leygardagur 2. juni 2001síða 20
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TILTØK
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin eingin sunnu-
dagsskúli og onki møti
vegna Hvítusunnustevn-
una.
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl.
17.30 messa í Kerit.
Hvítusunnudag kl. 11 há-
messa við Anders Baads-
gaard Jensen í Mariukirkj-
uni. Aftaná verður kirkju-
kaffi. Eingin sunnudags-
skúli verður í morgin.
2. Hvítusunnudag kl. 11
hámessa við Anders
Baadsgaard Jensen í
Mariukirkjuni.
Adventkirkjan
Leygardagin kl. 10 barna-
bíbliutími og bíbliugransk-
ing. Evni: Tað er makt í
bøn. Kl. 11 gudstænasta, J.
V. Danielsen.
Rhema á Hálsi
Mikukvøldið onki møti.
Vegna Hvítusunnustevnuna
á Nabb við Aril Edvardsen
úr Noreg, vera ongi møti í
Rhema.
Ebenezer
Hvítusunnudag kl. 10
breyðbróting, kl. 12 sunnu-
dagsskúli, kl. 18 evangel.
møti, kl. 21 útimøti.
2. Hvítusunnudag kl. 18
evangel. møti.
KFUM og KFUK í
Havn
Sunnudagin 24. juni kl. 14
gera KFUM og KFUK
útferð um viðrar við Norð-
lýsinum, vestur um Hest-
oynna. Sigið frá áðrenn 11.
juni á tlf. 311928 vilja tit
við. Havi matpakka og
okkurt drekkandi við.
Ferðin varar 5 tímar. Lut-
tøkugjald 200 kr.
Filadelfia,
Landavegur 22
Í dag kl. 10 og kl. 19
Hvítusunnustevna í
Ítróttarhøllini á Hálsi, kl.
22.30 lovsongskonsert í
Ítróttarhøllini á Hálsi. 1.
Hvítusunnudag kl. 11 og
18 og 2. Hvítusunnudag kl.
11 og 18 Hvítusunnustevna
í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Møtiskráin hjá Filadelfia
sæst á heimasíðu okkara:
www.filadelfia.fo
Meinigheitshúsið
Leygardagin kl. 16.30 bøn-
arløta – kvinnur.
Hvítusunnudag kl. 18 møti
við fólki frá Logos II.
2. Hvítusunnudag kl. 18
møti við Bergur D.
Joensen.
Hvítusunnusamkoman
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11 morg-
unmøti, kl. 12.15 sunnu-
dagsskúli, kl. 18 evangel-
iskt møti.
Kirkju- og missións-
húsið á Argjum
Heimasíða okkara:
www.koma.fo
Saron, Vestmanna
Onki møti í vikuskiftinum
vegna Hvítusunnumøti í
Havn.
Filadelfia, Sundalagið
Einki møti verður um
Hvítusunnu vegna Hvítu-
sunnustevnu í Havn.
Ørkin, Saltangará
Evangeliskt møti verður í
Arbeiðarafelagshúsinum
»Hæddini« í Saltangará
sunnudagin kl. 17.00.
Møguleiki er at fáa forbøn.
Missiónshúsið í
Leirvík
Í kvøld verður einki ung-
dómsmøti. Ístaðin fara vit
til Logos ungdómstiltak í
ítróttarhøllini í Runavík.
Bilar koyra frá missións-
húsinum kl. 21.30.
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Jesus svaraði og segði við hann: Elskar nakar meg, tá
varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann,og vit
skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum.
Joh. 14-23
Tað sum hendi hina fyrstu Hvítusunnuna, fyri nú næstan
2000 árum síðani, vakti undran hjá mongum og hevur iva-
leyst eisini vakt spurningar, tí her var nakað heilt, heilt serligt
á ferðini.
Men størri undur er tað at hin kristna kirkjan víða um
heimin, sum tá gjørdist veruleiki, enn skal vera til. At »And-
in«, sum tá blásti lív í »Orðið« sum lærusveinar Harrans tal-
aðu, skal enn hava somu kraft og verða spædikað á fleiri
tungumálum enn nakrantíð áður. Hetta skuldi givið okkum
nakað at hugsa um. Her er talan um lív.
So kunnu vit spyrja, hvussu hin Heilagi Andin kemur til
okkara? – Hesum hevur Jesus Kristus svarað tá hann sigur:
»Tann sum elskar meg, hann varðveitir orð míni, og faðir mín
skal elska hann og vit skulu koma og gera okkum bústað hjá
honum«.
At hoyra og varðveita. Tað er tað sum týdning hevur, og tað
er við hesum, at hin Heilagi Andin kemur til okkara. Við
ORÐINUM sum hoyrt verður, kemur hin Heilagi Andin til
okkara.
