Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 14 - 21. januar 2008 tíðindi Fyri fyrstu ferð eydnaðist tað einum kvinnuligum valevni fyri Fólkaflokkin at verða vald á ting, tá Annika Olsen skoraði 521 atkvøður og gjørdist nummar fýra á listanum valúrslit Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað varslar nýggjar tíðir í Fólkaflokkinum. Fyri fyrstu ferð hava velj­ arar floksins givið einum kvinnuligum valevni sín fulla stuðul. Tað hendi, tá Annika Olsen fekk heilar 521 atkvøður og gjørdist fjórði valdi tinglimur Fólka­ floksins av teimum sjey, sum flokkurin fekk. ­ Eg eri ótrúliga glað. Eg klári slett ikki at seta orð á tað beint nú, sigur Annika Olsen. Hon sigur, at hon á ongan hátt var trygg, áðrenn úrslit­ ið úr Havnini kom. ­ Tað var heilt fantastiskt. Fyri fyrstu ferð í søguni er ein kvinna vald á ting fyri Fólkaflokkin, sigur Annika Olsen. Annika Olsen hevur í ein mun notið væl av ung­ mannafelagnum hjá Fólka­ flokkinum, HUXA. Men hon vísir á, at HUXA hevur arbeitt fyri allan flokkin, tó at hon eisini hevur notið gott av hesum. Men nú er hon bara spent at byrja arbeiðið í tinginum og ætlar sær at setas síni fingramerki á tey mál, sum hava hennara srliga áhuga. Tað er serliga útbúgving, sum eg havi stóran áhuga fyri, og har vóni eg, at fáa sett míni fingramerki á, sigur Annika Olsen. Hon er serliga væl nøgd við tann háttin, sum flokk­ urin hevur »behandla« hana upp á. Í staðin fyri at skumpa meg afturum hevur flokk­ urin tikið meg við í fremstu røð, og tað er avgjørt ein av orsøkunum til, at eg bæði í kvøld, men eisini til Fólka­ tingsvalið fekk eitt so gott Tað mundi vera ein skelkur fyri nógvar fólkafloksveljarar, at hvørki Óli Breck­ mann ella Bjarni Durholm komu inn aftur valúrslit Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tveir av heilt stóru profilu­ num í Fólkaflokkinum, Óli Breckmann og Bjarni Djur­ holm, megnaðu ikki at vinna fólksins gunst til val­ ið hesaferð. Óli hevur sitið á løgtingi síðani 1974, umframt sum fólkatingslimur í mong Harrans ár. Tað kann tí undra eitt sindur, at hann ikki fekk størri undirtøku. Men okkurt kundi bent á, at Fólkafloksveljarar ynskja eitt ættarliðsskifti í flokki­ num. Í hvussu er vísir valið, at í hvussu er Óli Breckmann og Kjartan Joensen eru vrakaðir til fyrimuns fyri Anniku Olsen og Jákup Mikkelsen. Og so kann tað sigast, at Jógvan við Keldu, sum valdi ikki at stilla upp aftur, varð avloystur av sínum avloysara í Innlendismála­ ráðnum, Jacob Vestergaard. Hvat Óli velur at gera kann bert gitast um, men Bjarni Djurholm er enn ungur, og kemur flokkurin í samgongu, er hann í hvussu er ein royndur landsstýris­ maður. Fyrsta kvinnuliga Fólkafloksumboðið Bjarni og Óli fullu Annika Olsen stóð alla tíðina at fáa sess á tingi, og tað fekk hon eisini sum fjórða valda á Fólkaflokslistanum Óli Breckmann og Bjarni Djurholm vunnu ikki veljarans gunst til hetta valið Bankaráðgevin er ikki tín besti vinur Í veruleikanum er bankaráðgevin ikki ein veruligur ráðgevi, men ein sølumaður, sum av øllum alvi roynir at fáa viðskiftafólkið at læna pening til hægst møguligu rentu, skrivar heimasíðan bkv.fo. ­ At fáa fólk at skilja henda boðskapin, verður mín fremsta uppgáva, sigur nýggi stjórin í Dansk Aktionærforening, Linda Overgaard. ­ Eg upplivi dag og dagliga fólk, sum uppfata bankaráðgevan sum ein óvildugan persón, sum roynir at hjálpa teimum, sigur hon. Men tað er hann als ikki. Bankaráðgevin verður løntur eftir sínum avriki. Tess meira bankaráðgevin fær viðskiftafólkið at læna og gjalda í rentu og avgjøldum, tess meira vinning fær hann persónliga. Bæði Eik og Føroya Banki rinda sínum bankaráðgevum avriksløn. Funnu bilin liggjandi á takinum Leygarkvøldið fór ein bilur út av vegnum vestanfyri Statoil­støðina í Kollfjarðardali. Fólk komu fram á bilin, sum var illa farin av óhappinum. Men trupulleikin var, at eingin var í bilinum ella í nánd av honum, og eingin hevur heldur boðað frá óhappinum. Løgreglan fann tó seinni fram til, hvør eigarmaðurin av bilinum var. Í løtuni verður málið kannað, herundir spurningurin um óhappið var av slíkum slagi, har fráboðanarskyldan skal í gildi. Av Politistøðini verður sagt, at fløskur lógu í bilinum, men enn er ikki kannað, hvørt bilførarin var ávirkaður ella ikki.