Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 14 - 21. januar 2008 tíðindi Fundarvirksemi var á Gamla Apoteki og Hafnia allan sunnudagin, og tað heldur fram í dag, mánadag Samráðingar Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Sunnudagin hittust allar tær nýggju tingmanningarnar á Gamla Apoteki til innanhýs­ is fundir. Ovast á dags­ skránni hjá øllum flokkum var, hvussu nú skal telvast fyri at sleppa í samgongu. Klokkan 19 sunnukvøld­ ið hittust teir tríggir ABC­ formenninir Jørgen Nicla­ sen, Kaj Leo Johannesen og Jóannes Eidesgaard á Hotel Hafnia til fyrsta sam­ ráðingarfundin, og teir hittust aftur í dag klokkan 13.30, eftir at blaðið var farið til prentingar. Eingin teirra vil siga, hvørji ítøkilig mál vóru á breddanum sunnukvøldið. ­ Vit tosaðu rímiliga yvir­ ornað og komu við okkara útspæli. Fundurin varð eyð­ kendur av, at vit framvegis eru í fyrstu fasuni, men mánadag verður farið meiri ítøkiligt til verka, segði Jørgen Niclasen eftir fundin sunnukvøldið. Og tað sama segði Kaj Leo sunnukvøld­ ið. ­ Nú kanna vit møgu­ leikarnar fyri eini komandi ABC­samgongu, men enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt, segði Kaj Leo. Andstøðan roynir Meðan teir tríggir ABC­for­ menninir fundast sínámill­ um, roynir Høgni Hoydal, andstøðuleiðari og formað­ ur í Tjóðveldi, at kanna møguleikarnar fyri at sleppa aftur í samgongu. Men hann vil einki siga um, hvørja samgongu hann sær fyri sær, og hvønn sam­ gonguflokk hann hevur tosað við. ­ Vit royna við teimum amboðunum, sum vit hava, at lodda dýpið yvir fyri hinum flokkunum. Og eg havi góðar vónir um, at Tjóðveldi aftur kann koma í samgongu, segði Høgni Hoydal sunnukvøldið. Í dag verður telvað víðari á Gamla Apoteki og Hafnia, men lítið ítøkiligt verður sagt í hesi fyrstu fasuni av samráðingargongdini. ABC-formenninir samráðast aftur í dag Teir tríggir ABC-formenninir Jóannes Eidesgaard, Jørgen Niclasen og Kaj Leo Johannesen hittust sunnukvøldið klokkan 19 á Hotel Hafnia til fyrsta samráðingarfundin, og teir hittust aftur í dag klokkan 13.30, eftir at blaðið var farið til prentingar. Samstundis kannar andstøðan, hvørjir møguleikar eru fyri einum nýggjum meiriluta Mynd: Álvur Haraldsen stuðlar tiltøkum í Miðlahúsinum