mánadagur 21. januar 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 21. januar 2008
39
Stutt Sagt
Putin ávarar
Kosovo
Velur albanski meirilutin
í Kosovo at loysa frá Serb
ia, skal hann ikki vænta
sær nakran stuðul úr
Ruslandi í framtíðini. Tað
segði russiski forsetin,
Vladimir Putin, tá hann
var í Bulgaria og vitjaði í
gjár. Á tíðindafundi vísti
Putin á, at Serbia er ímóti,
at Kosovo fær sjálvræði.
Hann segði, at Russland
og Serbia eru vinarlond,
og at Russland fer ikki at
ganga við til nakað, sum
gongur ímóti viljanum hjá
serbum. Hann eggjaði
ístaðin altjóða samfelag
num til at taka samráð
ingarnar
um
Kosovo
uppaftur, so ein friðarlig
loysn kann finnast.
Fuglakrím í
Ukraina
Eftir boðum frá heilsu
myndugleikunum
eru
umleið 25.000 høsnar
ungar avlívaðir í Ukraina,
tí kanningar høvdu stað
fest, at nakrir høsnarungar
høvdu fingið fuglakrím
av tí vandamikla slagnum
H5N1. Samstundis hava
myndugleikarnir
byrgt
eitt stórt øki av fyri at
forða fyri, at sjúkan skal
breiða seg, men enn er
einki, sum bendir á, at
sjúkan hevur breitt seg.
Fuglakrímið H5N1 varð
fyrstu ferð funnið í Ukra
ina í desembur í 2005.
Bók um
hópdráp
í Póllandi
Ákæruvaldið í Póllandi
umhugsar at stevna søgu
manninum Jan T. Gross.
Orsøkin er, at í einari
nýggjari bók skrivar hann,
hvussu
póllendingar
gjørdu seg inn á polskar
jødar
aftan
á
seinna
heimsbardaga. Fyri sjey
árum síðani elvdi sami
høvundur eisini til øði í
Póllandi, tí tá vildi hann
vera við, at póllendingar
høvdu beint fyri fleiri
hundrað jødum í bygdini
Jedwabne í 1941. Jan T.
Gros, sum sjálvur er jødi
av
polskum
uppruna,
arbeiðir sum søgufrøð
ingur á lærda háskúlanum
Princeton í USA.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Vit noyðast at ásanna, at Hugo Chavez hjálpir
brotsmonnum at smugla reúsevni til Evropa
(amerikanskur løgregluovasti)
útlond
Hizbollah-leiðarin
sigur, at rørslan hevur
goymt leivdir av
falnum ísraelskum
hermonnum. Nú
krevja ísraelsmenn,
at Hassan Nasrallah
verður fyribeindur
Okkum
nýtist
ikki
at
tingast við Hassan Nasrall
ah. Vit eiga at beina fyri
honum, sigur ísraelski inn
anríkisráðharrin, Meir Shitr
eet, við blaðið Haaretz.
Hann eigur ikki at sleppa
at síggja dagsljós eina
einastu ferð afturat, sigur
ráðharrin í íbúðarmálum,
Ze'ev Boim, við blaðið.
Teir báðir ráðharrarnir
eru bara tveir av nógvum
ísraelsmonnum, sum gjørd
ust frá sær sjálvum um
vikuskiftið, tá Hizbollah
leiðarin háðaði ísraelska
herin og segði, at Hizbollah
hevur ymsar likamslutir av
fleiri ísraelskum hermonn
um, sum fullu í Suðurlibanon
í krígnum á sumri í 2006.
Ísrael og Hizbollah hava
avtalað at samráðast um
tveir ísraelskar hermenn,
sum hava verið fangar hjá
Hizbollah síðani kríggið í
2006. Altjóða tíðindastov
urnar halda, at Hizbollah
roynir at leggja trýst á Ísrael
undan samráðingunum við
at kunngera, at rørslan eis
ini hevur goymt likamslutir
av falnum hermonnum.
Hann skal takast av døgum
Hassan Nasrallah hevur fingið øði í nógvar ísraelsmenn, sum
hótta við at beina fyri honum
Amerikonsk skjøl
vísa, at USA var til
reiðar at rinda teim-
um, sum fingu skaða
av óhappinum, endur-
gjald, men at danska
stjórnin segði nei
Í dag eru 40 ár, síðani eitt
kjarnorkuvápnað
ameri
kanskt
B52bumbuflogfar
datt niður við Thule í
Grønlandi, og fleiri kilo av
plutonium vórðu spjadd um
alt økið kring støðina. Í
1995 fingu teir sonevndu
Thulearbeiðsmenninir, sum
ruddaðu økið eftir óhappið,
50.000 krónur í endurgjaldi
í part frá táverandi stjórnini
í Keypmannahavn.
Síðani hava politikararnir
lagt lok á málið. Men teir
Thulearbeiðsmenninir,
sum eru eftir á lívi, hava
ikki slept málinum, og í
gjár hittust nakrir teirra í
Danmark. Har kom millum
annað fram, at USA hevur
alla tíðina verið til reiðar at
rinda
arbeiðsmonnunum
endurgjald, men at Danmark
hevur sagt nei. Skjøl, sum
amerikanska sendistovan í
Keypmannahavn fekk úr
Washington longu í 1968,
vísa, at USA var sinnað at
rinda
arbeiðsmonnunum
upp í 15.000 dollarar í part
í endurgjaldi, men danska
stjórnin vísti ikki tilboðnum
áhuga.
Skiftandi danskar stjórnir
hava sýtt fyri at avdúka
loynilig skjøl frá kalda
krígnum,
men
Thule
arbeiðsmenninir hava nú
lagt málið fyri ESdóm
stólin við kravi um atgongd
til tey loyniligu skjølini, ið
viðvíkja Thuleóhappinum.
Harafturat krevja menninir,
at teir fáa eina heilsukanning
um árið. Av teimum 1200
Thulearbeiðsmonnunum
eru
nógvir
deyðir
at
krabbameini. í dag eru
umleið 200 eftir á lívi.
Thule-arbeiðsmenninir fara
nú til ES-dómstólin fyri at fáa
fatur á loyniligum skjølum
um Thule-óhappið
(Mynd: Polfoto)
40 ár síðani Thule-óhappið
Jane Tanner hevur sagt, at hon sá ein mann við einum
barni í Praia da Luz um kvøldið tann 3. mai í fjør. Nú
hevur ein teknari hjá FBI teknað ein mann eftir tí, sum
Jane Tanner hevur sagt um hann.
Vit vilja hava at vita, um nakar kennir hann, og tí er
tekningin almannakunngjørd, sigur talsmaðurin hjá
McCannhjúnunum, Clarence Mitchell.
Rændi hann
Madeleine
McCann?
tíðindi