hósdagur 24. februar 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 38 - 24. februar 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 38 - 24. februar 2000
Krúnborg fekk hol gjøgnum dekkið
Nýggja Krúnborg mátti herfyri bróta túrin av, tá eygað, sum blokkurin hekk í, slitnaði og fór niður gjøgnum dekkið
JOHN JOHANNESSEN
Nýggja nótaskipið, Krún-
borg, hjá Eileri Jacobsen
fekk á seinasta túrinum eitt
hol, sum var 20 cm í tvør-
máti, niður gjøgnum dekk-
ið.
Hetta hendi tá eygað, sum
blokkurin, ið helt trolinum,
hekk í slitnaði og fór niður
gjøgnum dekkið.
Orsøkin til óhappi var
helst vánaligt veður. Ringa
veðrið gjørdi nevniliga, at
trolið, sum hekk í blokki-
num tók at søkka, og hetta
toldi blokkurin ikki.
Trolið skrædnaði
At hol kom gjøgnum dekkið
var ikki einasti trupulleikin,
Krúnborg fekk at dragast
við á sínum triðja svart-
kjaftatúri. Annað av trolun-
um skrædnaði eisini illa, og
verður tað nú umvælt hjá
trolvirkinum, Vónini, í
Fuglafirði.
Eiler Jacobsen sigur, at
tað trolið, ið skrædnaði, var
tað minna av báðum trol-
unum hjá Krúnborg. Men
hetta var í veruleikanum
betra trolið, tí tá roynt verð-
ur við stórum troli í ringum
verðri og nógv kemur í, er
vandi fyri at missa alt trolið,
sum tað er.
Verðrið hevur verið ringt
meðan Krúnborg hevur ver-
ið til fiskiskap, men Eiler
Jacobsen sigur, at skipið
hevur roynst ómetaliga væl
í ringa veðrinum.
– Á veg heim av einum
túri var vindmegin 44 metr-
ar um sekundið beint inn á
síðuna á skipinum, men
hetta gjørdi ikki mun, sigur
Eiler Jacobsen frá manning-
ini.
Nógvir trupulleikar
Trupulleikarnir á seinasta
túrinum hjá Krúnborg vóru
ikki teir fyrstu, reiðaríið
hevur havt at dragast við,
síðani tað skuldi yvirtaka
skipið.
Tá skipið skuldi takast
yvir vóru trupulleikar við
prísinum á skipinum í mun
til gomlu Krúnborg, sum
Eiler Jacobsen hevði selt
skipasmiðjuni. Skipasmiðj-
an var ikki nógd við standin
á gamla skipinum, og vildi
tí ikki lata fullan prís fyri
gomlu Krúnborg. Tískil
kom nýggja skipið at kosta
meira enn ætlað.
Tá Krúnborg var komin
til Føroya og skuldi fara til
fiskiskap vóru trupulleikar
við onkurm hyraulikrøri og
síðani vóru eisini trupulleik-
ar við umstýringini.
Alt hetta varð fingið í
rættlag, og Krúnborg fór til
fiskiskap. Men trupulleikar-
nir við umstýringini tóku
seg upp aftur saman við
trupulleikunum, ið stungu
seg upp undir seinasta túri.
Krúnborg liggur enn einaferð við bryggju orsakað av trupulleikum við umstýringini
Arbeiða
saman
um álit
Væntandi skulu ikki so heilt nóvgir fundir til afturat, áðrenn uttanlandsnevndin er liðug at viðgera fullveldismálið
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokk-
urin eru nú farnir miðvíst til verka at
skriva eitt felags álit til samráðingar-
nar um ríkisrættarligu støðuna. Mið-
flokkurin hevur orðað sítt egna álit
JOHN JOHANNESSEN
Nú nærkast endanum av
viðgerðini av fullveldismál-
inum í uttanlandsnevndini.
Klokkan níggju fríggja-
morgunin fara samgongu-
flokkarnir í uttanlands-
nevndini at leggja fram eina
kladdu til eitt álit til lands-
stýrið um, hvussu tað skal
bera seg at í ríkisrættarligu
samráðingunum við danir.
Somuleiðis fara and-
støðuflokkarnir at leggja
fram fram kladdur til síni
álit fríggjamorgunin. Sam-
bandsflokkurin og Javnað-
arflokkurin fara restina av
vikuni at arbeiða við einum
felags áliti, og Miðflokkurin
hevur longu orðað sær nøk-
ur lyklaorð.
