mánadagur 21. januar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 14 - 21. januar 2008 ]
Sunleiv Højgaard,
brunaumsjónar
maður, sigur, at tá ið
boð verða send eftir
sløkkiliðnum undir
slíkum umstøðum,
kenna teir tað sum
sína skyldu at taka
um endan
Sokkin
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
30 tonsarin Sverri hevur
leingi ligið við bryggju í
deksbátahavnini í Oyr
unum á Toftum. Báturin,
ið er skrásettur sum stutt
leikabátur,
hevur
einki
fiskiloyvi, men sum skilst
hevur ætlanin verið at rikið
gágguveiði við honum.
Í
vikuskiftinum
lá
báturin tungur í sjónum,
og um 15tíðina sunnu
dagin
sendi
útgerðar
maðurin, sum er Sørin
Svenning Danielsen, boð
eftir Skálafjarðar Sløkki
liði, sum byrjaði at pumpa
sjógv upp úr Sverra.
Tá ið sløkkiliðið hevði
fingið nakað av sjógvi upp
úr bátinum, legði hann seg
í bakborð, og eina løtu
sunnukvøldið helt Sunleiv
Højgaard, brunaumsjón
armaður, at ikki var ráðiligt
at fara umborð og leggja
pumpurnar betur, tí vandi
var fyri, at báturin kundi
koppa.
Skjótt
funnu
menn
kortini út av, hvussu teir
best kundu bera seg at, og
eftir at pumpurnar vóru
lagdar
betri,
minkaði
sjógvurin skjótt í Sverra.
Sunleif Højgaard sigur,
at klokkan var farin nakað
av 20, tá ið báturin fleyt
aftur.
Tá ið vit fingu pump
urnar upp á pláss, og
soleiðis kundu seta meira
ferð á, gekk skjótt at fáa
sjógvin
úr
bátinum.
Samstundis, sum vit pump
aðu, noyddust vit eisini at
tetta dekkið, tí sjógvur lak
niður, sigur hann.
Sørin Svenning Daniel
sen, útgerðarmaður hjá
Sverra,
var
eisini
á
bryggjuni, tá ið vit vóru
fram við sunnukvøldið.
Útgerðarmaðurin segði
seg ikki vera greiðan yvir,
hví báturin, sum ikki
hevur likið nakað av
týdningi, var sokkin eftir
lutfalsliga so stuttari tíð.
Vit fara at royna at
finna út av, hvat er hent, tá
ið hann er komin uppaftur
at flóta, segði hann.
Sverri er bygdur í
Holbæk í Danmark í 1947
úr eik og bók. Hann er
15,39 metrar langur, 4,88
metrar breiður og er
merktur 32,47 brt.
Maskinan er ein grenaa
diesel (1986), 170 hk.
Sunleiv Højgaard sigur,
at tá ið boð verða send
eftir sløkkiliðnum undir
slíkum umstøðum, kenna
teir tað sum sína skyldu
at taka um endan.
Og tá kann tað sum so
vera líka mikið, um ein
bátur er tryggjaður ella
ikki, leggur hann aftrat.
Sum skilst, var Sverri
ikki tryggjaður, nú hann
sakk við bryggjuna.
Sverri sakk
í Oyrunum
Um gott 20-tíðina í gjárkvøldið – ella ein lítlan tíma eftir,
at hendan myndin er tikin – fleyt Sverri aftur Vilmund
Jacobsen
Fiskimálaráðnum
MRCC var sera gott undir
hesum arbeiði – heilt frá
byrjan til endan.
Onkrir smávegis sam
skiftistrupulleikar
vóru,
men sum heild gekk sam
starvið útmerkað, leggur
Sunleiv Højgaard dent á.
Nógv atlit
Tað er ikki bara sum at siga
tað at fáast við fyribyrging
av dálking og upptøku av
olju.
Vit høvdu eitt ávíst tal
av oljusperrum úti, og aðrar
lógu klárar, um fleiri ”álop”
komu.
Hann vísir á, at Skála
fjarðar
Sløkkilið
eisini
hevði neyvt samstarv við
Heilsufrøðiligu Starvsstov
una um, hvussu fram skuldi
farast.
