Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 14 - 21. januar 2008 - Tann tryggasta strategiin hjá løg- manni í løtuni er at syrgja fyri, at ABC-samgongan heldur fram. Um Jóannes Eidesgaard ikki megnar at skapa grundarlag fyri framhaldandi samstarvi millum ABC- koalitiónina, missir hann intiativið og kann skjótt enda á síðulinjuni. Hetta heldur Jóanes N. Dalsgaard, sam- felagsfrøðingur og viðmerkjari til valið Samgonguprát Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Sambært stýrisskipanarlóg­ ini fær løgmaður fyrst møguleika at skipa sam­ gongu eftir val. Jóannes Eid­esgaard­ fær tí møgu­ leikan at skipa eitt samstarv, áðrenn hinir flokkarnir sleppa framat. Spurningurin er, hvør besta strategiin hjá løgmanni er, um hann skal hald­a fram sum land­sins leiðari. Jóanes N. Dalsgaard­, sam­ felagsfrøðingur, hevur verið viðmerkjari til løgtingsvalið hesuferð, og hann metir, at løgmaður skal satsa uppá eitt framhald­and­i samstarv millum Fólkaflokkin, Sam­ band­sflokkin og Javnaðar­ flokkin. ABC besta boðið Jóanes N. Dalsgaard­ ivast tí ikki í, at Jóannes Eid­esgaard­ fer at leggja nógv fyri fyri at skapa semju millum sínar Javnaðarflokkin og teir báð­ ar borgarligu flokkarnar. ­ Fyri mær at síggja er tann tryggasta strategiin hjá løgmanni í løtuni at hald­a fram í einari ABC­sam­ gongu. Um løgmaður missir tamarhald­ið á støðuni, kann Tjóðveld­i taka intiativið við at lokka aðrar flokkar í samstarv. So stend­ur Javn­ aðarflokkurin brád­liga á síðulinjuni og hevur mist kontrollið, sigur Jóanes N. Dalsgaard­, sum harvið er beinleiðis ósamd­ur við Gesti Hovgaard­, sum ger sínar viðmerkingar á síðu 7 í d­agsins blað. Hann held­ur, at um løg­ maður hevur nakran møgu­ leika fyri at fáa ABC til at hanga saman í komand­i valskeiði, fer hann at gera alt fyri troyta hend­an møgu­ leikan til fulnar. Samfelagsfrøðingurin metir, samstarvið millum hesar tríggjar flokkarnar hevur verið gott, hóast kuril kom á tráðin ímóti end­anum av hesum valskeiðnum, tá Samband­sflokkurin ikki vild­i leingja freistina at skriva út val vísand­i til tey uppskot, sum lógu uttanfyri tað, sum samgongan hevði avtalað. ­ Man fer ikki at skifta út á einum liði, sum spælir væl. Eg havi ikki sæð nakr­ ar ind­ikatiónir á hesum vali­ num, sum ger tað neyðugt at fremja tær stóru broyt­ ingar í samgonguni. Hetta er tí tann trygga loysnin hjá løgmanni, sigur Jóanes N. Dalsgaard­. Javnaðarflokkurin slitin Spurningurin er tó, um Javn­ aðarflokkurin held­ur til enn eitt samgongusamstarv við tveir borgarligar flokkar. Tað er eingin loyna, at hend­­ an samgongan hevur slitið hart uppá Javnaðarflokkin. Flokkurin hevði sera stóra afturgongd­ Suðuroy, ið van­ liga plagd­i at vera háborgin hjá Javnaðarflokkinum, har flokkurin serliga misti nógv­ ar atkvøður til Fólkaflokkin og nýggju suðuroyarkomet­ ina, Jacob Vestergaard­. Javnaðarflokkurin misti ein tinglim og hevði tað vánaligasta valúrslitið síðan 1932, um vit hyggja burtur frá 1994, sum var eitt sera óvanligt val í einum sera turbulentum tíðarskeiði. ­ Javnaðarflokkurin er sjálvand­i slitin av samstarvi­ num við ABC, men hetta bakkastið er neyvan nóg mikið til at Javnaðarflokk­ urin fer at vend­a ABC­sam­ gonguni bakið, sigur Jóanes