Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 38 - 24. februar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 38 - 24. februar 2000 Nýggj vindeygu í Vatnsoyrum Vatnsoyra Snikkaravirki skipar fyri sølufremjandi upplýsingartiltakið á Hotel Vágum. Endamálið er at markn- aðarføra H-vindeygað í nýggjum sniði EDVARD JOENSEN MYNDIR: JENS KR. VANG Góða, gamla, vælkenda H- vindeygað fær nú nýtt snið. Gamla vindeygað í nýggja búnanum verður marknað- arført á Hotel Vágum í hes- um døgum. Vindeygað, sum melur innan í rammuni, hevur ver- ið gjørt úr timbri øll árini. Men nú fer Vatnsoyra Snikkaravirki at klæða timbrið við aluminiumi utt- an. Eisini verða liggivind- eyguni broytt soleiðis, at nú fer at bera til at lata tey upp eftir síðuni, soleiðis at ramman kann læsast í eini støðu, har vindeygað stend- ur sum eitt vanligt vindeyga við hongslum. Tó ber til at fara víðari soleiðis, at ramman melur runt og tað, sum vendi út, vendir inn. Eisini verður sjálv út- sjóndin broytt nakað, sigur Heðin Poulsen, stjóri á Vatnsoyra Snikkaravirki. H-vindeygað, ella Hus- mor, sum tey flestu kenna tað, verður gjørt á Vatnsoyra Snikkaravirki. Og nú vind- eygað fær eina andlitslyft- ing, verður skipað fyri upp- lýsingartiltaki fyri teimum, sum dagliga selja og arbeiða við vindeyganum. Heðin Poulsen, sigur, at teir hava valt at bjóða ser- ligum áhugabólkum til hetta tiltakið. Slíkum sum timb- urhandlum, byggimeistar- um, arkitektum o.s.fr. Hetta tí roknað verður við, at hesi hava eina meining um vind- eygað og kanska okkurt gott ráð eisini. Økt kapping Hóast H-vindeygað í áravís hevu verið brúkt í Føroyum, er neyðugt at hava slík tiltøk av og á, sigur Heðin Poul- sen. Marknaðurin skal røkj- ast alla tíðina, og kappingin, sum altíð hevur verið, er bara harnað seinnu tíðina. Vatnsoyra Snikkaravirki eigur eisini plastvirkið Før- oya Glugga í Miðvági, har tey gera plastikvindeygu. So tey í Vatnsoyrum eru rættiliga væl við, tá tað ræð- ur um at síggja nakað út. Heðin Pouslen sigur, at tey hava merkt økta kapping seinnu árini, nú síðan Inter- netið rættiliga er komið í drift. Líkt er til, heldur hann, at fólk leita á Netinum og har finna eitthvørt, sum fæst til lagaligar treytir. Men hann skundar sær at leggja aftrat, at tað ofta vísir seg at hanga okkurt annað uppi við lágar prísir. Ein týðulig ábending á, at dygd- in er ikki tann, hann heldur Vatnsoyra Snikkaravirki vera ført fyri at geva. Stjórin á Vatnsoyrar Snikkaravirki sigur, at hann kundi hugsað sær at vitað, hvar virkið flýtur í mun til samlaðu vindeyganýtsluna í landinum. Hann hevur roynt at fáa tøl, sum vísa nýtsluna, men tað ber ikki til, sigur hann. Tað einasta, atkomi- ligt er, eru nøkur tøl frá Hagstovuni, sum siga, hvussu nógva vekt av vind- eygum, føroyingar flyta inn árliga. »Og tað kann ikki brúkast til so nógv«, heldur Heðin Poulsen. Av tí sama er ilt at meta um, hvørt virkið hevur størri ella minni part av samlaðu søluni. Heðin Poulsen sigur tó, at í 1999 var ein rímuligur vøkstur í mun til 1998. Framleiðslan av plastik- vindeygum vaks við 18%, meðan tað vórðu gjørd 24% fleiri timburvindeygu í 1999 í mun til 1998. Framtakið Upplýsingarframtakið, Vatnsoyra Snikkaravirki skipar fyri um dagarnar, er sjálvandi ætlað sum sølu- fremjandi, sigur Heðin Poulsen, stjóri á Vatnsoyra Snikkaravirki. Hann sigur, at virkið fyrr hevur verið við á ymsum sølustevnum. Men tá hevur tað sjálvandi verið undir treytum, tey ikki sjálv hava rátt fyri. Hesaferð hava tey valt at hava eina meira »ekslusiva« kunning, har høvið verður hjá fakfólki at fáa nágrein- iliga kunning við rundvís- ing og fyrilestrum. At tað eru fakfólk, sum siga frá, ger fyrilestrarnar nokk so tekniskar, og av tí sama høvdu teir kanska verið óá- hugaverdir hjá vanligum fólki, heldur Heðin Poulsen. Gunnar Hoydal, arkitekt- ur, hugleiðir um gluggar, glas og vindeygu í føroysk- ari bygging upp gjøgnum tíðina. Slíkar hugleiðingar kunnu sveima víða, og Heð- in Poulsen greiðir frá, at Gunnar í sínum fyrsta áhug- averda innleggi