mánadagur 21. januar 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 14 - 21. januar 2008
tíðindi
Við sjeymílaferð in
Nývaldu tingkvinnurnar fara avgjørt at stuðla hvørjari aðrari í tingarbeiðinum, og tær ivast ikki í, at
tað fer at eyðkenna tingarbeiðið, at tær rúgva meira upp.
Politikkur
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Látur og klemm eyðkenna
tær sjey nývaldu kvinnurnar
hendan kalda mánamorgun
vit hava sett teimum stevnu
til prát og myndatøku í
forhøllini í tinghúsinum.
Hetta er fyrstu ferð tær
hittast eftir valgið leygar
dagin.
– Hetta er nokk til ein
heilan bindiklubb, flennir
Katrin Dahl Jakobsen, sum
eisini er sera fegin um at
heilsa uppá Marjus Rein,
tingskrivara, sum hon sjálv
andi kennir frá undanfar
num tingsetum.
Og ongin ivi er um, at
tingið veruliga hevur fingið
kvinnurnar á vitjan. Berg
tóra H. Joensen hevur lítlu
Karina við. Skúlin ringdi, tí
gentan var ússalig. So fyrsti
arbeiðsdagur byrjar væl við
sjúkum barni. Og, sum
øllum kunnugt er Annita á
Fríðriksmørk við barn, og
fer í farloyvi fyrsta dagin.
Kvinnubólkur
Spurdar, í hvønn mun tær
kunnu fáa gagn av hvørji
aðrari, siga allar við ein
munn, at tað fáa tær heilt
vist. Og tær greiða frá, at
nakrar longu hava prátað
um møguleikan at arbeiða
tvørturum floksmørk og at
leggja fram viðkomandi
uppskot, sum allar eru
samdar um.
– Hetta skal ikki mis
skiljast soleiðis, at vit ikki
kunnu vera ósamdar pol
itiskt. Sjálvandi kunnu vit
tað, men vit halda sam
stundis at tað hevur týdning,
at vit gera okkurt tvørtur
um floksmørkini, sigur 42
ára gamla Bjørt Samuelsen,
sum er millum tær fýra
nývaldu kvinnurnar.
Tær sjey rokna eisini við,
at tær fara at stovna ein
kvinnubólk, har tær kunnu
samstarva. Hetta er vanligt
í øðrum londum, har kvinnu
ligir parlamentarikarar við
hvørt seta sína egnu kvinnu
politisku dagsskrá.
– Tað fer avgjørt at merkj
ast, at vit eru so nógvar.
Sjey gera stóran mun, sigur
Katrin Dahl Jakobsen, 56
ár, sum hevur drúgvar
royndir sum tingkvinna frá
árunum 19982004. Og 32
ára gamla nývalda Annika
Olsen, býráðslimur í Havn,
vísir á, at har hava tær havt
ein góðan kvinnubólk í
nógv ár.
Ein onnur av teimum
royndu kvinnunum er 39
ára gamla Annita á Fríð
riksmørk. Hon roknar við,
at politiskt fer tað at síggjast
serliga væl aftur í fíggjar
lógarviðgerðini, at so nógv
ar kvinnur nú taka sæti á
tingi.
– Tá vit hava verið so
fáar, er tað so nógv lættari
at strika játtanir, sum raka
kvinnurnar, til dømis barns
burðargrunnin, í mun til eitt
nú sjómannafrádráttin. Ikki
bara í tinginum sum heild,
men eisini innanhýsis í
flokkunum, sigur hon.
Javnstøða gevur
dynamikk
36 ára gamla Bergtóra
Høgnadóttir Joensen er eis
ini millum tær nývaldu. Í
borgarliga
starvi
sínum
hevur hon arbeitt nógv við
starvsfólkaviðurskiftum,
eitt nú sum HRmennari í
Eik banka. Hon heldur, at
javnvág millum kvinnur og
menn er ein fyrimunur fyri
eitt arbeiðspláss.
– Tað hevur avgjørt stór
an týdning fyri dynamikkin,
arbeiðslagið, málburðin og
atburðin, at bæði kyn eru
umboðað á einum arbeiðs
plássi.
Og júst hetta við málburði
og atburði er nakað, sum
tær allar hava eina greiða
hugsan um.
– Tað er ongin ivi um, at
vit fara at síggja nógv minni
til niðrandi málburðin, har
tingfólk gera gjøldur og
leypa framav í heilum.
Kvinnur tosa ikki soleiðis,
Mynd: Jesn Kr. Vang