mánadagur 21. januar 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40 tíðindi
Nr. 14 - 21. januar 2008
Tað var ein fegin
Jacob Vestergaard,
ið legði leiðina til
Trongisvágs valkvøld
ið at hitta fjølmiðlar,
tá endaliga úrslitið
nærum var klárt og
ein heildarmynd
hómaðist. Flytingin
av Strandferðsluni
til Suðuroyar er gott
dømi, og hevur víst,
at fólk við góðari
útbúgving kemur
aftur til Suðuroyar,
tá møguleikin er har,
sigur Jacob Vester
gaard, ið metir, at fast
samband til Suður
oyar er framtíðin
valúrslit
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Jacob Vestergaard gjørdist
atkvøðuslúkur við løgtings
valið leygardagin við 869
atkvøðum. Hann fegnaðist
eisini, tá hann kom til val
staðið í Trongisvági at hitta
miðlaumboð fyri sjónvarpið
og Rás 2, tá endaliga úrslitið
á størsta valstaðnum í Suður
oynni bleiv kunngjørt og
tað var greitt, at fólk úr all
ari Suðuroynni høvdu stuðl
að Jacobi Vestergaard sera
væl.
Jacob Vestergaard segði
m.a. í samrøðu við Ras 2, at
tað, at Strandferðslan er
flutt til Suðuroyar sjálvandi
hevur havt ávirkan á val
úrslitið, men tað, at løgmað
ur koyrdi Jacob úr lands
stýrissessinum vegna málið
um skipararnar á Smyrli,
hevur ikki gjørt valið verri,
og sostatt kann staðfestast,
at martýrleikluturin eisini
gav úrslit.
Fast samband suður
eftir er framtíðin
Sosialurin fekk orð á Jacob
Vestergaard sunnukvøldið,
tá
valfepurin
mestsum
hevði lagt seg.
Vitjaðu nógv fólk inn á
gólvið hjá tær leygarkvøld
ið?
Ja, her var fult hús og
tað var tað alla náttina, so
tað var stak hugnaligt, sigur
Jacob Vestergaard.
Tú vart sannur atkvøðu
slúkur. Veljarin lønar tær
kanska fyri t.d. at hava flutt
Strandferðsluna til Suður
oyar, men kann tað ikki
eisini hugsast, at veljarin
væntar sær sera nógv av
tær, og leggur hetta ikki
ávíst trýst á tínar herðar?
Jú, óivað er talan um
bland av báðum, fólk taka
undir við summum av tí, ið
eg havi gjørt, við førda poli
tikkinum, og vænta óivað,
at hildið verður á við sama
politikkinum. Tað gera velj
ararnir nokk, tá eg fái slíka
álitisváttan og slíkt herða
klapp, metir Jacob Vester
gaard.
Fast samband suðureftir
er eitt mál, sum Jacob fleiri
ferðir hevur nevnt undir val
stríðnum. Og tá hann verður
spurdur, um tað eru vallyfti,
ið hann leggur eyka stóran
dent á, ella sum hann
kanska fer at seta sum ulti
matum, at tey koma upp á
tal í førda politikkinum
komandi árini, so er listin
hjá Jacob langur, tó at hann
ikki vil seta tey sum krøv.
Tað nýttar vanliga lítið
at seta fram ultimatum, tá
samráðast skal. Men suður
leiðin hevur týdning og fast
samband hevur týdning.
Ongin ivi er um, at Sand
oyartunnilin skal byggjast
beinanvegin, og hesin tunn
ilin er byrjanin til suðurleið
og fast samband til Suður
oyar, so kanningar hesum
viðvíkjandi eiga at byrja
sum skjótast. Eg veit sjálv
sagt, at tunnil til Suðuroyar
kostar, og eg veit ikki heilt
hvussu er við tí tøkniliga,
men hetta skal kannast,
sigur Jacob Vestergaard.
Vit hava eina farleið, ið
kostar einar 60 til 80 milli
ónir árliga, og oljan gerst
neyvan bíligari, men túra
talið skal økjast, og hóast
ferðaprísurin er komin væl
niður,
so
skal
hann
møguliga lækkast á eitt
hóskandi støði. Eisini skal
tænastustøðið
hækkast.
Men framtíðin er ein tunnil,
serliga
um
okkara
eftirkomarar skulu hava
møguleika at seta búgv í
Suðuroynni. Rokna vit runt,
at suðurleiðin kostar 100
milliónir árliga, so kunnu
hesir pengarnir forrenta
nokkso nógv, sigur Jacob
Vestergaard.
