mikudagur 6. juni 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 105 - 6. mai 2001
Nr. 105 - 6. mai 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
– Arbeiðsgevarar
royna at seta kílar
millum fiskiemenn og
arbeiðsfólk á landi
LØNARHÆKKING OG
FISKAPRÍSIR
Áki Bertholdsen
Spádómarnar um, at lønar-
hækkingin fer at føra til, at
avreiðingarprísirnir fara at
lækka, hava ikki nógv upp
á seg.
Tað
heldur
Ingeborg
Vinther, formaður í Føroya
Arbeiðarafelag, eftir at
bæði ráfiskaseljarar og -
keyparar í Sosialinum í
farnu viku førdu fram, at
vandin við lønarhækkingini
hjá arbeiðsfólki á landi, er,
at tað fer at trýsta avreið-
ingarprísirnar nið-ureftir,
tí nú fara virkini ikki at
hava eins nógvan pening at
keypa fisk fyri, sum tey
høvdu frammanundan.
Hatta er sama søgan, sum
arbeiðsgevarar hava ført
fram hesi seinastu 100
árini, sigur Ingeborg Vinth-
er.
– Hetta er onki uttan ein
roynd at seta kílar ímillum
fiskimenn og arbeiðsfólk á
landi, leggur hon afturat.
Hon sigur, at hvørja ein-
astu ferð, at nýggir sátt-
málar verða gjørdir á landi,
eru arbeiðsgevarar til reið-
ar við søgum um at tað fær
avleiðingar fyri eitt og
annað, og eisini fyri fiska-
prísirnar.
– Eg vóni ikki, at tað er
nakar, sum trýr hasum
longur, tí hatta er onki høpi
í.
Hon vísir á,at sama søg-
an varat hoyra eftir seinastu
samráðingar, tá ið lønirnar
eisini hækkaðu næstan 9%.
– Men øll vita, at hesi
seinastu árini hava fiska-
prísirnir ongantíð verið
hægri enn tað sama, sigur
Ingeborg Vinther.
PENINGAGÁVUR
Áki Bertholdsen
Lions Klubburin í Suðuroy
hevur nú aftur latið tvær
peningagávur til vælger-
andi endamál í Suðuroynni.
Tað hendi, tá ið Lions-
forsetin í Suðuroy, Ásbjørn
Berg í Hovi, handaði
Sunnvu Petersen, leiðara á
Suðuroyar Ellis- og Røkt-
arheimi, ein kekk upp á
40.000 krónur.
Samstundis handaði hann
Snorra Thomsen, nevndar-
limi í Bygdarfelagnum á
Rananum í Sandvík, ein
kekk upp á 15.000 krónur.
Stuðulin
til
bygdar-
felagið í Sandvík skal brúk-
ast til at mála bygdarhúsið
fyri.
Stuðulin,
sum
ellis-
heimið fekk, skal brúkast
til at keypa ein buss fyri,
sum er serútgjørdur til at
flyta brekað fólk.
Ellisheimið hevur leingi
ynskt sær ein buss, so at tey
kunnu fara útferðir við
búfólkunum.
Tey
hava
savnað pening saman í
langa tí til endamálið og nú
er komið undir land.
Bussurin er keyptur og
hann kemur um ein mán-
aða. Talan er um ein buss til
átta ferðafólk.
Á eini lítlari samkomu á
Tvøroyri nú ein dagin,
takkaðu Sunnva Petersen
og Snorri Thomsen fyri
gávurnar, sum tey søgdu,
komu ógvuliga væl við.
Hvør króna út aftur
Lions
Klubbarnir
kring
heimin eru hjálparfelags-
skapir, sum savna pening inn
til vælgerandi endamál.
Tey, sum fylgja við, hava
lagt merki til, at viðhvørt
skipar Lions fyri tiltøkum
við tí endamáli at savna
pening inn.
– Fólk spyrja javnan,
hvagar hesin peningurin
fer. Men tað er ein treyt hjá
felagsskapinum, at hvør
króna, sum verður savnað
inn, verður latin útaftir,
segði Ásbjørn Berg, tá ið
hann handaði gávurnar.
Lions
klubburin
í
Suðuroy hevur nú 15 ár á
baki og hesa tíðina hevur
hann latið nógvar hundrað-
túsund krónur í stuðuli til
ymisk
vælgerandi
og
mentanarlig endamál, mest
ymsastaðni í Suðuroy, men
eisini uttanlands.
Í løtuni arbeiðir klubb-
urin við tveimum ætlanum.
