – kanska á mál. Sparikassin ger tað gjørligt Norðoya Sparikassi hevur syrgt fyri, at Rás 2 verður ført at gera í løgu í nýggjan sendara nú. Sparikassin hevur goldið sendaran, sum nú skal set- ast upp á Brúnaskarði. – Tá vit gera ein slíka sponsoravtalu, er tað tí, at vit meta eitt virðið verða í hesum, sigur Gunnar Nol- søe, marknaðarleiðari í Norðoya Sparikassan. – Tað kann verða ein fyri- munur fyri okkara virkisøki, um vit fáa eina útvarpsrás afturat, og tað kann eisini metast sum eitt pluss, um fleiri tíðindi og útvarpstilfar annars verður gjørt í okkara øki, sigur hann. Hann leggur tó dent á, at Sparikassin fer ikki at blanda seg upp í virksemi hjá Rás 2. Teir hava goldið fyri sendaran, og Rás 2 eig- ur og brúkar hann. – Vit hava onga skyldu til at gera eina slíka íløgu, og vit hava heldur ikki bundið okkum til nakað, um onkur lokalur hevur hug at fara at senda útvarp. Vit meta frá máli til mál, sigur Gunnar Nolsøe. Stjórin á Rás 2 roknar við at taka nýggja sendaran í brúk um góðar tvær vikur. Petur Jacobsen er nýggjur stjóri á Rás 2