mánadagur 21. januar 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindi
Nr. 14 - 21. januar 2008
Greið tala úr Vestmanna
Atkvøðugreiðslan í Vestmanna gav tvey sera greið úrslit: Eitt sera stórt ja til
samanlegging við Kvívík, og somuleiðis eitt stórt ja til eina samstarvseind við
Streymoyar kommunu. Samstundis sum vestmenningar greiddu atkvøðu við
løgtingsvalið leygardagin, skuldu teir taka støðu til tveir aðrar spurningar.
Til spurningin um samanlegging við Kvívík var sera greiður meiriluti millum
vestmenningar: Ikki færri enn 722 søgdu ja og 59 nei, meðan 20 atkvøddu
blankt.Hin spurningurin var um hvørja samstarvseind vestmenningar skulu í í
framtíðini. Her søgdu teir greitt ja til Streymoyar kommunu við Havnini sum
størsta býi. 481 ynsktu hesa loysnina, 169 fyri Vágum og 123 fyri
Sundalagnum. So her vóru vestmenningar rættiliga samdir, tá tað snýr seg um
framtíðina hjá kommunu síni.
Veljararnir í Sanda
vági og í Miðvági
eru ikki í iva um, at
kommunurnar skulu
samstarva enn meiri í
framtíðini
Fólkaatkvøða
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Miðvág/Sandavág: Saman
við løgtingsvalinum skuldu
veljararnir í báðum bygdu
num taka støðu til ein spurn
ing, hvørt kommunurnar
skuldu fara undir ítøkiligt
samstarv í framtíðini.
Í eina tíð frammanundan
høvdu umboð fyri bæði
kommunustýrini tosað sam
an um, hvussu eitt slíkt sam
starv kundi verið skipað í
framtíðini.
Vikuna undan valinum
var ein kunnandi fundur
hildin, har greitt frá hesi ætl
anini og har fólk høvdu
møguleika at seta spurning
ar til borgarstjórarnar báðar
og onnur í panelinum.
Hóast fundurin var væl
undirtikin av fólki, so skilt
ist á teimum, at tey ikki
vóru vorðin so nógv klókari
av hesum fundinum.
Tað var sum ein segði:
Vit vistu lítið frammanund
an, men eru nú vorðin meiri
forvirrað!
Hetta hevði kortini ikki
ávirkan á úrslitið av atkvøðu
greiðsluni. 80% av øllum
søgdu ja til samanlegging.
Ítøkilig ætlan
Á kunnandi fundinum und
an atkvøðugreiðsluni varð
spurt eftir, hvat tað í roynd
og veru var sum tey skuldu
til atkvøðugreiðslu um –
tað er: hvussu kemur spurn
ingurin at ljóða.
Á atkvøðugreiðsluni leyg
ardagin skuldu tey so í
fyrsta lagi greiða atkvøðu
fyri nýggjum løgtingi, men
eisini taka støðu til ein
spurning, sum var hesin:
“Taka tygum undir við at
bygdaráðini í Miðvági og
Sandavági fara undir eina
ítøkiliga ætlan um saman
legging av hesum báðum
kommununum?” – Ja ella
nei!
Eftir at valstýrini í báðum
bygdunum høvdu talt upp
atkvøðurnar í sambandi við
løgtingsvalið, fóru tey undir
at telja upp hesa atkvøðu
greiðsluna,
sum
eisini
mundi hava stóran áhuga
millum fólkið.
Í Miðvági fylgdi millum
annað borgarstjórin, Napol
ion
Magnussen
við
í,
hvussu gekk við uppteljing
ini. Hann var týðiliga spent
ur eftir at vita, um bygdar
fólkið var samt við honum
og bygdaráði hansara í hesi
avgerðini.
Sannførandi ja
Eftir at valstýrini høvdu talt
upp á báðum støðum, var
eingin ivi um úrslitið:
Lutfallið millum ja og nei
var 4 til 1.
Í Sandavági var úrslitið
munandi greiðari enn í
grannabygdini: 416 søgdu
ja, 70 nei og 12 atkvøddu
blankt.
Úr Miðvági varð framm
anundan sagt, at fólk mettu
at tað vóru ov nógv ógreið
viðurskifti í hesi samanlegg
ingini og at fólk tí vóru í
villareiði um, hvat tey
skuldu siga.
Fólk á gøtuni væntaðu, at
tað fór at vera rættiliga
javnt millum báðar síðurnar,
men tá til stykkis kom var
kortini stórur meiriluti fyri
at geva bygdaráðnum heim
ild til víðari samstarv við
Sandavág.
Í Miðvági var úrslitið tí
ikki eins sannførandi fyri
jasíðuna: Her vóru 427
fyri, men heili 222 ímóti og
9 vóru blankar.
Samanlagt gevur hetta 843
veljarar sum søgdu ja til
samanleggingina, meðan tað
vóru 292 sum søgdu nei.
Nú hava so bygdaráðini í
báðum kommunum fingið
eitt herðaklapp til at halda
fram við at menna samstarv
ið teirra millum í fyrsta
lagi, og síðani at byrja sam
ráðingar við sørvingar.
Eingin ivi um samanlegging
við grannabygdina
Sjúrður Poulsen er spentur eftir at fáa úrslitini frá
løgtingsvalinum til høldar. Honum við lið stendur
formaðurin í valstýrinum, Torfinn Jacobsen
Valstýrið í Sandavági við Gutta
Petersen (uttast høgrumegin) telja
atkvøðuseðlarnar í sambandi við
ætlaðu kommunusamanleggingina