Um hetta alt kunnu vit lesa í øðrum kapitlinum í Apostla-
søguni. Har síggja vit hvussu hin Heilagi Andin prædikar, og
hvussu hin Heilagi Andin verður givin. Her hava vit hvítu-
sunnuprædikuna hjá Pæturi apostli. Henda prædikan er sera
greið og einføld. Pætur hevur helst ikki verið størri prædiku-
maður enn hinir – men hann byggir prædikuna sína á skrift-
ina; vitnar um Jesus Krist, peikar á hann sum krossfestur er
fyri syndir okkara, risin upp og hevjaður upp til æviga dýrd.
– Og tey sum tóku ímóti orðinum fingu hin Heilaga Andan,
nýggja kraft, nýtt lív.
Hetta er Hvítusunnan – Hon kemur til okkara í ORÐI
Guðs, tá vit hoyra hetta boðað í Jesusar navni. Tá vit hugsa
um tað, boyggja okkum fyri tí og biðja. Hvítusunnan er har,
tá vit vilja liva sum Guðs børn í tí felagsskapi Kristus hevur
kallað okkum til.
Hon er har tá Jesus Kristus, hin sanni og frælsi, ger okkum
sonn og fræls.
Gleðiliga Hvítusunnu.
Amen.
BRÚDLEYPIÐ ÚTSETT
Brúdleypið hjá Joan Miðberg, Saltangará og Eddie
Mikkelsen, Søldarfjørður, ið skuldi vera 2. juni er
útsett vegna sjúku.
PRÓGV
Beinta Nielsen hevur tikið prógv sum Sosial- og
sunnheitsassistentur á Sosial- og sunnheitsskúlan-
um í Brøndby.
80 ÁR
Í dag verður Svenning Olsen á Marknagarði, Glyvr-
ar, 80 ár.
85 ÁR
Grundlógardagin 5. juni fyllir Hjørleif Enni, Tvør-
oyri, 85 ár. Hann er at hitta í heiminum millum kl.
11.00 og 13.00
38
Nr. 104 - 2. juni 2001
Nr. 104 - 2. juni 2001
39
gult38 cyan38 magenta38 svart38
gult39 cyan39 magenta39 svart39
Eysturoyingar &
Norðstreymoyingar
Hvítur posi frá IRF
Hvørt húski hevur fingið 8 pappírsposar.
Posarnir eru til reint og turt pappír og papp.
Ein hvítur posi verður tikin
frá hvørjum húski 5. hvørja viku.
Hvítur posi við øðrum burturkasti enn
pappíri og pappi verður ikki tikin.
Vegna verkfall er heintingin flutt eina viku.
Fyrsti hvíti posin verður heintaður soleiðis:
Týsdag 5. juni
Rituvík, Æðuvík, Runavík og
Lamba
Mikudag 6. juni
Skipanes, Søldarfjørður, Saltnes,
Toftir og Nes
Hósdag 7. juni
Oyndarfjørður, Hellur, Skála-
botnur, Skála, Syðrugøta, Gøtu-
gjógv og Norðagøta
Fríggjadag 8. juni
Fuglafjørður og Kambsdalur
IRF
HEILSANIR
Øllum tykkum, sum við
vitjan, gávum, kortum og á
annan hátt gleddu meg á
konf irmatiónsdegnum
11.05.01 takki eg hjarta-
liga. Eisini ein serlig tøkk
til ommu.
Blíðar heilsanir
Hansy Thomsen,
Granagøta 22 Tórshavn
Góði Ólavur gubbi
Hjartaliga tillukku við 30
ára degnum, sum var 27.
mai.
Ynskja vit 4 á Oyri
Góða Herdis
Lukku og gleði á tínum 10
ára degi, sum er tann 5.
juni og alt tað besta í
framtíðini.
Heilsan mamma, babba
og beiggi
Góða elskaða Ása!
Lukku og gleði á tínum 4
ára degi 4. juni. Jesus signi
framtíð tína.
Heilsan mamma, babba,
Súni og Sonny
Tillukku við degnum 4.
juni og vælkomin heim-
aftur.
Mamma og pápi
Góða Súsanna!
Hjartaliga tillukku á 40 ára
degnum í dag, hvør skuldi
trúð tí, tú líkist einari 25
ára gamlari.
Alt tað besta
frá hold 2000
C
M
Y
K
39
38
Alt til gosbaði
Sóttreinsievni 2, 5 l............. 399 kr
Sóttreinsievni 125 ml..............95 kr
Klortablettir fyri. Stk ................2 kr
Skúmdempari 1 l .................447 kr
Bonivoks 1 l.........................429 kr
Filturreinsievni 1 l ................315 kr
Vatnangi fýr 250 ml..............198 kr
Njóti
b ð
ð
tta tilhoyrinum.
Tlf.: 322 999 , fart.: 225 345
www.rorblikk.fo
TILTØK
BRÚDLEYP
Í dag, 2. juni kl. 17.00
giftast í Havnar kirkju
Esther Lindenskov,
Tórshavn og Hjalmar
Hvítklett, Sørvágur.
Brúðarveitslan verður
fyri innbodnum í Páll-
stovu.
