mánadagur 21. januar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 tíðindi
Nr. 14 - 21. januar 2008
Tað stóð nógv á Jenisi
av Rana, meðan valið
varð gjørt upp og
tingið varð mannað.
Ikki fyrrenn seinastu
atkvøðurnar vórðu
taldar, var greitt
at hann framvegis
kann kalla seg
løgtingsmaður.
AtkvøðurnAr
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sóljugøta, Havn: Tað var
rættiligur valfepur í heim
inum hjá Jenisi.
Tað, sum ein limur í
familjuni er upptikin av, er
familjan eisini upptikin av.
Alt
valkvøldið
høvdu
hann og familjan fylgt við
uppteljingini
heima
við
hús. Skiftandi gleðisróp og
harmaljóð hava helst ljóðað
í stovuni, har sjónvarpið var
tendrað.
Uppteljingin
var
ikki
beinanvegin til frama fyri
Jenis. Allar forsøgnirnar og
gongdin kring landið vístu,
at Miðflokkurin fór bert at
fáa tveir mans – av hesum
var Jenis ikki taldur við.
Fyri hann persónliga og
flokkin hevði tað verið ein
stórur ósigur, um formað
urin í flokkinum ikki varð
valdur.
Tá so seinasta valstaðið
varð gjørt upp, hevði hann
kortini fingið so nógvar
atkvøður at hann framvegis
kann kalla seg tingmann.
Hetta
vóru
bestu
tíðindini, eg havi fingið
leingi,
sigur
hann
í
Norðurlandahúsinum.
Eitt øgiligt kvøld
Heima í Sóljugøtu var alt
gjørt klárt til at hátíðarhalda
enn
ein
valsigur
hjá
Miðflokkinum.
Konan hevði dekkað upp,
smyrjibreyðið klárt, fínt
stell sett fram og dúkur á
borðinum. Nú vantaðu bert
teir fegnu gestirnir.
Klokkan er 22:58 og
Jenis gongur óttafullur í
stovuni og í gongini, fer
onkutíð upp á loftið har
tveir synir hansara sita og
lurta eftir uppteljingini. Ein
triði sonur er í trúboð
aratænastu í Noregi og
fylgir við valinum umvegis
alnetið.
Hjartað á pápa teirra
leikar í, pulsurin er høgur
og spenningurin er til at
føla og merkja.
Sum uppteljingin stendur
beint nú, kann hann hereftir
kalla
seg
fyrrverandi
tingmann. Flokkurin fær
bert tveir mans til valið.
Allar
forsøgnirnar
og
veljarakanningarnar høvdu
annars víst, at flokkurin fór
at fáa rættiliga stóra fram
gongd, men tá uppteljingin
byrjaði var kortini ikki líkt
til, at framgongdin var eins
stór og væntað.
Puha, hetta verður eitt
øgiligt kvøld, sigur hann, tá
umborð fyri Sosialin og
Rás 2 koma á gátt.
Klokkan er 23:01 og
uppteljingin
hevur
enn
einki broytt. Bara Karstin
og Bill koma inn.
16 ørkymlaðir
mánaðir
Samrøðan við umboðini
fyri tíðindatænastuna fer
beinleiðis út til lurtararnar
á Rás 2.
Eg fegnist um, at flokk
urin hevur havt framgongd.
Men best hevði verið um vit
fingu tann triðja mannin,
sigur Jenis, rættiliga spentur
á málinum.
Hann er greiður um, at
hansara politiska lív er í
vanda. Sjálvur hevur hann
sína frágreiðing um, hví so
er:
Nógva
og
negativa
umrøðan hann hevur fingið
í einum ávísum máli, og
sum ein endalig avgerð ikki
er fingin á enn.
Ja, teir seinastu 16
mánaðirnir
hava
verið
ræðuligir fyri meg, slær
hann tungliga fast.
Í valhølunum verða at
kvøðurnar taldar, men Jenis
veit enn ikki úrslitið av teirri
endaligu uppteljingini.
