Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 14 - 21. januar 2008 tíðindi Tríggir álvarsamir fólkafloksmenn. Tveir av teimum vóru rættiliga langt frá einum tingsessi. Frá vinstru Oskar Eirikson, sum fekk 22 atkvøður, Tummas í Garði 16, meðan sitandi innlendsmálaráðharri, Heðin Zachariassen, akkurát gjørdist ov stuttur við 317 atkvøðum Gleðin var stór í Miðflokkinum, tá tað var greitt, at Jenis av Rana, sum stóran part av valkvøldinum varð dømdur úti, kortini endurtryggjaði sær sess í Løgtinginum. Her hálsfevnir sterki maðurin í Miðflokkinum, Karsten Hansen, floksformannin sín, tá Jenis endiliga »tordi« at koma í Norðurlandahúsið at hátíðarhalda sigurin Suvereni toppskorarin í Sjálvstýrisflokkinum við 572 atkvøðum, Kári á Rógvi, fær sær ein góðan látur, tá hann mótekkur ein sms við boðunum »brúka nú oyruni rætt í tinginum« Hóast vrakaður eftir 34 árum í Løgtinginum, var Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum maður nokk til at koma í Norðurlandahúsið. Hann fekk 311 atkvøður og gjørdist ov stuttur. Her heilsar hann upp á Sofus Johannesen úr Javnaðarflokkinum, sum 31 atkvøður Torbjørn Jacobsen, næstformaðuri úr Tjóðveldinum, var rættiliga fámæltur stóran part av kvøldinum, tí hann kendi seg ikki tryggan. Gleðin var stór á honum og Høgna Hoydal, tá úrslitið var greitt Við 576 atkvøðum endurvann Helena Dam á Neystbø ein tryggan sess í løgtinginum. Nú fyri Javnaðarflokkin. Helena hevur fyrr umboðað Sjálvstýrisflokkin á løgtingi og í landsstýri