mánadagur 21. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 14 - 21. januar 2008
- Vit hava fingið ein
stóran part av peng-
unum fyri arbeiði,
sum vit gjørdu, tá
ið Olshana fórst á
Flesjunum, men enn
vantar okkum tað,
sum Fiskimálaráðið
skal borga fyri, sigur
Sunleiv Højgaard,
brunaumsjónarmaður
hjá kommununum
við Skálafjørðin
Olshana
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað hevur tikið langa tíð
hjá landsins myndugleikum
at rinda sløkkiliðum og
øðrum tað, tey eiga til góðar
eftir
skipsbrotið
við
Olshanu.
Í fyrsta varð eitt stórt
”apparat” sett í gongd til
tess at bjarga skipinum, og í
øðrum lagi varð nógv reist á
føtur fyri at byrgja upp fyri
eini dálkingarvanlukku.
Tað eydnaðist ikki at
bjarga
skipinum,
men
hinvegin eydnaðist í stóran
mun at byrgja uppfyri eini
stórari dálkingarvanlukku.
Oljudálkingin
gjørdist
tíbetur ikki so stór, sum
fólk stúrdu fyri, tá ið
Olshana fór at leka olju, og
hann legðist við lágætt,
sum førdi olju inn á Skála
fjørðin og norður í Sunda
lagið. Tá ið ættin seinni
skifti, setti olja eisini móti
landi aðrastaðni, eitt nú
móti Hvítaneslandinum.
Mistu útgerð
Eitt er, at feløg og eins
taklingar løgdu alla sína
orku í hetta arbeiði. Annað
er, at slíkt arbeiði eisini
kostar pening, tí fáur er
tann, sum kann brúka tíð,
orku og útgerð og ikki fáa
hetta endurgoldið.
Eitt av feløgunum, sum
eisini mistu útgerð, tá ið
Olshana sakk, var Skála
fjarðar Sløkkilið, sum misti
tríggjar pumpur, ið fórust
við skipinum.
Tað er soleiðis, tá ið eitt
slíkt skipsbrot hendir, ligg
ur ein partur av ábyrgdini
undir innlendismálaráðnum
og ein annar partur undir
fiskimálaráðnum.
Sunleiv Højgaard, bruna
umsjónarmaður hjá komm
ununum við Skálafjørðin,
sigur, at felagið hevur fing
ið tann partin endurgoldnan,
sum liggur undir ábyrgdini
hjá innlendismálaráðnum,
meðan tann parturin, sum
fiskimálaráðið varðar av,
enn ikki er goldin, hóast
skipsbrotið hendi 2. august
í 2007.
Long bíðitíð
Tær tríggjar pumpurnar,
sum vit mistu, hava vit
einki endurgjald fingið fyri.
Vit hava keypt okkum
pumpur og slangur aftur, og
hetta er ein íløga, sum táttar
í 400.000 krónur.
Brunaumsjónarmaðurin
er onga løtu í iva um, at
Skálafjarðar Sløkkilið fer
at fáa írestandi peningin, og
hann væntar, at útskrivingin
av løgtingsvalinum er ein
partur av orsøkini til, at
hetta hevur drigið so langt
út.
Hetta snýr seg helst um,
at játtanir skulu til, og eg
trúgvi, at tað er hetta, sum
ikki rættiliga er komið upp
á pláss.
Sunleiv heldur kortini, at
tá ið slíkar uppgávur verða
gjørdar fyri tað almenna,
átti tað kortini ikki at verið
neyðugt at bíða so leingi
eftir ágóðanum.
Okkara partur liggur
um 1,2 miljónir krónur,
men tá hava vit eisini havt
fleiri undirveitarar, sum
eisini eiga sín ágóða av
hesum.
Gott samstarv
Hann
sigur,
at
tá
ið
Skálafjarðar Sløkkilið varð
tilkallað, var málið í fyrsta
lagi at bjarga skipinum.
Fyrsta uppgávan, vit
høvdu, var at pumpa sjógv
úr skipinum, men tá ið tað
ikki eydnaðist at bjarga
Olshanu, og olja fór at leka
úr
tangunum,
gjørdist
okkara uppgáva at leggja
byrgingar út, taka olju upp
og byrgja uppfyri dálking.
Brunaumsjónarmaðurin
sigur, at samstarvið við
Skálafjarðar Sløkkilið:
Eigur pening til góðar hjá
- Fyrsta uppgávan, vit
høvdu, tá ið Olshana fór á
Flesjarnar, var at pumpa
sjógv úr skipinum, men tá ið
tað ikki eydnaðist at bjarga
Olshanu, og olja fór at leka
úr tangunum, gjørdist okkara
uppgáva at leggja byrgingar
út, taka olju upp og byrgja
uppfyri dálking, sigur Sunleiv
Højgaard
Mynd: Jens Kr. Vang
Alzheimers-gátan skal granskast
Við alzheimerssjúkuni verða heilakyknurnar, sum eitt nú stýra minninum, skaddar og doyggja, so hvørt sum sjúkan fær fótin fyri
seg. Tað er evropeiska granskingarráðið (ERC), sum hevur latið NTNUgranskaranum Stefan Leutgeb 14 miljónir krónur yvir
fimm ár til at granska í orsøkini til alzheimers. Granskingin skal kanna, hvussu alzheimerssjúkan mennist í heilanum. Tað er
serliga økið, sum rópt verður “hippocampus”, ið verður rakt. Hetta er økið, har minnið verður til. Í einum heila, sum verður raktur
av alzheimers, minkar heilabørkurin, og soleiðis verða økir, sum stýra tonkum, tilrættalegging og minninum skadd. Í staðin setir
væta seg á heilan. Granskarar halda, at tann, sum soleiðis gerst minnisveikur av alzheimerssjúkuni, hevur eina ovurframleiðslu av
proteininum “betaamyloid”. Hetta proteinið klumpar seg saman og ger uppsamlingar í heilanum. Rottur verða brúktar í
granskingini, og her fara granskarar at gera tað so, at rotturnar framleiða størri nøgdir enn vanligt av “betaamyloid” í ávísum
pørtum av heilanum. Eitt vaksið menniskja hevur umleið 100 miljardir nervakyknur ella “nevronur”. Smá elektrisk lødd tekin
ferðast um hendan skógin av kyknum og mynda tankar, kenslur og minnið. Tað er í fyrsta lagi hesar “nevronur”, sum verða
skaddar av alzheimerssjúkuni. Sum skilst, eru vónir um, at sjúkan í framtíðini kann fyribyrgjast.