Tað er ikki lætt at liva
við, at formaðurin í einum
flokki er fallin. Serliga ikki,
tá flokkurin hevði eina sera
stóra framgongd.
Heima við hús
Jenis hevur ikki verið í
Norðurlandahúsinum hetta
kvøldið.
Onnur umboð fyri flokkin
hava umboðað hann við
floksborðini, har umboðini
fyri fjølmiðlarnar ganga so
trúliga fyri at fregnast um
úrslitið og fáa viðmerkingar.
Nei, eg vildi ikki fara
oman í Norðurlandahúsið,
fyrrenn endaliga úrslitið
var greitt, sigur Jenis.
Eins og aðrir politikkarar,
sum
hava
bíðað
eftir
úrslitinum, hevur hann hild
ið seg heima inntil nú.
Men eg fari oman so
skjótt sum eg eri liðugur at
tosa við tykkum!, endar
hann samrøðuna við Elin
Winther Poulsen frá Rás 2.
Klokkan er 23:07 og enn
er einki broytt í upp
teljingini.
Umboðini fyri tíðinda
tænastuna takka fyri seg,
og fara út í gongina. Har
stendur eitt fat á tremur við
breyði við skerpikjøti.
Hygg, fái tykkum eitt
breyðstykki
við
góðum
kjøti við á leiðini. Eg skal
fara eftir saltinum, sigur
Jenis.
Skal tað enda við fest ella
sorg heima við hús? Alt
stendur opið í hesi løtu.
Góð boð
Klokkan er nú 23:09 og
Jenis er framvegis fyrr
verandi tingmaður.
Hann hevur annars hoyrt
frá álítandi keldu fyrr um
kvøldið, at hann fór at verða
valdur. Men fólksins dómur
tyktist vera øðrvísi.
Tungliga
sigur
hann
farvæl við umboðini fyri
tíðindatænastuna. Spell, at
tað ikki riggaði hesaferð.
Umboðini fyri tíðinda
tænastuna fara út í bilin,
men hann er ikki meiri enn
startaður, tá hann kemur
rennandi út til bilin.
Hóast tað er glerstoytt á
vegnum leggur hann einki í
tað. Stórleypandi kemur
hann yvir móti bilinum við
fartelefonini í hondini.
Hann hevur okkurt átrok
andi at siga við okkum:
Bíðið. Bíðið. Eg havi
akkurát fingið at vita at eg
varð valdur!, sigur hann
ovurovurfegin á málinum.
Ja, nú kann eg ikki bara
fara oman í Norðurlanda
húsið. Nú kann eg renna
oman!
Sama lagna
So himmalsfegin fer hann í
Norðurlandahúsið. Tað eru
bert fáir hundrað metrar
oman hagar.
Við sínum stóra sjarmer
andi smíli kemur hann inn í
gongina. Uttanfyri hevur
hann møtt einum heldur
syrgnum
javnaðarmanni,
sum hevði verið undir somu
umstøðum sum hann:
Hesin hevði væntað at
vera valdur, men upp
teljingin
vísti
ikki
tað
sama.
Hesin seinni fór syrgin
burtur og niðan á Hotel
Føroyar, meðan Jenis fór
glaður inn til gleðina og
stórfingnu
móttøkuna
í
Norðurlandahúsinum.
Seinni vísti tað seg, at
hesin seinni eisini varð
valdur á ting.
Av sonnum: Harmur og
gleði í felag tey reika!
Frá harmi til gleði
Klokkan 23:09: Tað stendur ikki væl til hjá Jenisi hesa løtuna, her hann verður interwievaður av Elin W. Poulsen frá Rás2. Hann kann nú kalla seg fyrrverandi
tingmann
Mynd: Jens Kristian Vang
Klokkan 23:15: Jenis er komin oman í Norðurlandahúsið og fegnast saman við tveimum av
kvinnuligu valevnum floksins um at hann varð afturvaldur. – Her stóð nógv á mær, viðgongur
Jenis
Mynd: Jens Kristian Vang