Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 14 - 21. januar 2008 Valdu tinglimirnir úr Norð­oyggjum fingu allir dyggan stuð­ul úr lokala øki­ num, norð­oyingar velja norð­oyingar. Tó hava fleiri av fremstu valevnunum dugað­ at gagnnýtt møguleikarnar í eina valdøminum, og onkur av norð­oyating­ limunum hevð­i ikki komið­ inn, um hann ikki eisini fekk nógvar atkvøð­ur að­rastað­ni ValÚRSlIT Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Norðoyingar velja norðoy­ ingar. Tað gjørdu teir í øll­ um førum til hetta valið. Hó­ast Føroyar nú eru eitt valdømi, og allir føroyingar høvdu somu 171 valevni at velja ímillum, so vísir valúr­ slitið, at í øllum førum í Norðoyggjum hildu fó­lk seg til tey lokalu valevnini. Í øllum flokkum fingu lokal valevni nó­gv meira enn helvtina av atkvøðunum og í fleiri flokkum fó­ru næstan allar atkvøðurnar til lokal fó­lk. Harumframt fin­ gu valevnini hjá Fó­lkaflokk­ inum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum so gó­ðan stuðul lokalt, at tað í sær sjálvum var nokk til ein tingsess, meðan Tjó­ðveldis­ tingmaðurin slapp í Løg­ tingið, tí hann eisini fekk dyggan stuðul aðrastaðni. Men úrslitið vísir eisini, at hó­ast veljarnir í Norðoyggj­ um ikki eru áhugaðir í val­ evnum aðrastaðni, so hava valevnini sjálvi dugað væl at útnytta, at landið nú er eitt valdømi. Úrslitið er, at Norðoyggjar fingu fimm tingfó­lk, og tríggjar kvinnur standa sum annað og triðja varafó­lk í teirra flokki. Lokalt valdir fólkafloksmenn Fó­lkaflokkurin hevur tradi­ tionelt verið sterkur í Norð­ oyggjum, og fleiri ferðir hevur flokkurin fingið tveir tinglimir úr Norðoyggjum. Broytingin til eitt valdømi broytti ikki hetta, tí fó­lk stó­ðu saman um lokalu val­ evnini. Annfinn Kalsberg fær 418 og Jákup Mikkelsen 371 atkvøður úr lokala øki­ num. Eftir teimum koma fý­ra lokal fó­lk við tilsaman 216 atkvøðum. Tað vil siga, at av teim 1143 atkvøðunum, sum Fó­lkaflokkurin fekk í Norðoyggjum, fó­ru seks tey fremstu lokalu valevnini avstað við heili 928 atkvøð­ um. Ikki fyrr enn á sjeynda plássi kemur ein politikari uttan fyri Norðoyggjar, Jó­gvan á Lakjuni við 28 atkvøðum, meðan politikar­ ar sum Jacob Vestergaard, Annika Olsen og Jørgen Niclasen einans fingu ávíka­ vist 18, 13 og 10 atkvøður í Klaksvík. Anfinn Kallsberg fekk fleiri enn 100 atkvøður úr øðrum økjum og fekk í alt 549 atkvøður, meðan Jákup Mikkelsen fekk í alt 436 atkvøður. Men hjá báðum vó­ru lokalu atkvøðurnar nó­g nó­gvar í tali til at fáa tingsess. Stuðul aðrastaðni avgerandi Á Tjó­veldislistanum er Hei­ ni O. Heinesen ein greiður vinnari við 310 atkvøðum. Næst honum eru tvær Klaks­ víkskonur, Óluva Klettskarð og Olga Biskupstø, við 123 og 96 atkvøðum. Síðani kemur Høgni Hoydal við 71 atkvøðum, meðan Jákup Petersen, lækni úr Klaksvík fær 34 atkvøður. Fremstu norðoyingarnir fáa soleiðis 563 av teim 688 atkvøðunum hjá Tjó­veldi í Norðoyggj­ um. Høvdu tær 310 atkvøður­ nar verið einastu atkvøður­ nar hjá Heina O. Heinesen, hevði hann ligið aftanfyri bæði Páll á Reynatúgvu og síðst valdu tjó­ðveldisting­ limirnir Hergeir Nielsen og Sjúrða Skaale, men við stuð­ li frá øðrum økjum fær Hei­ ni O. Heinesen í alt 415 atkvøður, og kemur inn á ting framman fyri hesar tríggjar. Og meðan Óluva Klett­ skarð fær størri undirtøku enn Olga Biskupstø í Norð­ uroyggjum, so er landsúrs­ litið umvent, har Olga Biskupstø, forkvinna í útoyggjafelagnum, næstan trý­faldar sínar atkvøður til 254 og er triðvaldi tiltaks­ limur hjá Tjó­veldi. Rukku ikki inn á ting Fremst á javnaðarlistanum ló­gu tvey lokal umboð, Aks­ el Vilhelmson Johannesen og Eyðgunn Samuelsen við ávíkavist 189 og 167 atkvøðum. Nummar trý­ og fý­ra eru eisini úr Norðoygg­ jum: Mamy Sørensen av Viðareiði við 138 og Tumm­ as J. Lervig við 74 atkvøð­ um, meðan nummar fimm á listanum er løgmaður, Jó­hannes Eidesgaard, við 27 atkvøðunum. Fý­ra tey fremstu lokalu valevnini fin­ gu sostatt 568 av teim 666 javnaðaratkvøðunum í Norðoyggjum. Meðan Heini O. Heinesen verður førdur inn á ting við atkvøðum uttan fyri Norð­ oyggjar, so fáa fremstu umboðini hjá Javnaðarflokk­ inum ov fáar atkvøður uttan fyri lokaløkið til at tey røk­ ka inn á ting. Eyðgunn Samuelsen, sum er forkvin­ na í Demokratia og tí eitt kent andlit uttan fyri Norð­ oyggjar fær færri enn 100 atkvøður frá øðrum økjum, og Aksel Vilhelmson Johannesen fær enn færri atkvøður aðrastaðni. Javn­ aðarflokkurin hevur sostatt mist ein tinglim í Norðoygg­ jum. Eyðgunn Samuelsen er tó­ næsta varafó­lk hjá Javnaðarflokkinum. Aftur her síggja vit, at stuðulin uttanfyri lokala økið ger munin, tí í Norðoyggjum hevur Eyðgunn færri atkvøð­ ur enn Aksel. Sambands- og mið- flokkatingmann Sambandsflokkurin hevur ikki havt umboðsvaldan tinglim úr Norðoyggjum í meira enn 50 ár, men hesu­ ferð eydnaðist tað. Landsstý­rismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, var tann stó­ru atkvøðuslúkurin hjá Sam­ bandsflokkinum. Flokkurin fekk 604 atkvøður í Norð­ oyggjum, og av hesum átti Bjørn Kalsø tær 467. Nummar tvey var John Kári Jacobsen úr Hvannasundi við 37 atkvøðum, meðan Magni Laksáfoss, sum er ættaður úr Klaksvík, fekk einans 29, og floksformað­ urin Kaj Leo Johannesen fekk 19. Lokalu atkvøðurnar høv­ du verið nokk at givið Bjørn Kallsø løgtingssess, men hann fekk næstan 100 atkvøður uttan fyri Norð­ oyggjar og endaði tí sum triðvaldi maður hjá Sam­ bandsflokkinum. Karsten Hansen er tað val­ evnið í Norðoyggjum, sum hevur dugað best at selt seg uttanfyri økið eisini. Hann fær einsamallur 428 av teim 564 lokalu miðflokkaat­ kvøðunum, men í alt fær hann 897 atkvøður. Hann fær soleiðis meira enn helvt­ ina av sínum atkvøðum aðrastaðni. Ósemja um sjálv- stýrisumboð Lokali stuðulin sást eisini aftur hjá Sjálvsstý­risflokk­ inum, har fý­ra tey fremstu valevnini eru lokal, meðan Kári á Ró­gvi kemur inn sum nummar fimm við 22 atkvøðum. Meðan hinir flokkarnir antin hava ein ella tveir oddafiskar, so eru atkvøður­ nar hjá Sjálvsstý­risflokkin­ um meira javnt bý­ttar. Á fyrsta plássi er Rúna Sivert­ sen við 61 atkvøðum, og tríggir norðoyingar liggja á næstu plássunum við mill­ um 43 og 25 atkvøðum í part. Av teim tilsaman 267 atkvøðunum, sum Sjálvs­ stý­risflokkurin fær í Klaks­ vík fara 178 til tey lokalu. Samlaða atkvøðutalið hjá Rúnu Siversten er 178, og hon er tann einasta á listan­ um hjá Sjálvsstý­risflokkin­ um í Norðoyggjum, sum røkkur út um lokala øki. Samstundis er hon einasti politikari úr Norðoyggjum, sum fær størstu undirtøku sína uttanfyri Norðoyggjar. Hó­ast tað ikki tykist sum, at lokalu sjálvstý­risveljarnir rættiliga hava tikið hana til sín, so fær hon so mikið av stuðli aðrastaðni, at hon er næsti varalimur hjá Sjálv­ stý­risflokkinum. Valúrslitið í Norðoyggjum undirstrikar tí, at hó­ast Før­ oyar eru eitt valdømi, so hugsa veljarnir framvegis í lokalum valevnum, og hetta er onkursvegna við til at tryggja, at tingmanningin er so geografisk bý­tt sum hon er. Men tølini kunnu eisini geva eina ábending um, at fó­lk í Norðoyggjum ikki hava álit á, at fó­lk úr Havn duga at varða av áhugamálum uttanfyri mið­ øki. Norðoyingar valdu síni egnu Føroyar vóru um at druknað í valplakatum í seinastu viku, tí valevni úr øllum landinum hongdu plakatir um alt landið. Men plakatirnar sannførdu ikki klaksvíkingar um at velja onnur enn teirra egnu, og kavin og myrkrið kundu í frið og náðum leggja seg yvir vøkru myndirnar Mynd: Høgni Thomsen