mánadagur 21. januar 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
[ Nr. 14 - 21. januar 2008 ]
Skála áhuga í styrki
Venjarin hjá Skála, John Petersen, sigur við
heimasíðuna hjá felagnum, at felagið hevur roynt
at styrkja seg við nýggjum spælarum, men hetta
hevur ikki eydnast enn. - Flytingarvindeygað er
tó opið í ein góðan mánaða afturat, so enn er
møguleiki fyri at vit fáa tilgongd, sigur John
Petersen. Hann fegnast um, at flestu av
spælarunum, sum vóru við í fjør, halda fram í
felagnum, og at ungir spælarar eisini bjóða seg
fram til liðið.
Maldini ikki áhugaðurí útlandinum
Italski verjuspælarin Paolo Maldini hevur alla sína tíð sum fótbóltsspælari spælt
fyri AC Milan, og hann sigur seg ongantíð hava umhugsað at skift felag. - Eg havi
verið heppin at sleppa at spæla í mínum heimbýi, her pápi mín eisini varð
heiðraður sum europameistari. Eg havi ongantíð kent trongd til at skifta felag,
men skuldi eg spælt í einum øðrum landi, so hevði tað verið í Spania, sigur
Maldini, sum gevst sum fótbóltsspælari í summar.
KÍF-StÍF 22-34 (10-12):
KÍF er
punkterað
Tá StÍF fekk ferð á,
høvdu teir als ongar
trupulleikar av KÍF,
sum tykist púrasta
steðgað upp
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
KÍF hevur als ikki livað upp
til stóru vónirnar, sum nógv
høvdu til liðið undan kapp-
ingarbyrjan.
Skaðar hava gjørt sítt til
at arga KÍF, sum frá kappin-
garbyrjan hevur verið botn-
proppur í Atlantic Airways-
deildini.
Sunnudagin
megnaðu
kollfirðingar tó at fylgja so
hampuliga væl við StÍF
helmingin
av
dystinum,
men tá oddaliðið setti ferð-
ina upp eftir steðgin, gjørd-
ist munurin heilt stórur.
Strandingar sópaðu allan
iva til viks fyrsta korterið
av seinna hálvleiki, og lon-
gu nú kunnu viðhaldsfólkini
hjá StÍF so smátt fara undir
fyrireikingarnar til, hvussu
liðið skal stuðlast í FM-fin-
aluni.
Hjá KÍF stendur hinvegin
einki til. Lítið er, sum bend-
ir á, at liðið skal vinna seg
av aftasta plássinum í kapp-
ingini, har teir framvegis
bert hava trý stig.
Fakta um dystin
KÍF-StÍF 22-34
(10-12)
10 min: 3-3
20 min: 7-8
40 min: 13-20
50 min: 15-27
Málskjúttar
KÍF: Dean Jankovic 7,
Damir Oros 6(1), Niklas
Reginsson 4, Jákup Trúgva-
son 3, Tony Weihe 2
StÍF: Davic Edvardsen 8,
Sveinur Justinussen 7,
Danni Syhler 6, Leivur
Justinussen 3, Borgar
Danielsen 3, Bárður
Danielsen 3, Bent
Djurhuus 2, Rúni Niclasen
1, Jón Rasmussen 1
Brotskøst: KÍF 1, StÍF 2
Útvísingar: KÍF 7, StÍF 1
Diskvalifikatión: KÍF 1
(3X2 minuttir)
Dómarar: Karstin Joensen
& Kristian Joensen
Hoyvíkingar megn
aðu ikki at basa
stórspælinum frá mál
mansveteraninum, og
so kundi Neistin taka
eitt stórt fet móti FM
finaluni
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við fimm stigum niður til
H71 á triðja plássinum er lít-
il ivi um, at Neistin nú er
væl ávegis móti FM-final-
uni.
Tað var niðurstøðan eftir
dystin á Hálsi sunnudagin,
tá Neistin og H71 spældu
eina
grannauppgerð,
ið
kann flokkast millum tær
heilt undirhaldandi.
Undirhaldið var nú ikki
so heilt nógv takkað verið
góðum spæli. Ferðin varð
frá byrjan sett langt upp, og
tí var talið av mistøkum eisi-
ni hareftir. Tað eydnaðist tó
fyri tað mest hjá Neistanum
at halda sær frammanfyri,
tó at H71 eisini hevði sínar
løtur, har teir vóru á odda.
Eftir steðgin hevði dystur-
in tó hug til at venda. Jens
Skipagøta í H71 hevði einar
tvær tríggjar framúr bjarg-
ingar, og so tóktist tað, sum
skuldu hoyvíkingarnir veru-
liga gera um seg. Í hinum
endanum hevði Nemanja
Racic trupult við at lyfta
sítt málmansspæl, og í eini
seinastu roynd at venda
dystinum, skiftu teir bláu
ístaðin Finn á Svøð inn.