Ymisku økini eru býtt
upp, og tað er ikki alla
staðni, tú bara kanst flyta
oljusperringar úr einum øki
í annað. Ásetingar um
smittuvanda gera, at neyð
ugt er at vaska sperrur og
aðra útgerð, sum nýtt verður
til fyribyrging og upptøku,
áðrenn útgerðin kann flytast
millum ávís øki.
Sunleiv sigur, at Skála
fjarðar Sløkkilið tí
eisini noyddist at syrgja
fyri,
at
útgerðin
bleiv
vaskað og sóttreinsað fyri
smittu, og eisini varð neyð
ugt at koyra útgerð, sum
brúkt hevur verið í einum
øki, í afturlatnum bingjum
millum økini.
Tilbúgving kostar
Brunaumsjónarmaðurin hjá
kommununum við Skála
fjørðin vísir á, at tað almenna
noyðist at ásanna, at tilbúgving
eisini kostar pening.
Tað kann ikki vera
soleiðis, at vit, sum altíð
eru til dystin fús og eru klár
ir at traðka til og hjálpa, tá
dálking hóttir umhvørvið,
skulu stúra fyri, at vit
møguliga ikki fáa okkara
part endurgoldnan.
Hann heldur, at um stríð
verður um slík mál, er
ivasamt, um Føroyar fara at
hava nakra tilbúgving, tá ið
ein slík vanlukkan hendir
aftur.
Vit vænta sjálvsagt at
fáa peningin, sum vit eiga
til góðar, men samstundis
mugu vit ásanna, at hetta
hevur tikið langa tíð, sigur
brunaumsjónarmaður.
Olshana liggur
Sunleiv Højgaard sigur, at
honum
kunnugt
kemur
eingin oljan av týdningi
upp úr Olshanu nú.
Skipið liggur væl og
djúpt, har tað liggur í móru.
Hetta er deyðavatn, og eg
trúgvi ikki, at stórur vandi í
løtuni er fyri, at olja fer at
leka úr skipinum.
Hann heldur, at myndug
leikarnir nú hava stundir til
at meta um støðuna og taka
avgerðir um, hvat skal
henda við skipinum.
Tøknin við upptøku av
olju broytist og mennist alla
tíðina, og eg trúgvi, at nú
skipið liggur, sum tað
liggur, hava myndugleik
arnir góðar stundir at meta
um viðurskiftini og taka
røttu
avgerðirnar,
sigur
Sunleiv Højgaard.
- Tað kann ikki vera soleiðis, at vit, sum altíð eru til dystin fús og eru klárir at traðka til og
hjálpa, tá dálking hóttir umhvørvið, skulu stúra fyri, at vit møguliga ikki fáa okkara part
endurgoldnan, sigur Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nógvar “sprekkur” ov smáar
Valdagurin er ein langur dagur í valhølunum hjá teimum, sum skulu syrgja fyri, at alt gongur regluliga fyri seg.
Á nógvum valstøðum møttu valnevndarumboðini upp longu klokkan 08, tí brævatkvøðurnar skuldu kekkast og
fáast upp á pláss. Klokkan 10 lótu valhølini upp, og nógvastaðni hevur ikki verið liðugt at telja upp fyrr enn ein
til tveir tímar eftir, at valhølini lótu aftur klokkan 20. Soleiðis er hetta ein langur dagur. Men hetta er samstundis
eisini ein hugnaligur dagur, har valnevndarumboð hitta nógv fólk, sum leita sær á valstaðið. Ein trupulleiki á
summum valstøðum var, at sprekkan í atkvøðukassanum var ov stutt – og soleiðis eisini ov trong til teir breiðu
valseðlarnar, nú valevnini vóru so mong, og hvør flokkur stóð í tveimum røðum niðureftir. Sosialurin hevur
frætt, at á summum valstøðum var neyðugt at fara eftir sagini og saga sprekkuna niður í valkassan breiðari.
Hetta var nakað, sum valnevndarumboð í summum førum ikki høvdu hugsað um, og tí varð ikki funnið út av
hesum, fyrr enn fyrstu veljararnir vóru komnir inn á gólvið. Sum skilst, tarnaði hetta kortini ikki tað stóra.