Onnur er at reisa ein
minnisvara
yvir
kenda
skaldið, Poul F. Hin ætlanin
er sera tíðarkrevjandi og
kostnaðarmikilÍ og tað er at
savna so mong staðarnøvn í
Suðuroynni sum gjørligt
saman og seta tey á kort. Í
hesum sambandi er sam-
starv fingið í lag við teldu-
fyritøku, Munin, so at
kortini við staðarnøvnum á,
eisini verða teldutøk.
Annars
hevur
Lions
klubburin
í
Suðuroy
heimasíðu á alnetinum,
hana finna tit á
http://heima.olivant.fo/~lio
ns-su/
Fiskaprísirnir fara ongan veg
– Seinast,vit samráddust,
varð eisini sagt, at lønar-
hækkingin fór at faka
fiskaprísirnar, men vit vita,
at hesi bæði seinastu árini
hava teir ongantíð verið
hægri enn tað sama, sigur
Ingeborg Vinther
Hava latið 55.000 krónur
til vælgerandi endamál
Ásbjørn Berg, forseti í Lions í
Suðuroy, handar Sunnvu
Petersen, fyristøðukvinnu á
Suðuroyar ellis- og
Røktarheimi ein kekk upp á
40.000 krónur
Bygdarfelagið í Sandvík fekk
eisini ein kekk upp á 15.000
krónur, sum Snorri Thomsen
her tekur ímóti
Fýra mans hava um-
sitið skúla- og menta-
mál hetta valskeiðið
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
Óli Holm er tann fjórði
landsstýrismaðurin
í
mentamálum
í
hesum
landsstýrinum. Hann er
eisini tann fjórði tjóðveld-
ismaðurin, sum skal stjórna
føroysku mentanini og før-
oyska fólkaskúlanum, nú
góðir 10 mánaðir eru eftir
av hesum valskeiðinum.
Fyrstur í røðini var Sign-
ar á Brúnni, men hann
mátti frá í fjør, eftir at ivar
varð sáddur um embætis-
førslu hansara. Tað vísti seg
kortini, at Signar á Brúnni
ikki hevði borið seg skeivt
at, tá hann játtaði sjónvarp-
inum pengar, men tá var
avloysarin longu settur.
Signar á Brúnni legði frá
sær, tá málið varð kannað.
Tosað varð tá um, at hann
skuldi aftur í starvið, um
hann varð reinsaður, og
sjálvur sigur Signar á
Brúnni, at hann fekk hetta
lovað. Høgni Hoydal sigur
kortini, at so var ikki, og at
alt fór fram eftir bókini í
hesum máli.
Næsti
mentamálaráð-
harrin var Høgni Hoydal,
sum tók við menta- og
skúlamálum fyribils, eftir
at Signar á Brúnni fór frá.
Triði maðurin var Tór-
bjørn Jaocbsen, sum varð
settur í starvi í juli í fjør, og
mátti hann sum kunnugt
mynstra av fríggjadagin.
Fjórði
mentamálaráð-
harrin, Óli Holm, tekur við
starvi fyrsta dagin.
Neyðugt er við størri játtan
til fólkaskúlan fyri at fylla
út rammurnar í nýggju
fólkaskúlalógini,
sigur
nýggi landsstýrismaðurin
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
Nýggi landsstýrismaðurin í
mentamálum er Óli Holm í
Vági. Hann skal m. a.
stjórna
føroyska
fólkaskúlanum tað sum
eftir
er
av
hesum
valskeiðinum, t. v. s. til í
seinasta lagi 30. apríl
komandi ár.
Men Óli Holm kennir í
øllum førum skúlan væl og
virðiliga, tí hann hevur
seinastu 28 árini verið
varaskúlastjóri
í
Vágs
skúla.
– Vitan og førleiki er tað,
sum hevur størstan týdning
í samfelagnum, segði Óli
Holm í útvarpinum beint
eftir, at Tjóðveldisflokkurin
hevði heitt á hann um at
taka
við
landsstýrissessinum.
Hann segði, at hann vildi
virka fyri, at fólkaskúlin
fær størri játtan, tí sum er
eru als ikki pengar til at
fylla út karmarnar í nýggju
fólkaskúlalógini.
Óli Holm hevur verið
virkin
í
Tjóðveldisflokkinum
í
mong ár. Hann hevur verið
formaður
í
aðalstjórn
Tjóðveldisfloksins síðani
1993.
Tá
skipan
Tjóðveldisfloksins herfyri
varð broytt, gjørdist hann
eisini
næstformaður
í
Tjóðveldisflokkinum.
Óli Holm er 56 ára gamal.
hann er útbúgvin lærari frá
Nørre Nissum Seminarium
og hevur starvast sum
varaskúlastjóri
í
Vági
síðani 1973.
Nýggi mentamálaráðharrin
er
eisini
kendur
sum
ítróttarmaður. Í mong ár
spældi hann á fremsta liði
hjá VB. Eftir at hann gavst
sum aktivur leikari, hevur
hann
eisini
virkað
í
leiðarahøpi í mong ár.
