Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-21, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2008síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 tíðindi Nr. 14 - 21. januar 2008 Tóku fyrstu fetini á MTV The Dreams tók síni fyrstu fet fyri opnum skíggja á MTV, síðani hava teir fingið gjøgnumbrot í Føroyum, og nú skulu teir leggja Danmark fyri sínar føtur The Dreams Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Punkbólkurin The Dreams hevur støðugt gjørt vart við seg, síðani bólkurin varð stovnaður í 2004. Fyrsta árið var helt tað mest friðarliga hjá teimum, men í september 2005 komu teir av álvara fram, tá ið teir vóru við í eini sjónvarpsrøð hjá MTV, sum kallaðist MTV ACUT. Hetta var ein kapping millum ungar bólkar, og dómari í kappingini var millum annað kenda songkvinna Anastacia. The Dreams endaði á triðja plássi í hesi kappingini. Tað stóra fólksliga gjøgnumbrotið í Føroyum fekk The Dreams, tá ið teir á sumri í 2006 spældu fløguna Tazi inn. Á útgávuni gjørdu teir sínar egnu tulkingar av kendum føroyskum poppsangum, og hetta var sera populert. Sangir sum Sasasasa, Nummar, Cirkus Tinganes og aðrir vóru nógv at hoyra, og Sasasasa mundi verða størsta útvarpshittið hetta árið. Til Danmarkar Á heysti í 2006 fluttu tónleikararnir í The Dreams til Danmarkar at búgva, og har var ætlanin at leggja alla orku í at spæla tónleik. Stutt eftir, at teir vóru komnir niður, royndu teir seg í donsku útgávuni av Global Battle of the Bands, og hóast eitt triðja pláss var heiðurligt, var stóri sigurin hjá teimum í kappingini, at teir hittu framleiðaran Chief 1, sum teir hava arbeitt saman við síðani. Í januar mánaði í fjør vóru The Dreams og Chief 1 í studio fyrstu ferð, og síðani hevur verið arbeitt dúgliga við nýggjum sangum. Úrslitið er ein fløga, sum kemur út í Danmark tann 8. februar. Eftir tað er ætlanin at framleiða eina útgávu til altjóða marknaðin. Meðan bíðað verður eftir hesum, kann The Dreams gera vart við seg í danska Grand Prixnum, har teir nú eru komnir í finaluna. The Dreams hava vunnið seg í finaluna í danska Grand Prixnum, men skuldu teir vunnið kappingina, so siga teir seg ikki tora til Beograd at spæla í europeisku finaluni GranD Prix Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ein dagin fyri nøkrum mán­ aðum síðani troppaði fram­ leiðarin hjá the Dreams, Chief 1, upp við tveimum sjampanjufløskum. Ungu tónleikararnir í The Dreams skiltu ikki tað stóra av hes­ um og høvdu hug at spyrja, hvat var á vási. Jú, Chief 1 hevði sent ein sang við The Dreams til upptøkunevndina fyri danska Grand Prixið, og The Dreams høvdu fingið fótin inn um. ­ Vit vitstu einki um hetta. Ikki fyrr enn vit vóru slopn­ ir við til kappingina. Tað var ein løgin kensla, men tá vit høvdu vant okkum við tankan, so var tað fínt. Eg haldi tó ikki, at vit sjálvir høvdu funnið upp á at sent ein sang til Grand Prixið, sigur Hans Edward Andrea­ sen, sum er sangari í The Dreams. Sum at spæla á Hálsi Leygarkvøldið var The Dreams so á pallinum til danska Grand Prixið. Hetta var í seinnu hálvfinaluni, og átta sangir tóku lut. Av hesum átta sangunum skuldi helvtin veljast til at taka lut í finaluni í Grand Prixnum, sum verður tann 2. februar. Og tað eydnaðist The Dreams at vinna seg fram millum teir fýra fremstu bólkarnar í kappingini. ­ Tað gekk sera væl at spæla, og úrslitið var eisini gott. Hetta var tað, sum vit vónaðu, sigur Hans Edward Andreasen, og hann helt ikki, at tað var nakað serligt at spæla beinleiðis í donsk­ um sjónvarpi. ­ Nei, hatta var sum at spæla í høllini á Hálsi – tað var ikki nógv øðrvísi. Serbiskur trupulleiki The Dreams er nú komið eitt avgerandi stig víðari í danska Grand Prixnum, og Vit tora ik Eingin rentubroyting Greinarar hjá Nordea Bank meta, at talan ikki verður um rentubroytingar á europiska marknaðinum komandi árið. Kring alt Europa hevur talan verið um methøga inflatión seinasta árið, men kortini verður mett, at europiski miðbankin ikki broytir rentuna. Leiðandi rentan hjá Miðbankanum er í dag 4% Breiðari breiðband Kundar hjá TDC í Århus og Keypmannahavn fáa veruligt breiðbandssamband í næstum. TDC byrjar nú at veita samband, sum er heili 50 mbit/s. Í fyrstu atløgu verður talan bert um kundar í teimum báðum størstu býnum í Danmark, men longu í fyrsta ársfjórðingi í ár er ætlanin at koma upp á 100 býir, verður sagt hjá Teledanmark. Við somikið kraftigum breiðbandi verður talan í nógv størri mun um ein talgildan marknað, har filmir og spøl kunnu ferðast við fullari ferð millum brúkararnar. Prísurin fyri nýggja haldið er 549 kr. um mánaðin.