Málmansveteranurin hev-
ur kanska ikki havt heilt so
nógva spælitíð í ár, men teir
20 minuttirnar, sum hann
hesa ferð var á vøllinum,
prógvaði hann so dyggiliga
sítt virði. Alt fyri eitt hevði
hann nakrar frálíkar bjarg-
inar móti leysum hoyvíking-
um, og tað gav Neistanum
møguleikan at vinna seg aft-
ur.
Og so ber illa til at siga
annað, enn at hoyvíkingarnir
eisini hjálptu væl til í so
máta. Ikki bara hildu teir á
fram at misnýta góðar
møguleikar. Tríggjar ferðir
áttu teir eisini brotskast,
men til hvørt av hesum kom
Racic aftur í málið at bjarga
skotinum, fyri síðani at lata
sessin frá sær aftur til Finn.
Frustratiónirnar hjá H71
bara øktust, men veruliga
møguleikan mistu teir ikki,
fyrr enn Esbern Patursson
fekk sær eina púrasat óneyð-
uga útvísing til seinasta
minuttin. Og so kundi Neist-
in punktera dystin heilt við
tveimum teimum seinastu
málunum.
Hóast spælið væl kundi
verið betur, so var fagnaður-
in hjá teimum bláu stórur.
Gaman í eru enn seks dystir
eftir at spæla, áðrenn finalu-
liðini verða kosin, men við
fimm stigum niður til næstu
kappingarneytarnar er lítil
ivi um, at Neistin er annað
liðið í finaluni. Og við til-
gongd av Jacob Larsen og
Jakob Jónsson til komandi
dystirnar verður talan eisini
um styrkt lið, sum skal taka
seinasta takið.
Hoyvíkingar kunnu hin-
vegin í stóran mun takka
sær sjálvum, at úrtøkan ikki
gjørdist størri hesaferð. Og
so er spurningurin, um teir
hóast hetta megna at halda
dampinum uppi seinasta
partin av kappingini.
Neistin-H71 25-23 (15-13):
Finn bjargaði Neistanum
Bestu føroysku kast
ararnir eru nú á
venjingarlegu í Svø
ríki, har tey fáa frálæ
ru frá svenska lands
liðsvenjaranum
Frælsur ítróttur
Tíðindaskriv
Ein málrætta menning av
bestu íðkarum innan frælsu
ítróttirnar ferð fram í løtuni,
men ein tann størsti trupul-
leikin fyri at kunna optimera
hetta er, at ymsu greinarnar
innan frælsur ítróttirnar eru
so ymiskar, at tað ikki er
gjørligt hjá nøkrum venjara
at dekka meir enn nakrar
heilt fáar greinar.Og um tos-
að verður um teknisku
greinarnar, so er tað sjáldan
at ein venjari klárar at spen-
na yvir meri enn tvær grein-
ar. Tí roynur Frælsur Ítróttur
Føroya áhaldandi at fáa
samstarv í lag við útlendskar
venjara í hvør í sínum lag
eru kapasitetir á sínum øki.
Eitt av ítøkiligu úrslit-
unum av átakinum hjá FÍF
er at bestu føroysku kastar-
nir nú eru á venjingarlegu í
Svøríki fyri at fáa íblástur
til sína venjing fram móti
oyggjaleikunum í 2009 á
Álandi. Farið verður til Vax-
jø, har møguligt er at venja
kast innandura. Tað sum
ger at Vaxjø er valt er at
landsliðsvenjarin í spjótkast
(Jonas Mellblom) er venjari
har. Hann venur m.a. Magn-
us Arvidssen sum í 2007
etableraði seg sum ein av
heimsins allar bestu spjót-
kastarum. Á myndini sæðst
Magnus leggja lag á hjá
Rógva
seinast
kastarnir
vóru á venjingarlegu í Vax-
jø.
Við í føroyska feralagnum
eru Rógvi Højgaard (spjót-
kast),
Randi
Kúrberg
(hamarkast) og Heri Ziska
(diskuskast og hamarkast).
Føroysku kastarnir fóru til
Vaxjø sunnudagin 20. janu-
ar og koma tvey heimaftur
sunnudagin 27. januar.
Kastarar á venjingarlegu í Vaxjø
Fremstu føroysku kastararnir
eru komandi vikuna á
spennandi venjingarlegu í
Svøríki
Neistin-H71 26-23 (15-13)
10 min: 3-3
20 min: 10-9
40 min: 17-17
50 min: 21-19
Málskjúttar:
Neistin: Jugoslav Djumic 7, Karl Herup Olsen 6, Ingi Olsen
4(1), Blagoje Buha 3(1), Roar Dalsgarð 2, Tróndur Krages-
teen 2, Dann Thorleifsson 1, Jón Ludvík 1
H71: Dánjal Tórgarð 6(4), Bárður Brimvík 5, Gunnar
Bláberg 4, Niels Viggo Niclasen 3, Eyðun Højgaard 2,
Janus Sørensen 2, Halgir Dahl Olesen 1
Brotskøst: Neistin 2, H71 6
Útvísingar: Neistin 5, H71 3
Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir)
FAKTA
Hoyvíkingar kunnu eina mest takka sær sjálvum, at teir ikki
øktu um spenningin í kapprenningini um finaluplássini
savnsmynd