Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 38 - 24. februar 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 38 - 24. februar 2000 JAN MÜLLER Týsdagin kom av skipunum í vaksandi flotanum hjá reiðarínum Thor í Hósvík fyri fyrstu ferð til Føroya. Thor Chaser er gamal norskur rækjubátur, sum Thor keypti í 98. Tá høvdu norðmenn brúkt hann sum chasebát í tvey ár. Thor hevur síðani hildið fram í somu vinnu við útlendskari manning men við føroysk- um skipara. Báturin er í drift í Norðsjónum, har hann er chase- og supportskip hjá seismikkskipum. Uppgávan er at sigla framman fyri seismikkskip fyri tað mesta og halda øðrum skipum burtur umframt at fara eftir vørum og útgerð, sum seis- mikkskipunum tørvar. Gunnbjørn Joensen, ann- ar av reiðarunum sigur við Sosialin, at skipið skal á beding í Føroyum. M.a. skal ymiskt gerast við botnin. Teir bóðu um tilboð her, og Vágs Skipasmiðja var bíl- igast og fekk tilboðið. Nú so nógv hevur verið tosað um at fáa oljuvirksemi til Suðuroynna man hetta helst verða eitt tekin um, at suð- uroyingar eru kappingar- førir og kunnu bjóða seg fram sum veitarar til eina komandi oljuvinnu. Helst man tað eisini vera fyrstu ferð, at eitt frálandaskip verður umvælt í Vági. Gott boð uppá komandi avbjóðingar Reiðaríið Thor í Hósvík er helst eitt av okkara bestu boðum í dag uppá føroyskt virksemi í frálandavinnuni. Felagið, sum eigur fimm skip og leigar eitt hevur í eina tíð leigað skipini út til frálandavinnuna í Norð- sjónum og við Vesturafrika. Eisini hava teir havt upp- gávur á føroyskum øki og vestan fyri Hetland. Umframt at taka sær av uppgávum í frálandavinn- uni eru eisini onkur av skip- unum hjá Thor til fiskiskap. Í blaðnum í gjár frættu vit um Túgvustein, sum var farin á laksaveiðu eftir 9 ára steðg. Bróta upp úr nýggjum Tað eru brøðurnir Hans Andreas og Gunnbjørn Joensen, sum standa aftan fyri Thor, ið hevur heimstað í Hósvík. Báðir eru teir sjómenn, ið royna at fylgja Annað beinið í fiskivinnu - hitt í oljuvinnu rákinum í vinnuni nú vit eru farin inn í eina nýggja øld. Teir hava lagt seg eftir at fjøltátta virksemið fyri harvið at fáa mest burtur og fyri at hava nakað at standa ímóti við, og tí hava teir valt Thor Chaser hjá Thor í Hósvík á Havnini týsdagin, áðrenn hann fór á beding í Vági. Gunnbjørn Joensen, reiðari sær stórar møguleikar hjá hesum og øðrum skipum teirra í komandi leitingini við Føroyar. Mynd Jan Müller Fjølbroytni í vinnuni. Annað beinið í fiskivinnuni og hitt í frálandavinnuni. Eftir at hava verið umborð á Thor Chaser í Havn gekk leiðin til Kollafjarðar at hyggja eftir laksinum, sum Túgvusteinur hevur veitt við Føroyar Brøðurnir Hans Andreas og Gunn- bjørn eru undangongumenn í før- oyskari vinnu, nú vit hava lagt eina øld aftan fyri okkum og hava sett á 2000 at tvs. at hava annað bein í fiskivinnuni og hitt í nýggju frálandavinnuni. Í dag hevur fyritøkan millum 50 og 60 mans í arbeiði. Meðan Hans Andr- eas stendur á brúnni á Túgvusteini og roynir at seta skjøtil á aftur føroysku laksaveiðuna, stendur bróð- urin Gunnbjørn við