Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-21, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 14 - 21. januar 2008 ] Tað stóð eitt sindur á, men í seinna hálvleiki sóp­aði VB allan iva til viks, tá StÍF vitjaði í Vági Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo VB var stórfavorittur móti StÍF sunnudagin, men tað tók sína tíð, áðrenn tær eisi­ ni prógvaðu hetta á vølli­ num. StÍF var nevnliga væl við allan fyrra hálvleik av dysti­ num. Eina løtu hildu tær eisini fast um eina leiðslu, sum spakuliga fór at líkjast einum púrasta óvæntaðum sigri. Seinastu minuttirnar und­ an og fyrstu eftir steðgin koppaðu tó øllum á høvdin­ um. Hesa løtuna broyttist støðan frá 10­12 til 19­12, og so var ikki stórt meira, sum StÍF kundi gera. VB fekk tá eisini tveitt nervarnar av sær, og við boðunum um stórsigurin hjá Stjørnuni í Havn fór lag­ ið í VB­høllini fleiri stig rætta vegin. Og tað hevur VB eisini alla orsøk til. Hóast talan enn er um javnstøðu við Neistan í dystinum um ann­ að plássið, so hevur VB nú allar trumfirnar á hondini. Fyrst og fremst, tí tær enn eiga tveir heimadystir á móti Neistanum, og við heimahagtølum, sum enn ikki telja tap, hevur Neistin alla orsøk at óttast hesum uppgerðunum. Hjá StÍF er tað fyrst og fremst botnurin, sum telur. Her hava tær enn fyrimun fram um VÍF, og tað tykist, sum verða tað dystirnir móti VÍF, sum gera av, hvus­ su botnurin á talvuni fer at síggja út. Eisini hóast stran­ dakvinnur sjálvsagt eisini vóna, at tær onkursvegna kunnu toga stig til sín móti ovari støddu liðunum. Eina løtu hevði StÍF gott tak á Lailu Jespernsen og VB, men heimaliðið megnaði kortini at vinna ein rættiliga tryggan sigur Mynd: Bjartur Joensen VB-StÍF 31-21 (14-12): VB á finalukós VB-StÍF 31-21 (14-12) 10 min: 5-4 20 min: 7-10 40 min: 20-14 50 min: 26-16 Málskjúttar: VB: Daiva Toumaite 13(4), Una Egilsdóttir 4, Kristina Holm 4, Monika Samuelsen 3, Miriam Michelsen 2, Theresa Joensen 2, Svava Vestergaard 1, Sára Samuelsen 1, Laila Jespersen 1 StÍF: Ninna K. Johansen 8(2), Rebekka Justinussen 5, Fríðrún Danielsen 2, Jóhanna í Króki 2, Ata Gregersen 1, Rósa Johansen 1, Sólfríð Christiansen 1, Malan Petersen 1 Brotskøst: VB 4, StÍF 3 Útvísingar: VB 1, StÍF 2 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA Suðuroyar Svimjifelag gjørdi eitt ordans hál í kap­p­ing í Íslandi Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Suðuroyar Svimjifelag tók lut í stórari kapping í Íslandi um vikuskiftið. Og illa ber til at staðfesta annað, enn at úrslitini vóru framúr. 3 gull­, 3 silvur­ og 4 fýra bronsumerki vóru við í viðførinum á heimferð­ ini, og ikki færri enn 18 før­ oysk met vórðu sett. Suðuroyar Svimjifelag hevur luttikið í stórari svim­ jikapping í Íslandi. Úrslitini tala fyri seg, svimjarararnir gjørdu eitt ordans hál, og koma heim við 3 gull, 3 silvur, og 4 bronsu. Metini, sum talan var um, síggjast á talvuni her á síð­ uni. Talan gjørdist um ikki færri enn 18 met, tá svimjarar úr Suðuroynni vóru til kapping í Reykjavík um vikukiftið Hóast Stjørnan ikki var fullmannað, megnaðu tær at geva Neistakvinnunum eitt tap­, sum helst er tað størsta í søugni hjá felagnum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Lat tað bara verða sagt alt fyri eitt. Tað vóru fleiri klassar á muni, tá Stjørnan sunnudagin vant burtur úr Neistanum. Hóast oddaliðið er nakað skert, nú hvørki Joan Mid­ jord Djordjevic ella Lise Hjort Hansen eru tøkar, so megnaðu tær so ruddiliga at staðfesta sína støðu sum sterkasta liðið í landinum. Eisini hóast dysturin var á útivølli móti liðnum, sum undan dystinum var numm­ ar tvey á talvuni. Punkteraðu At sigurin gjørdist somikið stórur, hevði sjálvandi sínar orsøkir. Ein tann størsta var helst, at Neistin rættiliga skjótt fór