Hann hevur fleiri skifti
verið formaður í VB og
síðani 1986 hevur hann
verið
nevndarlimur
í
Fótbóltssambandi Føroya.
Óli Holm er giftur Elise, og
tey eiga fýra børn.
Vitan og førleikin størsta týdningin
Fráfarandi og komandi mentamálaráðharrar, Óli Holm og Tórbjørn Jacobsen. Óli Holm, sum
seinastu 28 árini hevur verið skúlastjóri í Vági, skal stjórna fólkaskúlanum tað sum eftir er av
hesum valskeiðinum
Mynd: Jan Müller Óli Holm er
fjórði menta-
málaráðharrin
Forkvinnan í Føroya
Lærarafelag heldur, at
tað kann verða ein
fyrimunur, at nýggi
landsstýrismaðurin í
skúlamálum er lærari
og varaskúlastjóri
SKÚLASKAPUR
Áki Bertholdsen
Tað kann gerast ein fyri-
munur, at tað júst er ein
lærari, er blivin nýggjur
landsstýrismaður í skúla-
málum.
Tað heldur Elsa Birgitta
Petersen, forkvinna í Før-
oya Lærarafelag, í eini
stuttari viðmerking til, at at
nýggjur maður aftur nú er
komin í ovasta sessin í
Undirvísingar- og menta-
málastýrinum.
Hon sigur, at av tí at Óli
Holm er lærari og eisini
varaskúlastjóri, skuldi hann
skilt trupulleikan hjá fólka-
skúlanum betri og havt
betri fatan av tí, sum rørist í
fólkaskúlanum.
At hann so harafturat er
lærari í Vági, skuldi gjørt,
at hann skildi trupulleikan
uppaftur betri, tí júst Vágs
Skúli er ein av teimum
skúlunum, sum hevur verið
hart raktur av, at játtanin til
fólkaskúlan ikki fylgir við
teimum øktu lógarkrøvun-
um.
Tað, hon sipar til, er m.a.,
at skúlarnir hava fingið alt
ov fáar tímar til taks. Eisini
skúlin í Vági hevur merkt
niðurskurðin
rættiliga
meint, so nýggi landsstýr-
ismaðurin hevur sjálvur
merkt, hvat tað vil siga at
hava ov fáar tímar.
Skulu hava 27
milliónir afturat
Annars veit forkvinnan í
Lærarafelagnum ikki rætti-
liga um hon væntar sær
nakra broyting soleiðis
beinanvegin.
– Tað er spurningurin,
hvat nýggi landsstýrismað-
urin fær gjørt til komandi
skúlaár, sigur hon.
Kortini vónar hon, at játt-
anin til at fólkaskúlin fer at
hækka, tí sum støðan er,
ber tað slett ikki til at halda
krøvini í fólkaskúlalógini.
– Tað er neyðugt, at játt-
anin hækkar, men tað er ein
spurningur um politiskan
vilja og so fáa vit at síggja,
sigur hon.
Hon sigur, at metingar
siga, at fólkaskúlin hevur
brúk fyri næstan átta milli-
ónum afturat í hesum
álmanakkaárinum, fyri at
hann so frægt sum skal
kunna aka á knøunum.
Harafturat krevst størri
játtan til undirvísing til
børn, ið hava serligan tørv,
tí tímatalið til børn við ser-
ligum tørvi er so nógv av-
markað, at tað er ein
»katastrofa«.
Lærarafelagið hevur tí
biðið Landsstýrið taka játt-
anina til fólkaskúlan upp til
nýggja viðgerð.
– Annars hevur Undirvís-
ingar- og Mentamálastýrið
júst nú gjørt eina útrokning
um játtanina til fólkaskúlan
í næsta fíggjarárið.
– Hendan útrokningin,
sum er send fíggjarmála-
stýrinum, vísir, at fyri at
kunna halda krøvini í lóg-
ini, skal játtanin til fólka-
skúlan hækka 27 milliónir
næsta fíggjarár.
Elsa Birgitta Petersen
sigur, at hetta samsvarar
rættiliga væl til tær útrokn-
ingar, sum Lærarafelagið
sjálvt hevur gjørt.
Óli Holm eigur at skilja
trupulleikan
– Nýggi landsstýrismaðurin í
skúlamálum hevur sjálvurt
merkt, hvussu tað er at ar-
beiða undir fíggjarligum
korum, sum eru alt ov trong,
so hann skuldi skilt trupul-
leikan, heldur Elsa Birgitta
Petersen, forkvinna í Føroya
Lærarafelag
Formaður og næstformaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal
og Óli Holm, nýggi landsstýrismaðurin í mentamálum
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
7
6