millum ann- að var ein túr framvið, tá glasið varð uppfunnið. Eitt vindeygað er sjálv- andi ikki bara ramman, so stjórin á Termovirkinum í Havn, Djóni Ziska er eisini við og sigur frá muninum millum vanligar termorútar og og orkurútar. Serliga við atliti at fyrimununum við hesum seinnu. Vatnsoyra Snikkaravirki hevur øll árini gjørt vind- eyguni í samstarvi og við loyvi frá fyritøkuni Spilka as í Ålesund. Nú nýggja sniðið er komið á marknað- in, er leiðarin á menningar- deildini hjá Spilka komin til Føroya at greiða frá hesi nýggju vøruni. Heðin Poulsen, stjóri á Vatnsoyra Snikkaravirki sigur, at virkið hevur gjørt íløgu í eina sproytuskipan, soleiðis at nú sleppa tey undan at mála rammurnar. Hann hevur ikki hug at seta tal á íløguna, men sigur tó, at hon er stór í teirra verð. Hans Elmar Poulsen, Heðin Poulsen, Dánjal Pauli Poulsen og Berg Rasmussen Eftir at Føroya Lærarafelag hevur givið bæði Fíggjar- málastýrinum og Undirvís- ingar- og mentamálastýrin- um eitt skotbrá upp á meira enn eitt hálvt ár (semjan frá 31. oktober 1999) til at finna út av, hvussu fólka- skúlalógin skal fylgjast og setast í verk, mugu vit tí- verri ásanna, at hjá mynd- ugleikunum er ongin vilji til nakað sum helst. Føroya Lærarafelag góð- tekur ikki, at okkara limir skulu lata burturav teirra løn fyri at gjalda kostnaðin av nýggju fólkaskúlalógini. Ongin vilji til nakað sum helst Føroya Lærarafelag góðtekur ikki, at limir tess skulu lata burturav teirra løn fyri at gjalda kostnaðin av nýggju fólkaskúlalógini, sigur Føroya Lærarafelag m.a. í tíðindaskrivi um íkomnu støðuna Á fundinum í dag varð sagt, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, ikki vil gjalda fyri 50 nýggj lærarastørv í fólkaskúlanum. Hetta er tað, sum mynd- ugleikarnir vænta kemur burturúr, um krøvini hjá Føroya Lærarafelag við- víkjandi tí meira álagda ar- beiðinum, verða gingin á møti. Annars varð eisini sagt, at landsstýrismaðurin í und- irvísingarmálum, Signar á Brúnni, hevur boðað frá, at tann nýggja fólkaskúlalógin áleggur lærarunum ikki meira arbeiði, og tískil kost- ar hon ikki meira. Á fundinum í dag varð sagt frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjar- málum, at um Føroya Lær- arafelag hevur rætt, so má fólkaskúlalógin heldur nið- urprioriterast ella broytast. Tað er hetta, sum skilir partarnar í samráðingunum. Vit hava roynt at fáa ting- ingarnar á glið, men til fá- nýtis. Parturin hjá Føroya Lærarafelag liggur ikki eft- ir. Hatta havi eg ikki sagt Verður verkfall, mugu vit taka tað við Signar Á Brúnni skilir ikki útsøgnirnar hjá Føroya Lærarafelag um, at hann skal hava sagt, at nýggja fólkaskúlalógin ikki álegg- ur lærarunum meira arbeiði. – Verður verkfall, so er tað ein katastrofa, sigur Signar á Brúnni, sum vónar loysn á málinum DAGFINN OLSEN Signar á Brúnni skilir ikki, hví Føroya Lærarafelag før- ir fram, at hann skal hava sagt, at nýggja fólkaskúla- lógin áleggur ikki lærarum meira arbeiði. – Tað, sum eg havi sagt alla tíðina, bæði tá lógin kom fram og undir viðgerð- ini er, at stóri brølarin er, at lógin var ikki nóg greidliga lýst, tá hon kom fram, t.d. hvør kostnaðurin kom at verða av lóggávuni. Har er trupulleikin.At arbeiðsbyrð- an er økt, er einki at taka seg aftur í, sigur Signar á Brúnni. – Eg veit ikki, hvaðani Lærarafelagið hevur hetta. Eg havi sagt tað øvugta, bæði fyri lærarafelagnum og tá seinastu samráðingar vóru og eg sigi tað eisini nú. Eg havi ongantíð sagt, at nýggja lógin ikki áleggur lærarum meira arbeiði, sig- ur Signar á Brúnni. Hann sigur, at hann ser- liga hevur gjørt vart við, at skúlaleiðslurnar fáa økta ar- beiðsbyrði, oman á alt tær hava frammanundan, og fáa eiki fyri tað. Svarti Per Fíggjarmálaráðharrin Kar- sten Hansen hevur ført fra, at kostar lógin so nógv, so má hon broytast. Hvørja viðmerking hevur Signar á Brúnni til hetta? – Tað kann ein siga. Eg eri samdur við Karsten Hansen so langt, at tá lógin varð samtykt, so vantaði nakað, nevniliga fíggjarligu avleiðingarnar. Men at seta eina lóg í