Leygardagin 16. juni
kl. 14 giftast í Kelduni
í Skálabotni Olivia H.
Joensen, Skálabotn og
Jákup Súni Berg, Tórs-
havn. Veitslan verður í
Leguhúsinum í Nesvík
kl. 20.30. Tey, ið vilja
gleða brúðarparið við
at koma, verða biðin
um at siga frá áðrenn
1. juni á tlf. 441596,
315003 ella 254404.
Leygardagin 16. juni
kl. 16.00 giftast í
prestagarðinum í Vági
Gunnbjørg Magnussen,
Vágur og Torri
Thomsen, Sumba.
Brúðarveitslan verður í
samkomuhúsinum í
Sumba kl. 19.00 fyri
innbodnum gestum.
Leygardagin 23. juni
kl. 15 giftast í Christi-
anskirkjuni, Oddbjørg
Askham, Hvannasund
og Rúni Sigurðsson,
Klaksvík. Vælkomst
verður á Hotel Norð
kl. 20.30. Tey, ið vilja
gleða brúðarparið við
at vera við, verða biðin
um at siga frá í sein-
asta lagi 1. juni á tlf.
457514, 452002 ella
457522.
Leygardagin 30. juni
kl. 15.00 giftast Bena-
dikta Sofía Kruse og
Sven Bergur Jensen í
Adventistakirkjuni í
Tórshavn. Vælkomst
verður í Niels Finsens-
gøtu 32, frá kl. 21.00.
Tey, ið ynskja at gleða
brúðarparið við lut-
tøku, vinarliga gevið
boð áðrenn 12. juni á
tlf. 0045 38113519.
24. mai
John Martin Jacobsen, vanliga nevndur Martin í Lon
í Fuglafirði, 81 ár
Kristian Hvidbro í Klaksvík, 74 ár
Hans Samuelsen í Haldórsvík, 57 ár
Torberg Gudmundsson av Tvøroyri, 85 ár
25. mai
Kristian Hansen, Fuglafjørður, 74 ár
Jakobina Joensen í Kvívík, vanliga nevnd Bina, 76 ár
28. mai
Árni Jacobsen, í Havn, ættaður úr Hvalvík, 67 ár
29. mai
Kristina Olsen í Vestmanna, 80 ár
30. mai
Janus Poulsen, ættaður av Sandi, búsitandi í Havn, 80
ár
ANDLÁT
FØÐINGAR
23. mai fingu Ann og Palli Askham, Vestmanna, eina
dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3100 gr.
25. mai fingu Rudi Kollslíð og Herálvur Joensen,
Skála, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3550
gr.
26. mai fingu Anita Heinesen og Árant Olsen,
Leirvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði
2930 gr.
26. mai fingu Berit Jacobsen og Benni Poulsen, Argir,
eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 2900 gr.
26. mai fingu Mari og Hendrik Olsen, Lambi, eina
dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3700 gr.
27. mai fingu Joan Mikkelsen og Tórður Nesstein,
Toftir, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3800
gr.
28. mai fingu Marjun Johnsdóttur og Eli Eiriksson,
Norðragøta, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og
vigaði 3800 gr.
30. mai fingu Sólva og Eyðstein Poulsen, Klaksvík,
ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 4200 gr.
31. mai fingu Anna Katrina og Jón Simonsen,
Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði
4350 gr.
21. mai fingu Guðrið Undir Kletti
og Ingi Waag Høgnesen, Keyp-
mannahavn, eina dóttur. Hon var 51
cm. long og vigaði 3830 gr. Her
situr stóribeiggi Havgrímur undir
didduni.
LÆKNAVAKTIR
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033
Eysturoy:
Leygard. 2. juni: Magnus á Stongum, tlf. 423006
Sunnud. 3. juni: Sverri Lamhauge, tlf. 448016
2. Hvítusunndag: Sverri Lamhauge, tlf. 448016
Norðoyggjar:
Læknavaktin tlf. 458888
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður): tlf. 371560
Suðuroy (suður): tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13-14. Tlf. 314544.
SILVUR-
BRÚDLEYP
Hósdagin 21. juni
hava hjúnini Andor
og Jona Isaksen í
Klaksvík silvur-
brúdleyp. Vælkomst
verður í Skálanum
fríggjakvøldið 22.
juni kl. 19.30. Tey, ið
vilja gleðast saman
við okkum, verða
vinarligast biðin um
at siga frá áðrenn 1.
juni á tlf. 456515 ella
250247.
www.in.fo/havnarbio
Leygardagin 02.06.kl. 1900
Leygardagin 02.06.kl. 2115
Leygardagin 02.06.kl. 2330
Leygardagin 02.06.kl. 2245
Leygardagin 02.06.kl. 2000
✰BIO ✰
KIOSKIN
Heitt Pop-Corn
- Coca Cola -
Góðgæti - Fóm
ís - o.m.a.
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
HAVNAR BIO
er stongt
Hvítusunnudag