mánadagur 21. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 14 - 21. januar 2008
Sosialurin fyri 25 árum síðan:
Eitt minutt frá óhappinum
Valið er farið afturum og
fólkið hevur talað. Vil tí
nýta høvið at takka øllum
tykkum, sum farnu vikur
nar, so ótroyttiliga hava
nýtt tíð og orku, í royndini
at vinna okkum umboð á
Løgtingi, fyri Sandoynna,
Sandoyar Tjóðveldisfelag,
og fyri meg persónliga. Tað
hevur verið ein heiður, og
stuttleiki, at umboða tykk
um á Tingi farnu árini, og
vóni eg at politiska slóðin
hevur virði. Tjóðin stendur
tó til allar tíðir, omanfyri
bæði persónar og flokkar.
Ein serlig tøkk til øll
tykkum, sum hóast harðan
ágang móti mínum persóni,
stóðu okkum við lið og
stríddust til tað síðsta. Vón
in er sjálvsagt at flokkurin
stendur seg væl í sam
gongusamráðingum, og at
fólksins vilji sæst aftur í
politisku ávirkanini. Livst
so spyrst.
Hjartaliga tillukku tit,
sum vunnu inn um ting
gátt, nývald sum afturvald.
Ein styrki fyri flokkin at
kvinnurnar nú fjølgast á
tingi, sum liður í nútímans
gerðini av føroyska sam
felagnum. Latið kortini
ikki sterku sentralu umboð
anina køva eginuppdriftina
í ytru økjunum, men
hjálpið útjaðaranum á leið,
tí vit eru jú ein og sama
tjóð, við somu rættindum.
Eina kvøðu og tøkk
sendi eg eisini til tykkum,
sum ikki stillaðu uppaftur,
ella ikki vóru afturvald, og
sum eg havi stóra virðing
fyri, hóast vit ikki altíð
róðu sama róður.
Takk fyri dystin og
tillukku við gullinum!
Fullveldissamgongan frá
1998 vann sær meirilutan
aftur, og kann nú fáa
gongd aftur á frælsistil
gongdina. Um altso flokk
arnir eru komnir yvir sítt
politiska fornermilsi.
Fullveldissamgongan við
Tjóðveldinum, Fólkaflokki
num og Sjálvstýrisflokki
num varð sett á stovn í
1998, og hóast samgongan
í 2002 mátti hava styrk frá
Miðflokkinum, so var
meiriluti fyri fullveldinum.
Eisini á valinum í 2004
valdi ein meiriluti í
fólkinum at seta sín kross
við fullveldisflokkar. Fjas
og fjant og persóns
trupulleikar gjørdu, at full
veldisflokkarnir ikki kundu
semjast um eina sam
gongu, og tí sluppu sam
bandsflokkarnir framat
saman við Fólkaflokkinum.
Men føroyski fullveldis
veljarin hevur ikki givið
upp, og á valinum leygar
dagin fingu Tjóðveldi,
Fólkaflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin aftur
meirilutan av atkvøðunum.
Fólkið ynskir fullveldi.
Sambandsflokkarnir fingu
ein frammaná við einans
13 av 33 tinglimum. Nú er
at vóna, at politikarar
megna at seta persónligar
ósemjur til viks, virða
fólksins vilja og stevnu
skránna hjá Fólkaflokki
num, Tjóðveldinum og
Sjálvstýrisflokkinum.
Hetta er ikki bara fyrstu
ferð at eitt sambands
umboð í Sandavági er
komið á ting, men tað er
uppafur stuttligari, at tað
bleiv ein kvinna.
Tá eg byrjaði í 1974
saman við Paula Ellefsen,
vóru ikki nógvar sambands
stemmur í Sandavági og
sjálvt eftir nógv ára upp
slítandi persónligari útspill
ing frá John Petersen
(Myllhamar) í heimbygd
ini, so hevur tú megnað at
koma inn á løgting, og tað
vil eg ynskja tær tillukku
við.
Vildi ynskt at eg var
heima um vikuskiftið, men
heilsa manninum.
Tú hevur nógv at livað
upp til, og eg vóni at
skorkarnir í løgtinginum
ikki fáa teg av kós. Tað
skuldi verðið lættari, nú
Óli Brekkmann og nógvir
av hansara monnum eru
falnir.
Teir hava tosað í samfull
35 ár um skattalættar. Tað
einasta eg síggi eru gribb
ar, sum í nærmastu framtíð
koma at geva
fiskiflotanaum mønusting
in við at stinga pengar i
privatar lummar, pengar
sum teir einki eiga í og
sum fiskurin nú skal
gjalda.
Ver ikki kløkk, um tú
kemur at sita við einari
samfelagskreppu lík henni
í 91.
Trúgv ikki einum orði
frá hagfrøðingunum,
soleiðis stóðu teir í
90’unum til síðsta minutt
og fortaldu palleba, at her
var ongin vandi.
Rósa, tá tú kanst fara til
bilasøluna og ikki eigur
klovan í bankanum og
koma út aftur við einum
bensinslúkara, so eigur
onkur klokka at ringja.
Fakta: Eftir 35 ár eru vit
dýrasta land at búgva í, og
um tú skuldi verið óheppin
í støðusárum, er lítil og
ongin hjálp at finna.
Eg havi fult álit á tær,
Rósa, og vóni, at tú broytir
støðuna hjá okkum til ikki
bara at vera heimsins
dýrasta land at búgva í,
men at vit merkja tað í
dagligdegnum.
Var eg valdur inn á ting,
so fór eg ikki í samgongu
við Jørgin og kompany.
Teir vilja fólkinum onki
gott.
Hví ikki Tjóðveldi?
Hjartans tøkk, og hjartaliga tillukku!
Jørmund
Vágadal
varamaður á Tingi
Páll á
reynatúgVu
Fólkið ynskir fullveldissamgongu
nielsunidam@yahoo.com
niels uni
dam
Tillukku Rósa
Sum tað sæst, var
tað ein rættuliga
ógvuslig hending, tá
tekjan á bygninginum
millum slotskirkjuna
og Kristiansborg reiv
og datt niður á buss-
steðgistaðið. Tvær
kvinnur doyðu, og
onnur vórðu løstað.
Jákup Lindenskov
fólkatingslimur var í
bussi á veg til júst hetta
steðgistaðið