Møguleiki fyri
meiriluta í andstøðuni
Sambandsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin síggja
báðir møguleika fyri, at
Miðflokkurin verður við í
teirra áliti, soleiðis, at and-
støðan í veruleikanum fer at
leggja eitt meirilutaálit fyri
landsstýrið.
Bæði Heðin Mortensen
og Jóannes Eidesgaard siga
seg síggja stóran møguleika
fyri, at Sambandsflokkurin
og Javnaðarflokkurin fara at
semjast um eitt felags álit
áðrenn fríggjadagin. Teir
vóna eisini at fáa Miðflokk-
in við, men kortini eru teir
ikki so heilt vísir í, at hetta
fer at bera til.
– Miðflokkurin hevur síð-
ani fullveldismálið tók seg
upp allatíðina havt ein heilt
serligan leiklut í tí. Hesin
leiklutur hevur verið, at
landsstýrið allatíðina hevur
roknað við Miðflokkinum.
Tí er ilt at siga, hvat fer at
henda áðrenn fríggjadagin,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Heðin Mortensen er púra
vísur í, at Javnaðarflokkurin
og
Sambandsflokkurin
kunnu semjast um eitt álit,
og hann heldur tað ikki vera
annað enn heilt náttúrligt,
at Miðflokkurin eisini verð-
ur við.
Bíðar eftir
samráðingarúrslitinum
Jenis av Rana sigur seg ikki
duga at síggja nakran mun
á tí, sum samgongan ætlar
sær og tað, sum Javnaðar-
flokkurin gjørdi greitt á
eykalandsfundinum sein-
asta leygardag.
Tí heldur Jenis av Rana
tað ikki vera nakað minni
enn eitt kvett, um tað eydn-
ast Javnaðarflokkinum at
fáa Sambandsflokkinum at
skriva álit saman við sær.
– Fær Javnaðarflokkurin
førkað Sambandsflokkin so
mikið, at teir báðir flokkar-
nir skriva álit saman, so er
meirilutin í uttanlands-
nevndini vorðin so stórur,
sum hann yvirhøvur kann
vera. Tá eru allir flokkarnir
samdir um, at landsstýrið
skal fara til Danmarkar at
samráðast um ein sáttmála,
sigur Jenis av Rana og vísir
á, at verður hetta veruleiki,
eru allir flokkar samdir í
øllum uttan nøkrum fáum
hugtøkum.
Miðflokkurin fer ikki at
skiva álit saman við Javn-
aðarflokkinum og Sam-
bandsflokkinum.
Men
fríggjadagin fer hann at
hyggja at, hvat álit tryggjar
føroyingum bestu livium-
støður í framtíðini, og tí álit-
inum fer hann at stuðla.
Væntast kann, at Mið-
flokkurin fer at stuðla sam-
gonguni, tí hann vil fegin
síggja eitt samráðingarúr-
slit, støða kann takast til.
Men hann leggur dent á, at
vælferðin hjá einstaka før-
oyinginum skal vera trygg
framyvir.
Kortini góðar vónir
Tórshavnar
Skipasmiðja
hevur sveisað holið í dekk-
inum á Krúnborg aftur og
trolið er umvæl hjá Vónini
í Fuglafirði.
Nú verður bert bíða eftir,
at umstýringin er liðugt um-
væld, so fer skipið aftur til
fiskiskap.
Til at umvæla umstýring-
ina, er ein maður frá verk-
smiðjuni, ið hevur gjørt
motorin, komin úr Finlandi.
Eilier Jacobsen sigur seg
hava góðar vónir fyri, at tað
fer at gangast væl hjá Krún-
borg, hóast óvanliga nógvir
trupulleikar hava verið at
drigist við síðani skipið
kom til landið.
Næstan 900 børn standa
á bíðilsta kring alt landið
Tað er hørð
kapping um frí-
tíðina hjá børn-
um. Og at ganga
í musikkskúla er
nú eitt ítriv, sum
veruliga er blivið
eitt alternativ til
ítróttin. Men
bíðilistin er lang-
ur
ÁKI BERTHOLDSEN
Bara í Havnini standa 500
børn á bíðilista.
Og um alt landið eru tað
næstan 900 børn, sum bíða
eftir at sleppa framat.
At ganga í musikkskúla
er nú blivið eitt veruligt alt-
ernativ til ítróttin.
Í løtuni eru tað 1.070
børn, sum ganga í musikk-
skúla kring alt landið.
Av teimum ganga um 450
børn í skúla í Havnini.
