Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-21, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2008síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 21. januar 2008 47 tíðindi Eingin trupul­ leiki við donskum The Dreams syngur á donskum í Grand Prixnum, men teir ætla sær ikki at gera eina longri karrieru við at syngja á donskum The Dreams Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo The Dreams hava sein­ asta árið skrivað og spælt tónleik á donsk­ um, og nú føroyski bólkurin var við í danska Grand Prix­ num, sungu teir ein danskan sang, hóast teir eisini kundu havt sungið á enskum, sum tey flestu av hinum luttakarunum gjørdu. ­ Í fyrstuni var tað sera løgið at syngja á donskum. Men tað var nakað tað sama, tá ið eg byrjaði at syngja á føroyskum til Tazi­ útgávuna. Tá hevði eg bara sungið á enskum, so eg skuldi venja meg við at syngja á føroysk­ um, sigur Hans Edward Andreasen, sangari í The Dreams. ­ Nú havi eg longu sungið nógv á donsk­ um, og tað er eingin trupulleiki longur, sigur hann. The Dreams hevur størri ætlanir enn bert at gera vart við seg í donskum tónleiki – á donskum. ­ Vit ætla ikki at gera eina karrieru burtur úr at syngja á donsk­ um. Hetta gera vit beint nú, men vit ælta at skifta aftur til enskt, sigur hann. Fyrst skal danska fløgan hjá teimum tó koma út. Bólkurin skal uttan iva hava fram­ førslur í sambandi við útgávuna, og so er ætlanin at venda eyguni ímóti útlandinum við enskum punkrocki. kki til Serbia um tvær vikur hava teir møguleikan at vinna donsku kappingina, og harvið koma til europeisku kappingina, sum í ár verður hildin í serb­ iska høvuðsstaðnum, Beograd. ­ Vit hava prátað eitt sind­ ur um hetta. Vit tora faktiskt ikki til Serbia at spæla, so eg veit ikki, hvat vit gera, um vit vinna kappingina. Kanska mugu vit bara geva avboð og lata onkran annan fara avstað, sigur Hans Edward Andreasen. Bólkurin smæðist annars ikki við at seta sær stór mál. Tann 8. februar kemur eina fløga við teimum út í Dan­ mark, og eftir tað ætla teir sær longur út í heim. ­ Vit hava hava tikið Før­ oyar, nú verður tað Dan­ mark, og aftaná taka vit heimin, sigur Hans Edward Andreasen. Men bara ikki Seriba? ­ Nei, ikki Serbia, Afghan­ istan og Irak. Rópirockur úr Føroyum The Dreams endaði sum høvuðssøga á heimasíðuni hjá Ekstrablaðnum eftir Grand Prixið leygarkvøldið. Har høvdu tey bitið merki í, at The Dreams úr Føroyum vóru komnir í finaluna í Grand Prixnum. Yvirskriftin hjá blaðnum var ”Færøsk råberock i Grand Prix­finale”. Og tónleikararnir í The Dreams kunnu fegnast um, at luttøkan í Grand Prix­ finaluni fer at hava nógva umrøðu við sær, og tað er nakað, sum kann slóða fyri The Dreams gjørdu vart við seg í hálvfinaluni í danska Grand Prixnum – og nú sleppa teir at royna seg í stóru finaluni. Mynd: Polfoto Heimasíðan hjá Ekstrablaðnum gjørdi nógv burtur úr The Dreams leygarkvøldið Vænta nýggj fiskasløg Herfyri kom ein maður inn á grønlendsku fiskirannsóknarstovuna við einari havtasku, og sambært fiskifrøðinginum Søren Rysgaard er hon eitt tekin um, at tann lýggi sjógvurin hevur nýggj fiskasløg við sær til Grønlands. Á einari ráðstevnu í Nuuk segði hann, at hitabroytingarnar í havinum fara helst at hava við sær, at meiri toskur og upsi verður við Suðurgrønland. Hinvegin fara rækjurnar helst at flyta seg longri norður í kaldari sjógv. Neyvan á Þingvellir Stuðlar hjá fyrrverandi talvheimsmeistaranum Bobby Fischer, sum doyði í Reykjavík í síðstu viku, hava skotið upp, at hann verður jarðaður í tjóðkirkjugarðinum á gamla tingstaðnum Þingvellir. Jónas Hallgrímsson og Einar Benediktsson eru teir einastu, sum eru jarðaðir har, men nevndin, um umsitur staðið, sigur seg vera sinnaða at viðgera eina áhaitan um at jarða Bobby Fischer har. Íslendskir miðlar vænta tó ikki, at áheitanin verður gingin á møti.