Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 105 - 6. mai 2001 Nr. 105 - 6. mai 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Mitt í øllum ruðuleik- anum í Katmandu, høvuðsstaðnum í Nepal, býr 15 ára gamla Lív Petersen av Argjum. - Í løtuni er vanda- mikið uttandura. Útgonguforboð er, so eg sleppi ikki í skúla. Fer nakar út, verða tey skotin, sigur hon KONGADRÁPIÐ Í NEPAL Turið Kjølbro - Allir nepalesarar eru skelkaðir av tí sum er hent. Eingin trýr, at krúnprins- urin hevur beint fyri síni familju. Øll sóu upp til kongin, krúnprinsin, sum hevur gingið á góðum skúlum, og familju hansara. Heldur halda fólk, at tað er pápabeiggin, hesin sum nú er krýndur kongur og sonur hansara, sum hava dripið alla familjuna. Sonurin var staddur á kongsborgini tað kvøldið familjan varð myrd. Hann varð ikki skotin ella løstaður uppá annan máta og eingin hevur sæð hann síðani, sigur Lív Petersen úr Katmandu, ið er høvuðsstaðurin í Nepal. Lív Petersen er dóttir Tommy Petersen, sum fyri tveimum árum síðani flutti til Nepal at arbeiða. Lív býr í Katmandu hjá eini belg- iskari familju, har hon gongur í skúla, meðan rest- in av familjuni býr langt uttan fyri høvuðsstaðin í býnum Surhec, einar tíggju tímar at koyra við bili. - Fólk mótmæla í gøtun- um í Katmandu, ongum dámar nýggja kongin, og tá ið hann varð krýndur, stein- aðu tey í gøtunum. Løg- reglan mátti brúka táragass fyri at basa ófriðinum. Uttan fyri sjúkrahúsið, har kongliga familjan hevur ligið, hava fólk savnast og syrgt. Beint í løtuni er vandamikið at vera uttan- dura. Útgonguforboð hevur verið síðani seinnapartin mánadagin, so eg sleppi ikki í skúla. Fer nakar út, verða tey skotin. Hósdagin má eg í skúla, tí tá skal eg upp til roynd. Vit hopa, at tá sleppa vit antin við bili ella bussi í skúla, sigur Lív, sum gongur í 9. flokki. Skúlin liggur 10 min. frá heimin- um. Lív hevur ikki sæð kong- ligu familjuna meðan hon hevur verið í Nepal. Men myndir av familjuni hanga alla staðni í býnum. - Fólk her eru góð við kongligu famljuni. Tey geva ikki henni skyldina fyri fátækradømið sum er her, men heldur politikar- unum, sigur Lív. Nýggi kongurin hevur lovað, at ein kanning skal gerast av tí sum fór fram á kongsborgini fríggjakvøld- ið og at hendan skal al- mannakunngerast innan tríggjar dagar. Men nepalesarar hava ikki álit á kanningini og at hon kemur fram til sannleikan. - Nógv er komið fram eftir morðini, sum er ósam- svarandi. Til dømis hevur kongurin sagt, at tað var eitt óhapp, sum hendi. Men hann hevur bara sagt tað eina ferð og veit kanska, at eingin trýr tí. Tí er als ikki vist, at kanningin kemur fram til sannleikan. Vit fáa at síggja, hvat hendir næstu dagarnar, sigur Lív. Um ein mánað kemur Lív heim saman við familjuni. Tey halda frí í Føroyum í fýra vikur og fara síðani yvir aftur til Nepal at vera í eitt ár. Tommy Petersen hevur longt sáttmálan við Danida eitt ár afturat, har hann arbeiðir við at sam- skipa samskiftið millum kommunur og myndug- leikar. Lív fer ikki aftur til Nepal. Eftir summarfrí- tíðina fer hon á eftirskúla í Danmark. - Mær dámar væl í Nepal. Eg havi spælt fótbólt, og eftir skúlatíð fara vit ofta í ein amerikanskan klubba saman við vinum, sigur Lív. PETRA LOUISA NIELSEN f. Lervig andaðist hvítusunnudag, 3. juni 2001, 92 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin 6. juni 2001 kl. 13. Gunvør, Øssur, Olaf, Rodmundur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu, tá Robert Bech Tvøroyri andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Tøkk fyri blómur og kransar. Ein serstøk tøkk til starvsfólkini í Heimarøktini og á eldrasambýlinum á Tvøroyri, ið vóru um hann hesi seinastu árini. Eisini takka vit øllum teimum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldar stað. Vegna familjuna Ása Tá ið skúlarnir byrja aftur eftir summar- frítíðina, fara 26 børn í fyrsta flokki í Fugla- firði í frítíðarskúla FRÍTÍÐARSKÚLI Turið Kjølbro Arbeitt verður miðvíst við at útvega øllum børnum í Fuglafirði eitt ansingar- tilboð og nú metir býráðið, at tíðin er komin til at seta á stovn ein frítíðarskúla. Higartil hava foreldur at 26 børnum, sum byrja í 1. flokki eftir summarstegðin, víst áhuga fyri tilboðnum. Børn í fyrsta flokki hava havt møguleikan at komið í dagrøkt eftir skúlatíð, hesin møguleikin verður so ikki, nú frítíðarskúli letur upp og tað førir við sær, at rúm verða fyri fleiri børnum undir skúlaaldur í dag- røktarskipanini. Í barna- garðinum og vøggustovuni ganga um 60 børn og í dagrøktini 38 børn. Bíði- listin var minkaður niður í nærum einki, men veksur nú aftur støðugt. - Vit hava sett okkum fyri at útvega øllum børnum eitt tilboð. Tað er ikki rætt, at bert 60-70 prosent av børnunum skulu hava eitt tilboð, tí hini eiga at hava sama rætt, sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði. Eisini til Fuglafjarðar flyta fólk. Bara í fjør vaks fólkatalið við hálvt hundr- að. Bíðilistin til stovnspláss veksur alla tíðina eins og áhugin fyri at byggja sethús í Fuglafirði. - Talið á børnum í ymsu árgangunum er vaksandi, komandi fyrsti flokkur telur 21 børn, og tað sigur okkum so mikið, at vit mugu útvega fleiri pláss. Hinvegin hava vit ikki ætlanir um at byggja nýggj- an barnagarð. Vit fáa at síggja, hvussu frítíðar- skúlin fer at ávirka bíðilistan, sigur Sigurð Simonsen. Lýst hevur verið eftir starvsfólkum til frítíðar- skúlan.Tey verða eini 4-5 í tali. Saman við leiðaranum, ið verður settur, fer býráðið at finna hóskandi høli til frítíðarskúlan. Lív hevur tað gott í Nepal Tommy, Maja, Lív og Gyðja avmyndað uttan fyri heimið á Argjum beint áðrenn tey fóru til Nepal á sumri í 1999. Á myndini vantar sonurin Janus, sum er elstur av systkjunum Frítíðarskúli í Fuglafirði - Vit hava sett okkum fyri at útvega øllum børnum eitt tilboð. Tað er ikki rætt, at bert 60-70 prosent av børnunum skulu hava eitt tilboð, tí hini eiga at hava sama rætt, sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði C M Y K 3 2