róðrið á skrivstovuni í Hósvík, har boð eru eftir skipunum hjá reiðaríinum. Tað er m.a. komandi oljuleitingin við Føroyar, sum bankar á dyrn- ar. Gunnbjørn, sum roynir at fylgja við gongdini á hesum øki og sum sjálvur hevur verið við á oljumess- um, hevur stórar vónir til komandi virksemið á før- oyska landgrunninum. Hóast teir ikki bara leggja seg eftir at gerast veitarar til eina frálandavinnu við Føroyar - teir hava longu drúgvar royndir aðrastaðni - so er greitt, at teir síggja Føroyaøkið sum komandi stóru avbjóðingina hjá reið- aríinum. Og tað er heldur einki dulsmál, at bæði Gunnbjørn og Hans Andr- eas síggja stórar møguleikar í komandi føroysku frá- landavinnuni hjá einum reiðaríi sum Thor. Gunnbjørn heldur tað vera heilt náttúrligt, at føroyingar sjálvir eru við til at átaka sær slíkar uppgávur í eini komandi frálandavinnu. Hann metir sjálvur, at 2001 verður árið, tá rættilig gongd kemur á, og tá ætla teir sær at vera til reiðar við skipum sínum. Mynd Jan Müller AUTO - Dag sum nátt - - skjótt og gott - Skalt tú bil hýra - so er tað 311234 BENZIN DIESEL KIOSK - ALT DØGNIÐ - AUTO 311234 AUTO NÁTT- BUSSURIN v/ Øssur Christiansen Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 (Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð, tá fráboð- an fyriliggur) Onnur kvøld kann koyrast eftir avtalu Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf. 287752 • 286254 Streymoy MINI BUSS 3X21 TAXA SKAR‹HAMAR´S BUSSKOYRING v/ He›in Skar›hamar, Sleipnisgøta 13. B, FO–100 Tórshavn TAXA MINI BUSS TIL 10 FER‹ANDI 288888 FR • VISA • EUROCARD • MASTERCARD • JCBCARD Vilja tygum vi› í Í b‡in - hvønn hósdag * * * Staðið har vit hittast * * * Opið er: Mán.– Hós. kl. 19. 00 – 23. 30 Fríggjadag kl. 17.00 – 03.30 Leygardag kl. 19.00 – 03.30 Sunnudag kl. 17.00 – 23.30 Long drinks Café Við gongugøtuna Lesið -tað loysir seg Leygarkvøldið spælir DRIV KLUBBADANSUR Sosialurin - 311820 Sosialurin - 311820 Franskur búffur við persillusmøri GALLAN Á HOTEL TÓRSHAVN BJÓÐAR: Fríggjakvøldið 25/2 • Leygarkvøldið 26/2 Sunnukvøldið 27/2 Búffar alt vikuskiftið Frítt val 98,- Allir búffar verða borðreiddir við frískum grønmeti og chips. ÓKEYPIS heimkoyring min 6. pers. Bílegging á tel. 350000 HOTEL TÓRSHAVNAR SJÓMANSHEIM Enskur búffur við soðsós Búffur Bordelaise við reyðvínssós Chili búffur við kryddsmøri Kaggin HJARNAR HJARNAR Kaggin Kaggin Kaggin www.kaggin.fo spæla til dans fríggja- og leygarkvøldið Sosialurin - 311820 Klaksvíkar Klubbi Klubbin hevur: POOLBORÐ BILLARDBORÐ ENSKAN FÓTBÓLT Á SKY Leygar- kvøldið 26/2 vendir plátum "MARTIN" Sosialurin - 311820 Sosialurin - 311820 spæla til dans leygarkvøldið 26/2 í VB-húsinum KJØLAR KJØLAR Sumbiar Ítróttarfelag ’ Klaksv’k T A X A - s t ø ð i n TEL. 21 29 00 Suðuroy Norðoyggjar Mat- seðilin Hósdagin 24. feb.: Bankikjøt Fríggjadagin 25. feb.: Hakkibúff Leygardagin 26. feb.: Oksasteik Mánadagin 28. feb.: Kjøtbollar í karrysós Týsdagin 29. feb.: Stoktan fisk Mikudagin 30. feb.: Carbonadir Kostnaður 30,- kr. *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík