Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-21, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 14 - 21. januar 2008 ] Svein Róg­vi uppsag­- d­ur Trý stig í fimtan dystum var ov lít­ ið, og tí hevur Sve­ in Rógvi Nielsen fingið sekkin í Fre­ deric­ia Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hevur als ikki ging­ ið eftir vild hjá Svein Rógva Nielsen og Fredericia, har havnar­ maðurin hevur virkað sum venjari hetta kapp­ ingarárið. Felagið hevur bert fingið trý stig í fyrstu fimtan dystunum, og tað hevur ført til, at ven­ jarin nú er sagdur úr starvi, boðar Fredericia frá í tíðindaskrivi. Umframt føroyska venjaran, hevur unnust­ an hjá Rógva, Annika Ljósstein, eisini spælt við felagnum, men sum skilst velur hon eisini at takka fyri seg, nú avgerðin um venjaran er tikin. Spanskt málmet 28 ára gamli Joseba Llorente, sum spælir í álopinum hjá Valladolid, setti met um vikuskiftið. Bert sjey sekund tók tað honum at skora fyrs­ ta málið í dystinum móti Espanyol um viku­ skiftið, og hetta er met í sponskum fótbólti. Valladolid vann dyst­ in 2­1, og tað mundi ikki gera hýrin hjá Llor­ ente verri, at hann eisini var maðurin, ið skoraði sigursmálið. Holst byrjaði við máli Superligaliðið Lyngby spældi leygardagin sín fyrsta venjingardyst í ár. Dysturin var ímóti Herfølge, og Lyngby vann dystin 2­1. Lyngby­venjaran brúkti allar spælararnar í hópinum, og tí var Tem Hansen millum spælararnar. Christian Lamhauge Holst spældi fyrra hálvleik av dystinum, og hann skoraði eisini málið til 1­1. Í seinna hálvleiki skoraðu Lyngby sigursmálið. Brønd­by leitar í Brasil Danska superligafelagið Brøndby roynir í hesum døgum at skifta spælarar í sínum hópi. Onkrir spælarar eru farnir, og nú eru umboð fyri felagið farin til Brasil at leita eftir nýggjum álopsspælara. Sambært BT eru tað tveir ávísir spælarar, sum Brøndby ætlar at hyggja nærri eftir í Brasil, áðrenn teir møguliga verða bodnir til Danmarkar. Fyri triðju ferð hetta kappingarárið noydd­ ist Dráttur í fimm­ settara. Hesa ferð í Klaksvík, har úrslitið ikki var eftir vild hjá gestunum FloGbóltur Niels Petersen niels@sosialurin.fo Fyrst í november og 12. Desember. Hetta eru dagar­ nar, tá Dráttur spældu dyst, og eisini tá endaði við ein­ um 5­settara, sum Dráttur í báðum førum vann. Men á triðja sinni skuldi ikki gan­ ga. Drátturskvinnur vóru á vitjan hjá Mjølnir, og tær úr Klaksvík vildu ikki liggja og kappast við TB um næst­ aftasta plássið, so tær løgdu hart fyri, og vunnu so eisini móti endanum, sjálvt um tað mangan stóð á gomlum nøglum. Tøtt uppg­erð í Klaksvík Eftir at gestirnir, ið vóru byrjaðar væl betur, ruku avstað við fyrsta setti, var tað sum um at Mjølnir rakn­ aði við aftur, og úrslitið úti­ bleiv heldur ikki. Bæði annað og triðja sett tóku Mjølnirskvinnur sær av, og hóast tað var tepurt, sá ein avgerð út til at koma í fjórða setti, men tað vildu Drátturskvinnur øðrvísi, og vunnu tær so eisini settið. Nú stóð á jøvnum, og eitt fimta og avgerandi sett skul­ di tískil spælast. Fimta sett­ ið vann Mjølnir, og tískil eisini dystin 3­2. Lætt hjá ÍF í Havn Í Havn høvdu sera ungu Fleyrgenturnar vitjan av rutineraðu ÍF­kvinnunum, og tað skuldi eisini vísa seg at rutinan vann á ungdómin­ um, tí ÍF vann við trimum settum móti ongum. Fleyr nýtir, so at siga sama lið í Meistaradeildini, sum tær gera í kvinnuung­ lingum, og tað er sjálvandi torført hjá so ungum gent­ um, at gera nakað við ruti­ nerað lið sum tildømis ÍF, ið hevur fleiri leikarar, ið hava spælt flogbólt í skjótt ein mansaldur. Mjølnir vísti styrki Síðsta dyst teir spældu, vóru fólk bilsin um, at Fleyr kundi vinna á oddaliðnum SÍ. Og byrjaðu fleiri so smátt at hugsa um at tað var gjørligt hjá Fleyr at vinna okkurt í ár – nakað, ið var rættuliga fjart úr huganum, áðrenn stigini vórðu hálver­ að. Fleyr var um vikuskiftið á vitjan í Klaksvík, har Mjølnir bíðaðu klárir og tendraðir. Og so mikið tendraðir hava teir verið í Klaksvík, tí endin gjørdist, at Mjølnir vann dystin 3­1. Gestirnir byrjaðu annars best, og vunnu eisini fyrsta settið, men so knústu Mjøln­ ir Fleyr, og settmunurin sig­ ur ikki heilt so lítið. Mjølnirskvinnur eru sterkar á heimavølli, og tað mugu Drátturskvinnur bara asana, eftir enn ein 5-settara, ið tær hesuferð taptu Úrslit um vikuskiftið: Meistaradeild kvinnur: Fleyr-ÍF 0-3 (14-25, 12-25, 18-25) Mjølnir-Dráttur 3-2 (16-25, 25-21, 25-23, 21-25, 17-15) Meistaradeild menn: Mjølnir-Fleyr 3-1 (20-25, 25-13, 25-14, 25-15) FAKTA Enn ein fimm-settari