Ætlanin um eftirskúla í
Hvalba skal eisini byrja
beinanvegin, tí hetta er eitt
átak fyri allar Føroyar. Tað
eigur at lagast so, at nevndin
kann fara til verka beinan
vegin og skipast skal sum
sjálvsognarstovnur,
sigur
Jacob, ið hevur nógv hjarta
mál, ið hann vil hava á dags
skrá.
Hvalbiartunnilin skal
raðfestast frammaliga, tí
eitt nú vinnulívið merkir
vánaligu korini, og so skal
ellisheim og heim fyri minn
isveik koma í Vági beinan
veg, og her er mest sum alt
klárt. Nógv annað er at taka
hond um í Suðuroynni, tí
oyggin er tann stóri útjað
arin í Føroyum og aldurs
býtið er skeivt. Tað ræður
um at halda tørn, so støðan
ikki versnar, men eitt nú
flytingin av Strandferðsluni
til Suðuroyar er gott dømi,
og hevur víst, at fólk við
góðari útbúgving kemur
aftur til Suðuroyar, tá møgu
leikin er har, sigur Jacob
Vestergaard.
ABC skal roynast
Jacob Vestergaard nevnir
eisini, at kommunali byggn
aðurin í Suðuroynni skal
styrkjast, og at Hovstunnilin
hevur “minkað” um Suður
oynna, so vónandi kann
leggast saman ella standast
saman um fleiri mál.
Nú skal løgmaður royna,
hvørjir samgongumøguleik
ar eru og Jacob Vestergaard
hevur sínar metingar.
Tað er rætt av løgmanni
at royna ABC loysnina
fyrst, fyri at vita, um haldast
kann fram. Samgongan var
nakað slitin at enda, og val
ið gjørdi nokk sítt til hetta,
men tað er rætt at vita, um
haldast kann fram. Óivað
eru aðrir møguleikar, ið
verdir eru at royna, men
rætt er av løgmanni at vita
fyrst, um haldast kann fram,
sigur stóri atkvøðuslúkurin
í Suðuroynni, Jacob Vester
gaard.
Fegin atkvøðuslúkur
Jacob Vestergaard kom til
Trongisvágs valkvøldið
at hitta fjølmiðlar. Jacob
Vestergaard fekk eitt sera gott
val og suðuroyingar vístu seg
at løna honum væl fyri at
hava flutt Strandferðsluna
til Suðuroyar, men Jacob
afturvísir sjálvur ikki, at
leikluturin sum martýrur,
tí løgmaður loysti hann frá
landsstýrissessinum, eisini
kann hava havt ávirkan
Mynd: D. Olsen
Alt verður nýtt í valstríðnum
Plakatirnar hava merkt
býar- og bygdamyndir
síðstu dagarnar. Tøknin
er eisini hent, tá roynt
verður at gera vart við
síni sjónarmið. T.d.
hava teldur við power-
point uppvarpingum
verið at sæð meira enn
einastaðni. Á myndini er
tað sambandstingmaðurin
Johan Dahl, ið hevur
slíkt varpað upp á hvítu
hús síni í Vági sjálvan
valdagin, tá farið var
at skýmað, og ikki kann
sigast annað, enn at slíkt
sæst í býarmyndini
Mynd: D. Olsen
Vaksandi innflutningur
Fyrstu 11 mánaðirnar í fjør vaks føroyski innflutningurin
við 9% í mun til árið fyri. Tá er innflutningur av skipum
íróknaður. Vøksturin í innflutningi stavar serstakliga frá
skipum, flogførum, akførum og øðrum maskinum. Og
vaks innflutningurin til vinnuliga nýtslu við 10%.
Innflutningurin til beinleiðis nýtslu hjá privatu
húsarhaldunum vaks við 6%. Í krónum var samlaði
innflutningurin fyrstu 11 mánaðirnar í fjør 4.684 mió kr.,
skrivar Hagstovan.
Fleiri lønmóttakarar
Tað er ikki bara í krónum, at føroysku
lønarútgjaldingar økjast í tali. Eisini í tali av
lønmóttakarum er talan um stóran vøkstur. Fyrstu
10 mánaðirnar hevur vøksturin í talinum av
lønmóttakarum verið um 3%, skrivar Hagstovan.
Tað er serliga í byggivinnuni og privatu
tænastuvinnuni, at talan er um fleiri lønmóttakarar.
Bert í fiskivinnuni er talan um eina minking í
talinum av lønmóttakarum.