mánadagur 21. januar 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 14 - 21. januar 2008 ]
Manchester United
eru enn á odda í
Premier League, eftir
tvey mál í øðrum
hálvleiki frá Wayne
Rooney og Cristiano
Ronaldo. Málini góvu
teimum sigurin móti
Reading á Madejski
leikvøllinum. Aðra
staðni fekk Keegan
stig, meðan Arsenal
og Chelsea vunnu
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Tá Manchester United fer á
vitjan hjá einum liði sum
Reading, tá eigur man at
vænta at tað nærum er ein
avgreiðsluspurningur, men
so var ikki um vikuskiftið. Í
langa tíð av dystinum høvdu
United heldur trupult við at
spæla móti einum treiskum
heimaliði,
men
móti
endanum skrædnaði.
Ronaldo, enn
eina ferð
Liðið hjá Sir Alex Ferguson
var í døpurhuga í stórum
løtum av dystinum, men
móti endanum fingu teir
hol á í 77. minutti, tá Wayne
Rooney varð spældur leysur
av Carlos Tevez.
Cristiano Ronaldo økti
um munin í tíðini, dómarin
hevði valt at lagt afturat, tá
hann eftir mótálop, lættliga
kundi seta tánna á bóltin,
og leggja United á odda 2-0
og samstundis pynta um sítt
imponerandi
máltev,
ið
mangan
hevur
bjargað
United
úr
vónleysum
støðum. Hann hevur nú
skotið 17 mál í Premier
League, og er tað tvey fleiri
enn Emmanuel Adebayor
hjá Arsenal.
Keegan er
komin heim
Heimkoman
hjá
Kevin
Keegan til Newcastle fyri
aðru ferð sum venjari,
endaði í málleysum javn-
leiki, tá Bolton komu á
vitjan.
Besta málmøguleikan í
dystinum
átti
innskifti
J’lloyd Samuel hjá Bolton,
men hansara roynd varð
bjargað av íranum, Shay
Given í Newcastle málinum.
Enn ájavnir United
Arsenal
blivu
veranda
aftanfyri
United
uppá
málmun, eftir at áleyparin
Emmanuel Adebayor skor-
aði tvær ferðir høgdi til í 3-
0 sigrinum móti Fulham á
Craven Cottage.
Miðvallarin,
Tomasz
Rosicky krýndi ein sera
góðan dyst frá sínari síðu,
við einum máli, ið var
fluktað í netið, tá nýggju
minuttir írestaðu.
Chelsea halda trýstið
Chelsea hildu trýstið á tey
bæði ovastu liðini, eftir at
teir vunnu ein tepran 1-0
sigur móti einum kempandi
Birmingham liði á St.
Andrews leikvøllinum.
Peruvianski
áleyparin,
Claudio Pizarro stútaði eitt
hornaspark
frá
Juliano
Belletti í netið tá 11 minuttir
írestaðu, og tað var nóg
mikið til at geva Avram
Grant og hansara monnum,
enn ein sigur.
100 til Keane
Tá Tottenham høvdu vitjan
av
Sunderland
um
vikuskiftið var tað ikki Roy
Keane, venjari hjá Sunder-
land, ið stjól yvirskriftirnar.
Heldur var tað landsmaður
hansara, tann nakað yngri
Robbie Keane, ið við sínum
máli nummar 100 fyri
Spurs,
kundi
tryggja
Londonfelagnum
sigurin,
eftir at Aaron Lennon hevði
lagt teir á odda.
Manchester United hava
54 stig, og tað sama hevur
Arsenal, meðan Chelsea eru
byrjaðir at vísa styrki og eru
komnir uppá 50 stig
GÍ/LÍF skal hava nýtt navn
Nevndin í nýggja samanlagda felagnum GÍ/LÍF hevur á
fundi gjørt av, at felagið skal hava nýtt navn. Hetta skal eftir
ætlan gerast á eykaaðalfundi, sum verður hildin tann 4.
februar. Nevndin í GÍ/LÍF heitir á fólk um at koma við
uppskotum um nýtt navn áðrenn 1. februar. Fremsta liðið hjá
leirvíkingum og gøtumonnum spælir í Formuladeildini
næsta kappingarár.
Hans gjørdi løgið sjálvmál
Ungi føroyski málmaðurin Hans Jørgensen spælir fyri
Fremad Amager, og um vikuskiftið fekk hann kjansin í
einum venjingardysti ímóti Roskilde. Hans gjørdi seg
merktan við einum heldur løgnum sjálvmáli í einum dysti,
har nógvur vindur órógvaði. Hans fekk ein bólt frá
viðspælari, tamdi eitt sindur skeivt, og tá hann skuldi sparka
burtur, kom hann at senda bóltin í egið mál. Fremad Amager
tapti dystin 2-1.
Um vikuskiftið
skipaði Bogaskjóti
felagið Ørvur fyri
kappingum í Runavík.
Leygardagin skutu
børnini 12 metur og
sunnudagin skutu tey
vaksnu 18 metur
BogaskjÓTing
Tíðindaskriv
Tað eru ov fá ung, sum
skjóta við compound, men
tað heldur ikki okkara besta
unga skjútta í compound,
Magnus
Andreassen
úr
Ørvi (Ø), aftur. Hann gjørdi
bart og setti nýtt føroyskt
met við at skjóta (287+287)
574 stig. Gamla metið átti
Sámal Petur Joensen og
varð tað skotið í ár 2000.
Í bólkinum recurve vóru
heldur fleiri luttakarar – 10
í tali. Sum heild kann sigast,
at innleiðandi umfarið gekk
sera væl. Allir skjúttarnir
uttan ein skutu persónlig
met.
Bestu innleiðandi úrslitini
vóru: Bogi Andreasen, Vága-
Skot (V), (264+260) 524 stig,
nr. 2 Tummas Eidesgaard, Ø,
(249+251) 500 stig, nr. 3 Odd
Andreassen, Ø, (248+224)
472 stig og nr. 4 Rógvi
Dalsgarð,
Tambar
(T),
(229+225) 454 stig.
Av tí, at 10 luttóku, vóru
bert tveir dystir í 1/8-
finalunum. Dystirnir vóru
millum Fróða Dam, T, og
Rógvi Larsen, T, 87-51, og
Sirið Rein, T, og Rani L.
Beder, T, 96-73.
¼-finalurnar: Bogi A.-
Fróði 104-92, Bogi Mørk-
øre, Ø,-Rógvi D 65-98,
Odd-Oddmar Nielsen, Ø,
90-82 og Sirið-Tummas 86-
105.
½-finalurnar: Bogi A.-
Rógvi D. 99-105 og Odd-
Tummas 97-98.
Dysturin um triðja plássið
var millum Boga A. og Odd
og vann Bogi trygt 107-89.
Dysturin um fyrsta plássið
var millum Rógva D. og
Tummas. Hesin dystur var
sera javnur heilt fram til
seinasta umfar, tá Rógvi
gjørdi eitthvørt, har hann ikki
rakti skivuna, dysturin endaði
88-96 og vann Tummas
sostatt sína næstu kapping.
Vaksin
Heldur fá vaksin luttaka í
vetur, men eru úrslitini
góð.
Í compound bólkinum
vóru innleiðandi úrslitini
hesi: Per Holm Andersen,
Ø, (284+283) 567 stig, nr. 2
Magnus Andreassen, Ø,
(275+271) 546 stig og
persónlig met og nr. 3 Kaj
Johannesen, Ø, (271+263)
534 stig og persónligt met.
Per sat yvir í ½-finalunum
ímeðan Magnus og Kaj
skutu ein dyst, sum endaði
107-103.
Dysturin
um
fyrsta
plássið var millum Per og
Magnus. Tann ungi Magnus
gav Per stóra mótstøðu. Per
legði seg á odda við
tveimum stigum eftir fyrsta
umfar, meðan Magnus tók
eitt stig inn aftur í øðrum
umfari.
Næstu
tvey
umførini skutu teir javnt.
Dysturin endaði við sigri til
Per 111-110.
Í bólkinum recurve vóru
7 luttakarar. Innleiðandi
úrslitini vóru hesi: Hans
Petur
Højgaard,
Ø,
(270+274) 544 stig, nr. 2
Jógvan Magnus “Eggaba”
Andreasen, V, (269+268)
537 stig og persónligt met,
nr. 3 Eirikur í Jákupsstovu,
Ø, (266+259) 525 stig og
nr. 4 Jastrid M. Jensen, T,
(254+246) 500 stig. Tveir
aðrir
skjúttar
høvdu
persónlig met.
¼-finalurnar: Hans Petur
sat yvir, Tórfinn Hansen,
V,- Jastrid 101-97, Eirikur-
Nikkel Petersen, Ø, 103-
100 og Jim S. Guttesen, V,-
Eggaba 83-95.
½-finalurnar: Hans Petur-
Tórfinn 106-101 og Eirikur-
Eggaba 104-92.
Dysturin um triðja plássið
var millum Tórfinn og
Eggaba. Teir høvdu ein
spennandi javnan dyst, sum
endaði við sigri til Eggaba
96-95.
Dysturin um fyrsta plássið
var millum Hans Petur og
Eirik. Úrslitini í umførunum
vóru 27-26, 27-29, 29-28 og
28-26 og vann Hans Petur
enn ein spennandi dyst við
111-109.
Børn og vaksin skutu
Úrslit um vikuskiftið
Birmingham-Chelsea
0-1 (Claudio Pizarro)
Blackburn-Middlesbrough
1-1 (Derbyshire-Wheater)
Fulham-Arsenal
0-3 (Adebayor 2, Rosicky)
Man City-West Ham
1-1 (Vassell-Cole)
Newcastle-Bolton
0-0 (-)
Portsmouth-Derby
3-1 (Benjani 3-Nyatanga)
Reading-Man Utd
0-2 (Rooney, C.Ronaldo)
Tottenham-Sunderland
2-0 (Lennon, Keane)
Wigan-Everton
1-2 (Jagielka-Johnson, Lescott)
Liverpool-Aston Villa
(Skal spælast í kvøld, 21.
januar klokkan 20)
FAKTA
“The Royals” taptu
móti Roo og Ron