týsdagur 22. januar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2008
11
tíðindi
Meðan vit bíða…
Nógv fundarvirksemi er á Gamla Apoteki í hesum døgum. Hesar myndirnar vórðu tiknar mánakvøldið beint eftir, at Javnaðarflokkurin,
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin vóru blivnir samdir um at fara undir realitetssamráðingar. Tær byrjaðu í morgun klokkan 10 í
løgtingshúsinum. Ímeðan er andstøðan í bíðistøðu
Myndir: Álvur Haraldsen
Andstøðuleiðarin og formaður í Tjóðveldi, Høgni
Hoydal, skrivar sms-boð á gongini uttanfyri
flokshølið á Gamla Apoteki
Teir tríggir floksformenninir eru nú farnir undir at snikka saman eitt samgonguskjal. Men sambært teimum trimum eru fleiri
snávingarsteinar á leiðini
Mynd: Jens Kristian Vang
Heini í Skorini hevur samrøðu við formannin í Fólkaflokkinum, Jørgen
Niclasen, um sannlíkindini fyri einum samgonguskjalið millum A, B og C
Hans Pauli Strøm og Jóannes Eidesgaard í flokshølunum
hjá Javnaðarflokkinum beint eftir, at ABC-flokkarnir vórðu
samdir um at fara í holt við realitetssamráðingar
Nývalda tingkvinna Javnaðarfloksins,
Helena Dam á Neystabø, í flokshølinum
hjá Javnaðarflokkinum mánakvøldið
Øll tingmanningin hjá Tjóðveldi var savnað á Gamla Apoteki mána-
kvøldið. Frá høgru síggjast Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Sjúrður Skaale,
Torbjørn Jacobsen og Høgni Hoydal. Tey bæði fyrst nevndu er nýval
Toppskjúttin á Sambandslistanum, Magni Laksáfoss,
saman við formanninum Kaj Leo Johannesen beint
eftir, at ABC-flokkarnir vóru lidnir at samráðast
mánakvøldið
Bill Justinussen og Karsten Hansen hyggja at Degi og Viku
uttanfyri flokshøli Miðfloksins á Gamla Apoteki