gildi og síðani avtaka hana aftur, tí hon kostar ov nógv, tað er ikki seriøst, heldur Signar á Brúnni. Hann heldur, at nógv gott og spennandi er í lógini og at tað verður ringt at fara at broyta lógina aftur. – Eg skal ikki siga, hvar trupulleikin liggur í steðg- aðu samráðingunum mill- um Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag, men eg vóni innilga, at partarnir semjast, tí tey, sum líða undir einum verkfalli, eru børnini og foreldrini, sum eru ósek, og eg haldi ikki tað er heppi fyri lærararnar, at fara út í verkfall. Tí vóni eg, at partarnir gera alt teir kunnu, fyri at sleppa undan verkfalli, tí tað verður ein katastrofa, tí allur skúlin liggur lamin og einki skil verður á, heldur Signar á Brúnni. Signar á Brúnni ásannar, at tað er ein løgin støða at sita uttanfyri og sum lands- stýrismaður í skúlamálum ikki vera partur í málinum. – Samráðingarnar eru millum Fíggjarmálastýrið og Lærarafelagið. Men kemur tað til skúlapartin, so koma vit inn. Hendir ólukk- an, og verkfall verður, so siti eg við Svarta Per og ikki Fíggjarmálastýrið, ásannar Signar á Brúnni, sum tó hevur vónir um, at partarnir finna eina loysn. Hendir ólukkan, og verk- fall verður, so siti eg við Svarta Per og ikki Fíggj- armálastýrið, ásannar landsstýrismaðurin í und- irvísingar- og mentamál- um Signar á Brúnni, sum tó hevur vónir um, at part- arnir finna eina loysn DAGFINN OLSEN Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri, vísir í sam- band við slitnaðu sátt- málasamráðingarnar millum Føroya Lærara- felag og Fíggjarmálastýr- ið á, at nýggja fólkaskúla- lógin longu hevur kostað tvær ferðir so nógv, sum sagt var í byrjanini. – Nú skulu so bara løn- irnar kosta 18 milliónir afturat, umframt 50 lær- arastørv. Tað er ikki tað, sum løgtingið samtykti, tá lógin kom ígjøgnum í løgtinginum, sigur Kar- sten Hansen. - Vit hava samráðst um lønir og lærararnir hava fingið sama tilboð, sum onnur hava fingið. Teir vísa á, at størri ábyrgd og meira arbeiði er lagt á, men tað hendir dagliga, tá broytingar henda í samfelagnum. T.d. á Gjaldstovuni og Tolli og Skatti, men ein hækkar ikki lønirnar fyri tað, sig- ur Karsten Hansen. – Lærarar vilja, at nú skulu teir undirvísa 2 tímar færri um vikuna, enn gjørt verður nú, og so nýta tíð til fyrireiking og annað, men so má ein spyrja, um tað er tað, løg- tingið vil, tí hetta kostar nógv, sigur Karsten Han- sen Men kanst tú liva við verkfalli og blokadu, sum felagið hevur lýst við? – Nú er tað bert 1/3, sum kann fara í verkfall,tí restin eru tænastumenn og hava ávísar skyldur.So velst um blokadu. Gera tænastumenn ikki sínar skyldur, so hava teir ein heilt annan trupulleika, vísir Karsten Hansen á. Um 1/3 av foreldrunum má ganga heima, tí børn- ini ikki sleppa í skúla? - Tað er ikki mítt borð, tí tá kemur annar lands- stýrismaður inn í mynd- ina, sum er vitandi um, at tað kann enda við verk- falli og ein eigur at fyri- reika seg uppá, at møgu- leikin er til staðar. Men eg trúgvi uppá, at vit finna eina semju. Hav- andi í huga aðrar partar á arbeiðsmarknaðinum kann eg ikki siga, at sjálv- sagt skulu lærarar hava meira enn onnur, sigur Karsten Hansen. Lærarafelagið hevur ført fram, at lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum stendur fast við sítt. – Nú skal ein ikki gloyma, at lærararnir eis- ini standa rímiliga fastir. Ósemja var jú í heyst og tá høvdu teir eisini boðað frá verkfalli, men tað bleiv so ikki. Hetta er vaksið fólk og eg trúgvi og vóni, at ein loysn verð- ur funnin. Um ikki, so mugu vit taka tað við, tí tey hava rætt at fara í verkfall, men tað er altíð harmiligt, tá so er, sigur fíggjarmálaráðharrin. - Ein kann gjalda seg frá øllum, men so stendur ein eisini eftir við tómum kassa til síðst, vísir Kar- sten Hansen á. - Ein kann gjalda seg frá øllum, men so stendur ein eisini eftir við tómum kassa til síðst, vísir Karsten Hansen á. Ein eigur at fyrireika seg uppá, at møguleikin fyri verkfalli er til staðar, sigur Karsten Hansen, sum tó væntar semju Mynd: Jens Kr. Vang