mikudagur 6. juni 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 105 - 6. mai 2001
Nr. 105 - 6. mai 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Fakfeløgini hótta við
tiltøkum, nú
politikarar nú
umhugsa at gera
lógir, sum skulu forða
fakfeløgum at raka
alivinnuna í einum
komandi verkfalli
VERKFALSRÆTTUR
Áki Bertholdsen
– At fara í verkfall, er okk-
ara besta vápn. Tað er eisini
okkara demokratiski rættur.
Og tann rættin skal ongin
politikari røra.
IngeborgVinther, formað-
ur í Føroya Arbeiðarafelag
hevur ikki tikið tað væl upp,
at politikarar nú eru farnir at
tosa um at friða partar av
arbeiðs-marknaðinum fyri
verkfalli.
Tað er støðan,sum ali-
vinnan kom í undir hesum
seinasta verkfallinum, sum
hevur fingið politikarar at
ressast og at umhugsa at
gera lógir sum skulu forða
fakfeløgum í at leggja ali-
vinnuma lamna í eini
verkfalsstøðu. Ikki minst er
tað støðan, sum tað ILA-
rakta alibrúkið í Funn-
ingsfirði kom í, sum hevur
fingið politikarar at stinga
fingurin í jørðina.
Eftir verkfallið boðaði
alivinnan frá, at hesa støð-
una vildu teir ikki koma í
aftur. Og Stutt eftir nevndi
landsstýrismaðurin í vinnu-
málum, Bjarni Djurholm,
møguleikan at fáa Løg-
tingið at samtykkja, at
alivinnan, og kanska djóra-
hald yvirhøvur, skuldu
friðast í framtíðar ósemjum
á arbeiðsmarknaðinum so
at møgulig verkføll ikki
skuldu verða galdandi fyri
tey,
Men hann hevur eisini
boðað frá, at hann vildi
helst havt, at fakfeløgini
samdust um og góðtóku tey
tiltøk, sum blivu sett í verk.
Verður ikki góðtikið
Men tað er longu nú greitt,
at góðkenning frá Føroya
Arbeiðarafelag til hetta,
kemur landsstýrismaðurin
at bíða leingi eftir.
– Hetta fara vit undir
ongum umstøðum at góð-
taka, sigur Ingeborg Vinth-
er, formaður í Føroya
Arbeiðarafelag
Hon sigur, at hetta er tað
sama sum at skerja verk-
falsrættin hjá fakfeløgun-
um og tað sigur seg sjálvt,
at tað kunnu fakfeløgini
ikki lata sær lynda.
Hon vísir á, at verkfalls-
rætturin er tað seinasta og
besta vápnið, fakfeløgini
hava í stríðnum fyri betri
sømdum.
– Vit kunnu ikki góðtaka,
at hetta vápnið verður tikið
frá okkum. Vit fara at ikki
at sita hendur í favn ímeð-
an verkalsrætturin verður
skerdur. Verður verkfals-
rætturin skerdur hjá land-
sins størsta fakfelag, er tað
heilt greitt, at vit fara at
gera nakað við tað.
Hon er eisini púra sann-
førd um, at hini fakfeløgini
fara heldur ikki at góðtaka,
at verkfalsrætturin verður
skerdur við lóg.
– Tað vildi verið at brotið
allar fólkaræðisligar reglur.
Ingeborg Vinther ivast
heldur ikki í, at sleppa
politikararnir fyrst at pilka
við verkfalsrættin í sam-
bandi við alivinnuna, fer
tað bara at vinda upp á seg.
– Hetta er ómetaliga
vandamikið, tí har ein
skriða er lopin, er onnur
væntandi. Verður fyrst ali-
vinnan friðað, verður ikki
leingi til eisini til verk-
falsrætturin hjá onkrum
øðrum felag eisini verður
skerdur og at lógir verða
gjørdar um at friða onnur
øki eisini, eitt nú heilsu-
verkið. Og so er allur verk-
falsrætturin burtur, áðrenn
vit vita av.
Akkurát,
hvørji
stig,
fakfeløgini fara at taka, um
tað kemur so langt, kann
hon ikki siga nakað um
enn.
– Lat okkum nú nú fyrst
síggja, hvat alt hetta tosið
endar við, sigur Ingeborg
Vinther.
Í øllum førum ivast hon
onga løtu í, at hetta fer at
kosta samgonguni politiskt.
Hon minnir á, at tað
styttist til val og fer sam-
gongan at skerja verkfals-
rættindini, fer tað at geva
andstøðuni vind í seglini, tí
ongin løntakari fer at stuðla
eini sagonguni, sum trekkir
tenninar úr fakfeløgunum.
Arbeiðsgevarar hava
skyldina
Ingeborg Vinther vísir á, at
tað vóru arbeiðsgevararnir,
sum sjálvir høvdu skyldina
av verkfallinum.
– Teir vildu ongantíð
samráðast
um
okkara
lønarkrøv. Beinanvegin, vit
komu til lønarspurningin í
samráðingunum, settu teir
seg í sambandi við sem-
ingsstovnin, uttan at vit
vistu av.
– Teir fingu eisini púra
greitt at vita, at slitu teir
samráðingarnar og tveittu
okkum í eitt verkfall, blivu
ongi undantøk givin og at
vit fóru ikki at átaka okkum
skyldina fyri avleiðingarnar
ið stóðust av verkfallinum.
– So at geva okkum
skyldina av støðuni og at
taka verkfalsrættin frá okk-
um omaná alt, er ovboðið.
Hon vísir eisini á, at var
ikki alivinnan, sum vendi
sær til Føroya Arbeiðar-
felag
við
umbøn
um
undantaksloyvi.
– Tað er djóralæknin,
sum hevur júkað og júkað
um
undantaksloyvi.
Verkfallið hevði ikki vart í
meiri enn ein, ella tveir
dagar, tá ið djóralæknin fór
at gera vart við seg við
umbøn um undantaksloyvi
til eitt og annað í sambandi
við alivinnuna, og tað
skuldi djóralæknan hildið
seg verið ov góðan til, sigur
Ingeborg Vinther.
–Tað kemur ikki uppá tal, at
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
fær góðkenning frá
fakfeløgunum til at skerja
verkfalsrættin. Tað verður
tvørturímóti, tí vit fara ikki
at lata okkum tað lynda,
sigur Ingeborg Vinther,
formaður í Føroya
Arbeiðarafelag
Sleppa ikki at taka vápnini frá okkum
Tað besta til húsarhaldið
Classic
Burgarar
Danefrost
høsnarungi
10 X 75 g
kiloprísur
Frystir
Oksagýros
Kulottusteik
59
94 fyri kilo
9
98 fyri kilo
22
46 fyri kilo
39
90 fyri kilo
47
95
kilopr.59
90
2 kg fyri
500 g
1200 g
Føroya Keypssamtøka
Tilboðini eru galdandi 5.-9. juni 2001 · FK-heimasíðan: http://fk.olivant.fo
19
95
26
95
25
00
29
90
9
95
19
95
Ymisk
sløg
Campylo-
bacterfríir
Knorr
Bouillon
Knorr mix
rættir
Blátt
Cirkel
kaffi
Hatting
pitabreyð
Danefrost
Pommes Frites
Malið
Kalkunkjøt
500 g í rl.
bk. á 800 g
36
95
59
90
Fryst
Fryst
kiloprísur
12
50 fyri hvønn
2 pk fyri
14
95 fyri hvønn
2 pk fyri
fyri pk
C
M
Y
K
5
4