Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 21. januar 2008 29 tíðindi Nývaldi vinnarin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári á Rógvi, vil fegin í eina samgongu, men, sum hann sigur: »Vit fara ikki í eina samgongu bara fyri sessin« LøgtingsvaLið 08 Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ein av stóru vinnarunum til valið hesaferð, Kári á Rógvi í Sjálvstýrisflokkinum. Hann sigur við Sosialin, at flokkurin fegin vil sleppa í eina samgongu, men at teir kortini ikki fara í samgongu fyri ein og hvønn prís. - Fyri meg er tað avger- andi, at okkara politikkur sæst aftur í samgongu- skjalinum. Vit fara ikki upp í eina samgongu bara fyri at verða við, sigur Kári á Rógvi. Hann er annars ógvuliga fegin um undirtøkuna, hann hevur fingið til hetta valið. Eg havi fingið atkvøður í øllum landinum. Í Sumba, Í Sandvík, í Tjørnuvík. Ikki serliga nógvar í Havn, men um alt landið, og tað eri eg ótrúliga glaður um, sigur Kári á Rógvi. Sjálvstýrisfólk ella ei, so hevur Kári á Rógvi verið eitt frískt lot í valstríðnum við sínum skemtiliga hátti at bera boðskap sín fram. Og tað heldur hann sjálv- ur hevur gjørt eina ávísa ávirkan. - Ja, eg haldi, fólk hava tikið væl ímóti mínum máta at lýsa støðuna upp á. Eg haldi, at serliga Javnaðar- flokkurin hevur havt trupult við at fáa sín boðskap fram, sjálvt um flokkurin eftir øllum at døma hevur nýtt ógvuliga nógvan pening upp á júst hetta, sigur Kári á Rógvi. Hann vónar, at tað fer at bera til at samarbeiða um flokkamørk í breiðum týdn- ingi frameftir, og tá hugsar hann serliga um eitt føroyskt altjóða universitet. - Men fyrst og fremst ræð- ur tað um politikkin hjá Sjálvstýrinum. Hann hevur størri týdning enn ein lands- stýrissessur, heldur nývaldi tinglimurin fyri Sjálvstýrið, Kári á Rógvi. Tá í tey vóru næstan liðug at telja atkvøðurnar saman, hevði John Johannessen mist vónina um at verða afturvaldur og fór sær ein langan gongutúr, tá ið hann hoyrdi sum slatur, at hann var afturvaldur LøgtingsvaLið 08 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið tær flestu atkvøðurnar vórðu taldar upp eftir løg- tingsvalið leygardagin, sá einki serligt út hjá javnað- artingmanninum, John Joh- annessen. Og eina løtu sá so svart út, at hann hevði heilt mist vónina um at verða aftur- valdur. Tí fór hann sær ein lang- an gongutúr og tá hoyrdi hann sum slatur, at hann koppaði inn um tinggáttina kortini. Men tað var ikki tí at hann ræddist úrslitið, at hann fór sær ein gongutúr. - Vit eiga tvey smá børn og tað triðja er á veg og vit høvdu langt síðani gjørt av, at varð eg ikki afturvaldur, skuldi alt húskið bara fara niðan á Hotel Føroyar, har vit høvdu bílagt kamar, at hvíla okkum aftaná nakrar ótrúliga strævnar vikur. John Johannessen sigur, at annars hevði hann væntað nakað av gestum, skuldi hann verðið afturvaldur og sum støðan er, vildi hann heldur leiga hølið í býnum enn at fáa fult hús av fólki heima við hús. Tí hevði hann eisini bílagt sær bridgehúsið í Gundadali. - Men tá ið eg so fekk at vita, at alt talaði fyri, at eg var fallin, fór eg mær bara ein langan gongutúr niðan á Hotel Føroyar og bað samstundis konuna pakka nøkur smáting í eina tasku og koma niðani við børn- unum í bilinum. Hann gekk so spakuliga fót fyri fót niðaneftir og hevði onki radiotól við sær, so hann visti onki um upp- teljingina. - Tá ið eg kom innum á Hotel Føroyum var tað fyrsta, sum eg hoyrdi, at maðurin í móttøkuni rópti til mín, at eg fekk nokk ikki brúk fyri kamarinum kortini, tí eg varð akkurát blivin afturvaldur í Løg- tingið. John Johannessen sigur, at konan kom so niðan eftir honum og so fóru tey oman aftur í skundi at fyrireika seg til at taka ímóti gest- um. Og gestum høvdu tey nógv mikið av, heilt til tann ljósa morgun. Men nú er gerandisdagur aftur og samgongumøgu- leikar vil hann onki siga um enn. Kundi tú hugsað tær at arbeitt sum vikarur? Ella komið í eitt fast starv? Vilt tú verða fleksibul og ráða yvir tíðini sjálv/ur? Vit hava eisini brúk fyri pensionist- um og lesandi. Vit røkka um alt landið. Far inn á heimasíðu okkara www.temp-team.fo TEMP-TEAM, Niels Finsensgøta 37, FO-100 Tórshavn Tel.: +298 61 61 00 TEMP-TEAM er eitt vikarbureau. TEMP-TEAM Føroyar er ein partur av fleiri deildum runt um í Europa og úti í heimi. Okkara uppgáva er at finna starvsfólk, ið kunnu arbeiða sum vikarar og tey sum vilja koma í eitt fast starv, bæði á sjógvi og landi. Kom og skráset teg Fara ikki treytaleyst í samgongu Hoyrdi sum slatur at hann var valdur inn í Løgtingið Fingramerkið hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur størri týdning enn ein landsstýrissessur, sigur nýggja stjørnuskotið hjá flokkinum, Kári á Rógvi John Johannessen hevði mist allar vónir um afturval og tí fegnast hann stórliga um, at tað eydnaðist