Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 21. januar 2008 15 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Síðan eg týsmorgunin fekk deyð­ sboðini av Una, eru so mangir tankar farnir framvið í huga­ heiminum. Hesin maður, sum seinastu mongu árini hevur verið løgregluovasti í landinum, er nú, eftir sjúkralegu, brádliga slóknaður. Við hesum andláti­ num hevur løgreglan í Føroyum mist ein ótrúligan vitunarkapasi­ tet og eygleiðara, sum innanfyri mong øki, verður tortførur at finna javnlíkan hjá. Uni gjørdi ikki nógv burtur úr sær sjálvum, og starvið sum politiinspektørur, ið er hægsta tign, løgreglumaður kann fáa, var ikki nakað hann breggjaði sær av. Hann hugsaði seg altíð tvær ferðir um, áðrenn hann trein fram við einum boðskapi, og hann dugdi sera væl at síggja tingini frá øðrvísi sjónarvinkl­ um enn flestu onnur. Meiri enn einaferð kom tankin fram fyri einum, hví Uni við sínum fak­ liga gløgni, ikki hevði valt sær eina yrkisleið innan gransking ella hevði nomið sær onkra háfloygda útbúgving, ístaðin fyri at velja sær lívsstarv sum løgreglumaður, har virkisment­ anin meiri er merkt av einum beinleiðis umgangstóna og ikki akademiskum og meiri óbein­ leiðis og innballaðum samskifti. Eingin leiðari er í sær sjálvum fullkomin, og tað var Uni heldur ikki. Fyri summi kundi hann tykjast heldur tortførur at koma at kenna. Sum árini gingu, gjørd­ ist mær tó greitt, at Uni við neyvum eygleiðingum ynskti at koma at kenna medarbeiðarar­ nar, ið hann var ovasti fyri. Júst hetta, at hann vísti áhuga fyri øllum omanfyri eitthundrað starvsfólkunum í føroysku løg­ regluni, er ein eginleiki, ið tíverri ikki allir leiðarar við so mongum starvsfólkum undir sær gera sær far um týdningin av. Hann var forvitin, og aftraði seg ikki at skifta orð um so mangt ymiskt, samfelagsviður­ skifti, trúarlív, vinnulív, bilar og mangt annað. Uni ynskti, at løgreglan røkti sínar uppgávur til lítar. Um okkurt var, ið kundi verið betri handfarið, sást á honum, at hann harmaðist, men sum tann ógvuliga umhugsni leiðarin hann var, kom hann ikki við skortfleingjum, men ístaðin var trupulleikin persónliga og við virðing avgreiddur handan aftur­ latnar dyr. Sum partur av donsku løgregl­ uni við fleiri túsund starvsfólk­ um, hevði Uni sum ovasti í Før­ oyum, regluligt samskifti við evstu leiðsluna í Keypmanna­ havn, og har vóru tað eisini mangir starvsfelagar, eisini millum teir á hægsta tignaðar­ stiganum, ið høvdu stóra virð­ ing fyri Una og hansara sera stóra dugnasemi. Tað er eingin ivi um, at hann hevur vunnið løgregluni her á landi stóra virðing ímillum aðrar myndugleikar, tað verið seg, Vinnumálaráðið, Lands­ verk, bý­ og bygdaráð, Akstov­ una og mong onnur. Uni var góður við konu, børn og abbadóttrina. Minnist hvussu hann sum abbi ein dagin ringdi og vildi vissa sær, um ansingar­ pláss, ið abbadótturin hevði fingið boðið, mundi vera fult nøktandi fyri hana. Við samkenslukvøðum til Ceciliu og bæði børnini, verður friður ynsktur at hvíla yvir minnum um Poul Una Vestureið. Helgi Justinussen Poul Uni Vestureið løgregluovasti farin Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri pápi, verpápi og bróður Áki Karbech Mouritsen úr Tórshavn, búsitandi í Roskilde andaðist hósdagin, 63 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Sct. Jørgensbjerg kirkju í Roskilde mikudagin klokkan 12. Familjunnar vegna Jóannes og Rúni Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, nú góði maður, pápi, verfaðir, abbi og bróður okkara Elieser (Essa) Arge Tórshavn andaðist og fór til gravar. Tøkk til starvsfólkini á Heiminum við Vallalíð og á B7 fyri góða røkt og umsorgan meðan hann var har og undir sjúkraleguni. Tøkk til Ebenezer og Rodmund í Liða og Páll Poulsen fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðina og ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir, uppringingar, vitjan, bakstur, peningagávu til heimið við Vallalíð og tøkk fyri minningarorð. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu Essa til hansara seinasta hvíldarstað. Lydia Hanna, Sigrid og Lena við familjum Dagurin 22. januar. Vincentius, deyður umleið ár 300 í Zaragoza. Píndur til deyða undir Diocletianus keisara. Navnið er lanínskt og merkir hin sigursæli. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaði maður, pápi og beiggi Andrias Reinert Samuelsen Tórshavn andaðist sunnudagin, 57 ára gamal. Farið verður úr Kapellinum á Landssjúkrahúsinum týsdagin kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Katrin, Jógvan og Ronny Tey, ið vilja minnast Andrias, kunnu lata eina gávu til Kristnastovu - konta í peningastovnunum.