Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 21. januar 2008 19 tíðindi Sorg og gleði... Spenningurin var stórur í Norðurlandahúsinum, meðan valevnini fylgdu uppteljingini leygarkvøldið. Summi vóru ovurfegin, meðan onnur vóru vónbrotin. Soleiðis sá út ígjøgnum linsuna hjá myndamanni okkara Valspenningur Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Royndir geva ikki altíð (val)úrslit. Hendan myndin av Bjarna Djurholm úr Fólkaflokkinum gjørdist kanska ein ímynd fyri úrslitið hjá landsstýrismanninum, sum ikki endurvann sessin í løgtinginum. Saman við Heðini Zachariassen fekk Bjarni Djurholm 317 atkvøður. Um ikki fínteljingin vísir nakað annað, verður lutakast um, hvør teirra skal verða eykamaður hjá Fólkaflokkinum Miðnámsflokkurin varð ikki spáddur at hava nakran møguleika at koma á ting, og tað helt. Sjálvt um Bergur Johannesen var einasta valevni, fekk hann ikki allar av teimum 221 atkvøðunum. Listin fekk 16 atkvøður Samfelagsfrøðingurin og skemtarin, Sjúrður Skaale, er eitt av nýggju andlitunum í flokkinum. Her er úrsitið greitt fyri hansara viðkomandi