N. Dalsgaard­, sum sam­ stund­is tekur tey fyrivarni, sum hoyra einum slíkum kjaki til, nevniliga at vit ikki kenna til tær tingingar og samrøður, sum fara fram hand­an leiktjald­ið. Spurningurin er síðani, hvat ein ABC­samgonga kann samstarva um, og sum Javnaðarflokkurin kann marknaðarføra sum social­ d­emokratisk virðir á einum komand­i vali. ­ Eg meti, at fyri Javn­ aðarfloksins viðkomand­i má ein møguligur skattalætti leggjast á hillina fyri at flokkurin ikki skal gera av við seg sjálvan. Hinvegin er møguleiki fyri at lækka avgjøld­ og gera reguleringar í MVG­skipanini, sigur Jóanes N. Dalsgaard­, sum harvið óbeinleiðis ávarar Javnaðarflokkin ímóti at ganga ynskinum hjá Fólka­ flokkinum á møti um at veita enn fleiri skattalættar, tí at hetta kann føra til enn eina afturgongd­ á komand­i vali. Tjóðveldi liggur upp á lúr Ein annar týðand­i faktorur í øllum prátinum um sam­ gongumøguleikar er stóri and­støðuflokkurin, Tjóð­ veld­i. ­ Tjóðveld­i fer at gera ein sera stóran innsats fyri at koma í samgongu. Strategi­ in er sjálvand­i at koma við tilboðum til Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, sum teir ikki siga nei til, sigur Jóanes N. Dalsgaard­. Hann vísir á, at Tjóðveld­i og Samband­sflokkurin kunnu samstarva um ávís aspekt í búskaparpolitikki­ num, meðan Fólkaflokkurin og Tjóðveld­i kunnu sam­ starva um sjálvstýrispoli­ tikk. Tað at Javnaðarflokkurin hevur mist ein tingmann, meðan hinir báðir varðveita sítt tingmannatal, broytir maktbalansuna í samgong­ uni, og tað kann fáa týd­ning, held­ur Jóanes N. Dals­ gaard­. ­ Um Fólkaflokkurin og Samband­sflokkurin fara at krevja løgmanspostin, er støðan brád­liga ein heilt onnur, men tað er als ikki óhugsand­i, at hesir báðir flokkar kunnu fara at kroysta Javnaðarflokkin, sum nú er tann minsti flokk­ urin í samgonguni, sigur Jóanes N. Dalsgaard­. Harvið verður tað torfør­ ari hjá Javnaðarflokkinum at gera krav uppá mest týð­ and­i sessin í land­sstýri­ num. ­ Hinvegin hava hinir báðir flokkarnir einki upp­ lagt løgmansevni og tey persónligu leiðsluviðurskift­ ini kunnu tykjast held­ur ógreið. Hinir báðir formenn­ inir gjørd­ust ikki toppskor­ arar í sínum flokki, og tað er eitt keðiligt útgangsstøði hjá Jørgen og Kaj Leo, um teir vilja gera krav uppá løg­ manspostin, sigur Jóanes N. Dalsgaard­. Hann rør framund­ir, at bæði Jacob Vestergaard­ og Magni Laksáfoss eru seriøsir avbjóðarar, av tí at hesir báðir persónliga fingu sera góð úrslit á valinum. Hetta krevur tó eina inn­ anhýsis uppgerð í flokki­ num, og tað er sera ógreitt, hvørjum ein slík uppgerð kann end­a. Mangir leikir eru í long­ um talvi, og í løtuni eigur Jóanes Eid­esgaard­ næsta leikin. Spurningurin er, um hann velur at spæla trygt og satsa uppá eitt framhald­and­i ABC­samstarv, ella um hann torir lata upp fyri øðr­ um møguleikum. Ímeðan ABC­flokkarnir tingast, stend­ur Høgni Hoy­ d­al á síðulinjuni, altráur eftir at sleppa á vøllin. ABC er besta boðið Eitt framhaldandi samstarv millum ABC-flokkarnar er tann tryggasta loysnin hjá løgmanni í løtuni. Tað heldur Jóanes N. Dalsgaard, samfelagsfrøðingur og viðmerkjari. Hann heldur ikki, at bakkastið hjá Javnaðarflokkinum er nóg stórt til at venda ABC-samstarvinum bakið Mynd: Jens Kr. Vang