í panikk, tá spælið eina løtu ikki gekk eftir vild. Seinastu 21 minuttirnar av fyrra hálvleiki skoraði Neistin bert tvær ferðir. Partvíst tí Stjørnan veruliga fekk verjuspælið at koyra hesa løtuna, men so sanni­ liga eisini, tí tær bláu ferð eftir ferð skutu upp á 70 ella 80% møguleikar, og tað vórðu tær so ruddiliga revsaðar fyri. Og tað mundi heldur ikki betra um støð­ una, at Ása á Neystabø í løtuni er úti við skaða, og at Elin Staksund noyddist sama veg undir dystinum. Hjá Stjørnuni var tað hugaligt hjá venjaranum at staðfesta, hvussu væl Durita Ljósstein fall inn á plássið sum miðspælari. Hetta er ikki hennara náttúrliga útgangsstøði, men við góð­ um fríspælingum inn á strik­ uni noyddi hon Neistan at verja nógv flatari, og tað gav veruliga pláss til sterku skjúttarnar hjá Stjørnuni. Ræðandi styrki Líka mikið, um talan var um kollektivan niðurtúr hjá Neistanum, so prógvaði dysturin eina mest sum óhugnaliga styrki hjá meist­ arunum úr Stjørnuni. Krops­ liga og tekniskt hava tær fleiri gear enn hini liðini, og tað gevur meistarunum eitt vápn, sum ikki bara kann verjast ella stríðast burtur. Og við skothóttanum av at kalla øllum plássum, er heldur ikki so sera einfalt hjá mótstøðuni at steðga teimum. Sunnudagin royndi Neist­ in eina løtu við mansverju av Simonu, men eisini tann partin var Stjørnan fyrireik­ að uppá, og við fleiri flott­ um screeningum megnaðu tær kortini at geva pláss til toppskjúttan. So enn sum áður er mynd­ in, at Stjørnan er í einum flokki fyri seg. Og enn sum áður snýr spenningurin seg um, hvør skal fylgja teimum í finaluna. Ein dystur, sum VB nú tykist hava bestu kortini í. Neistin-Stjørnan 17-32 (6-15): Søguligt Neista-tap Neistin-Stjørnan 17-32 (6-15) 10 min: 4-5 20 min: 4-11 40 min: 10-20 50 min: 14-25 Málskjúttar: Neistin: Nicoleta Radu Hansen 5(1), Unn Jónsdóttir Krag- esteen 4, Rakul Magnussen 3(2), Ása Christiansen 2, Anja Heinadóttir 1, Marjun Danberg 1 Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen FAKTA Tað vóru snøgt sagt fleiri klassar á muni, tá tey bæði fremstu liðini í Sunset-kappingini dystaðust sunnudagin savnsmynd 18 met í Íslandi Metini Svimjari Grein Tíð Dánjal Martin Hofgaard 50 m bringu 0.32,36 Malan V. Bærendsen 50 m bringu 0.36,60 Shaila millum Garðarnar 50 m firvald 0.30,65 Pál Joensen 1.500 m frí 16.05,02 Dánjal Martin Hofgaard 100 m bringu 1.10,94 Malan V. Bærendsen 100 m bringu 1.22,39 (fyrstu 100 av 200 m) Malan V. Bærendsen 200 m bringu 2.51,39 Pál Joensen 200 m firvald 2.18,05 Shaila millum Garðarnar 100 m firvald 1.09,87 Malan V. Bærendsen 100 m bringu 1.21,07 (fyrstu 100 av 200 m) Malan V. Bærendsen 200 m bringu 2.50,31 Pál Joensen 200 m firvald 2.16,87 Malan V. Bærendsen 100 m bringu 1.19,73 Annmari Midjord 200 m firvald 3.02,62 Pál Joensen 100 m firvald 1.00,98 Pál Joensen 200 m frí 1.58,43 Malan V. Bærendsen 100 m bringu 1.19,39 Pál Joensen 200 m frí 1,56,56 Claus skoraði aftur Tað gongur væl hjá fyrrverandi føroyska landsliðsspælaranum Claus Bech Jørgensen í enska felagnum Blackpool, ið spælir í næstbestu deildini. Leygardagin spældi Blackpool ímóti Ipswich, og dysturin endaði 1­1. Í fyrra hálvleiki legði Claus Bech Jørgensen Blackpool á odda við einum góðum stútara, men í seinna hálvleiki javnaði Ipswich. Sløk 9000 fólk hugdu eftir dystinum. Blackpool er nummar 15 av 24 liðum í deildini. Kári Reynheim á Argjum Gamla landsliðshetjan Kári Reynheim skal verða venjari í AB komandi kappingarár. AB hevur gjørt sáttmála við Kára Reynheim um at venja unglingarnar hjá felagnum. Umframt drúgvar royndir sum spælari, hevur Kári eisini roynt sum venjari áður, og hann hevur venjaraútbúgving úr Noregi. Kári hevur ikki verið virkin sum venjari seinnu árini, men nú hevur hann tikið eina nýggja avbjóðing á seg á Argjum.