Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 21. januar 2008 27 tíðindi n í nútíðina tíbetur, sigur Helena Dam á Neystabø, sum er tann, sum hevur sitið longst fyrr, nevniliga í heili 12 ár, frá 1990-2002. – Ja, eg krympi ofta tær- nar, tá eg siti heima og lurti eftir tingvarpinum, skoytir Katrin Dahl Jakobsen uppí. Virka um dagin Mangan hevur verið fýlst á, at tað er so torført at sam- eina tingarbeiðið við eitt vanligt familjulív. Rokna tær við, at hetta verður øðrvísi nú, spyrja vit. 48 ára gamla Rósa Samuelsen, sum hóast hon ikki hevur havt fast sæti á tingi, er ein royndur politikari í kom- munusamanhangi, heldur avgjørt, at tað eigur at lata seg gera at sameina politikk við familjulív. – Vesturi hjá okkum, í Sandavági, er onki fundar- virksemi um kvøldið. Har hava vit tilvitað lagt allir fundir um dagin, so øll fáa verið við, sigur hon. Og hetta við Sandávági er eisini nakað heilt serligt, tí Rósa er fyrsta umboð úr Sandavági, sum er vald í Løgtingi. Og Bjørt leggur afturat, at í Finnlandi er tað soleiðis, at allar atkvøðugreiðslur fara fram fyrrapart. So kunnu orðaskiftini verða til langt út á kvøldið, men onki verður avgjørt fyrr enn dagin eftir. – Eg minnist í øllum førum, tá ið eg sat í tingi- num. Tá møtti eg børnunum í hurðini, tí fundirnir byrj- aðu ikki fyrr enn klokkan 13.30. Men hetta er tíbetur broytt nú, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Og tær hugleiða um, at saman við ungu pápunum í tinginum fara tær helst at krevja, at arbeiðið verður lagt til rættis, so tað hóskar saman við familjulívinum. Tær halda sostatt eisini, at kvinnur eru øðrvísi, soleiðis at tær fara ikki at sita og hanga í tinginum til onga nyttu. – Tað hava vit snøgt sagt ikki tíð til, skoyta tær allar uppí, og gera seg til at fara hvør til sítt. Bergtóra, leið- andi við lítlu Karin, heim til abban, sum tíbetur er heima og góður at heita á ein slíkan dag. Jona Henriksen 1978-80 Karin Kjølbro 1978-90 Jóngerð Purkhús 1988-90 Marita Petersen 1988-98 Lisbeth L. Petersen 1990- Helena Dam á Neystabø 1990-2002 / 2008- Maria Hansen 1994-98 Ingeborg Vinther 1994-98 Katrin Dahl Jakobsen 1998-2004 / 2008 Annita á Fríðriksmørk 1998- Kristina Háfoss 2002-04 Heidi Petersen 2004-2008 Annika Olsen 2008- Bergtóra Høgnadóttir Joensen 2008- Bjørt Samuelsen 2008- Rósa Samuelsen 2008- TingKvinnur, gjøgnum Tíðirnar: 7 kvinnur og 26 menn komu í løgtingið Av teim 33 tinglimunum eru 14 nývald. Av teimum 33 eru 7 kvinnur, ella 4 fleiri enn seinast. Kvinnuumboðanin á tin- gi er nú góð 21 prosent, við 23,5 prosent av atkvøðunum. Heidi Petersen var ikki afturvald, hóast hon persónliga hevði stóra framgongd, og Lisbeth L. Petersen stillaði ikki uppaftur. FaKTa Annika, Rósa, Helena, Katrin, Annita, Bjørt og Bergtóra eru sjey litfagrar og frískar blómur í tingbukettini Mynd: Jens Kr. Vang Annika Olsen .................................................. 521 Rósa Samuelsen ............................................ 314 Helena Dam á Neystabø ............................. 576 Katrin Dahl Jakobsen ................................... 282 Annita á Fríðriksmørk .................................. 616 Bjørt Samuelsen ............................................ 547 Bergtóra Høgnadóttir Joensen ................ 481 aTKvøðubýTi