Men umframt øll hesi,
sum Musikkskúlin er við til
at geva eitt innihald í lív-
inum, eru tað mong onnur,
sum ikki sleppa í skúla, hó-
ast tey fegin vilja.
Martin Mouritsen, leiðari
á Føroya Musikkskúla, sig-
ur, at tað er um alt landið,
at tað er ein langur bíðilisti
eftir at sleppa framat.
– Summastaðni hava tey
gjørt eitt ávíst uppsøkjandi
arbeiði og tað hevur sjálv-
sagt eisini havt sína ávirkan
á bíðilistarnar.
Men í Havnini er onki
gjørt fyri at fáa næmingar
at melda seg til, so tey, sum
standa á bíðilista í høvuðs-
staðnum, eru alt børn, sum
veruliga hava hug at spæla.
Og hann leggur afturat,at
bíðilistin bara longist og
longist.
Nógv tað best umtókta
ljóðførið er klaverið, og
bara í Havnini er helvtin av
bíðilistanum, børn, sum
vilja sleppa at spæla klaver.
Men tann tørvin ber ikki
til at nøkta.
– Tað ber ikki til bara at
seta klaverlærarar. Men tað
skal eisini skoytast uppí, at
fremsta endamálið hjá
Musikkskúlanum er at læra
børnini samanspæl.
Mugu vísa áhuga
Leiðarin á Musikkskúlan-
um sigur, at av tí, at áhugin
fyri skúlanum er so nógv
størri enn tað, sum orka er
til at nøkta, verður skúlin
noyddur til at seta ávís krøv
til børnini.
Men hann leggur dent á,
at ongi krøv verða sett til
gávurnar hjá børnum, tí
skúlin er fyri øll.
– Tey einastu krøvini, vit
seta til børnini, er, at tey vísa
áhuga og møta upp, so at
tey ikki bara taka eitt pláss,
uttan at gera nakað við tað.
Tó vita vit eisini, at tað
kunnu verða orsøkir til, at
børninini ikki møta so væl
upp ávísar tíðir.
Útlit fyri menning
í løtuni eru 25 lærarar í
Musikkskúlanum. Umframt
úr Føroyum og norðurlond-
um annars, koma teir úr so
ymsum londum, sum Bul-
garia, Russlandi, Sveis og
Onglandi.
Og hetta metir Martin
Mouritsen avgjørt sum eina
styrki, tí tað gevur musikk-
lívinum íblástir úr nógvum
ymsum mentanum.
Tilsamans kostar musikk-
skúlin landinum 4,9 milli-
ónir í ár og tilsamans kostar
hann knappar átta milliónir.
Landið betalir helvtina av
læraralønunum, umframt
ferðingina hjá lærarunum.
Hina helvtina av lærara-
lønunum betala kommun-
urnar.
leiðarin hevur vónir um
at Musikkskúlin fer at
mennast.
– So at siga allar komm-
unurnar vilja hava Musikk-
skúlan at mennast og sostatt
skuldi grundarlag eisini ver-
ið hjá landinum at styrkt
hann.
Hann nevnir, at tað verður
eisini neyðugt at styrkja
leiðarastørvini kring landið,
tí tey eru rættiliga krevjandi,
men verða í dag mest rokna
sum eitt ískoyti til annað
arbeiðið.
Havnin spurtar frá
Martin Mouritsen vísir eis-
ini á, at tað er rættiliga stór-
ur munur á musikkskúlan-
um í Havnini og á bygd.
– Tað vísir seg sum um
Havnin spurtar frá øllum
hinum.
Hann heldur, at hetta
kemst av, at havnarfólk
hava ein annan hugburð til
musikkundirvísing
enn
bygdarfólk hava.
– Tað vísir seg, sum at
foreldur í Havn eru ídnari
at melda børn til, og at halda
teimum til.
Hann vísir eisini á, at
støðið í Havn hækkar skjót-
ari enn á bygd so at gloppið
veksur.
– Hetta er óheppið, men
hinvegin ber tað heldur ikki
til at steðga menningini í
Havn, fyri at alt skal vera á
sama støði, sigur Martin
Mouritsen.
Eitt spennandi summar hjá Strandferðsluni
Øll skip hjá Strandferðsluni skulu á
beding, men nú kann arbeiðið ikki so
frægt sum byrja, fyrrenn summarsigl-
ingin er í hond og tað kann fáa stórar
avleiðingar fyri ferðasambandið
ÁKI BERTHOLDSEN
Tað kemur rættilgia illa við
hjá
Strandferðsluni
at
frætta, at tað kann ganga ein
heilur mánaður enn, áðrenn
stovnurin fær at vita, um
hann fær meiri pening at
arbeiða við
Strandferðslan
hevur
brúk fyri sjey milliónum
afturat fyri at arbeiðið ikki
skal steðga upp.
Hetta er ein støða, sum
Standferðslan kom í, eftir at
løgtingið noktaði fyri at
ferðaseðlaprísirnir hækk-
aðu, samstundis sum løg-
tingið heldur ikki vildi játt-
að henni meiri pening á
fíggjarlógini.
Ætlanin hevur verið, at
hon skuldi fáa hesa upp-
hæddina á eini eykajáttan-
arlóg, sum skuldi leggjast
fyri tingið.
Eftir ætlanini, sum sam-
gongan hevur lagt, verður
tann fyrsta eykajáttanarlóg-
in løgd fram nú í mars mán-
aði.
Lógin er nú til politiska
viðgerð og tá ið tað er lið-
ugt, verður hon løgd fram.
Eftir at hon er løgd framm
skal viðgerðin ganga sína
gongd so tað kann skjótt
ganga ein mánaður, áðrenn
Strandferðslan fær pening-
in.
Spennandi summar
Magnus Magnussen, tekn-
iskur stjóri á Strandferðsl-
uni, sigur, at hetta er ógvu-
liga óheppið.
Hann sigur, at øll skipini
hjá Strandferðsluni skulu á
beding einaferð um árið.
Alt tað arbeiðið plagar
Strandferðslan at avgreiða,
í góðari tíð um várið ímeðan
lítið fólk ferðast.
– Men sum er, fáa vit onki
gjørt, tí vit hava ongan pen-
ing.
– Og sum útlitini nú eru,
fáa vit kanska ikki peningin
fyrrenn um ein mánað, og
sostatt verður tað heldur
ikki fyrrenn tá, at vit kunnu
leggja umvælingar eftirsýn
til rættis, sigur Magnus
Magnussen, tekniskur stjóri
á Strandferðsluni.
– Tað vil so aftur siga, at
vit kunnu nóg illa byrjað
uppá
arbeiðið,
fyrenn
summarsiglingin er í hond-
um.
Tekniski stjórin sigur, at
hann ivast ikki í, at hetta fer
at fáa onkrar avleiðingar
fyri ferðasambandið.
Hvørjar avleiðingar, tað
kann fáa við sær, vil hann
ikki útgreinað.
Men hann dylir ikki fyri,
at hann sær fram ímóti ein-
um „spennandi“ summarið,
tí hann væntar ikki, at alt
ger at ganga, sum tað skal.
Smyril og Ternan
ringast fyri
Magnus Magnussen sigur,
at ringast fyri eru Ternan og
Smyril.
Ternan skal hava ábøtur
so at fólk kunnu sleppa
turrskødd í bjargingarbátar-
nar.
–Tað skal verða gjørd áðr-
enn fyrst í juli, men tað eru
heilir tríggir mánaðir at bíða
eftir summari av útgerðini,
sum skal umborð.
– Somuleiðis skal Smyril
hava umfatandi ábøtur, sum
taka minst ein mánað,
kanska seks vikur.
Hann sigur, at fær Strand-
ferðslan ikki eykajáttanina
fyrrenn um ein mánaða,
skal tað berast skjótt at.
– Men vit skulu eisini
hava í huga, at tað er ikki
vist, at skipasmiðjurnar eru
klárar akkurát, tá ið vit eru
klárar. Tá ið tað skal berast
so skjótt at, kann tað henda,
at skip koma at bíða eftir
skipasmiðjuni.
Hann leggur afturat, at
ætlanin var eisini at bjóða
arbeiðini út. Men tað sær
svart út, nú játtanin kemur
so seint.
– Nú verður tað helst so,
at skipini mugu á tað fyrstu
og bestu skipasmiðjuni,
sum tann taka tey. Og undir
slíkum umstøðum eru kann
tað væl henda, at umvæl-
ingar verða dýrari, enn tær
annars høvdu verið, sigur
Magnus Magnussen.
Nógv fólk standa á bíðlista eftir at sleppa framat á musikkskúlanum. Men Havnin spurtar frá bygdunum
Musikkskúla
mynd
Enn fær Strandferðslan onki gjørt, tí hon hevur ongan
pening. Hetta fær uttan iva onkrar avleiðingar fyri sigling-
ina seinni, sigur tekniski stjórin
Strand
faraskip