Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 15 - 22. januar 2008 Samgongu­ møguleikar Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Í morgun klokkan 10 fóru ABC-flokkarnir undir real- itetssamráðingar. Sunnu- kvøldið og allan mánadagin hava flokkarnir tingast, bæði innanhýsis og síná- millum. ABC-floksfor- menninir og serliga Jørgen Niclasen vístu mánakvøldið á, at snávingarsteinar fram- vegis eru, áðrenn eitt undir- skrivað samgonguskjal kann fyriliggja, men nú verður ein roynd so gjørd millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambands- flokkin. Sigursharrar í kuldanum Roknað í framgongd og aft- urgongd vann andstøðan valið leygardagin. Tjóðveldi fekk flestar tingsessir, átta í tali, og fór 1,6 prosent fram. Hinir andstøðuflokkarnir høvdu eisini framgongd. Miðflokkurin fór 3,2 pros- ent fram og hækkaði sítt tingmannatal úr tveimum í tríggjar, og Sjálvstýris- flokkurin fór 2,6 prosent fram og fór úr einum upp í tveir tinglimir. Andstøðan hevði við øðrum orðum ein samlaðan vøkstur uppá 7,4 prosent, meðan teir tríggir samgonguflokkarnir sam- anlagt fóru 5,6 prosent aftur (munurin kemst av Tí Stutt- liga Flokkinum, sum ikki stillaði upp aftur). Men nógv bendir á, at vinnarin Høgni Hoydal endar á síðulinjuni í fýra ár afturat. Tí hóast størstu fólksligu undirtøkuna, so tykist hann ikki hava somu undirtøku í politisku skipan- ini. Síðani hann kom á ting við einum braki í 1998 við 1358 persónligum atkvøð- um og gjørdist varaløgmað- ur í nýggjari fullveldissam- gongu, hevur Høgni stabil- iserað seg um atkvøðuslúk nummar eitt seinastu tíggju árini. Á løgtingsvalinum í 2002 fekk hann 1351 atkvøður, í 2004 fekk hann 1421 atkvøður, og leygar- dagin hálaði hann 1261 atkvøður í land. Men kongurin hevur einki kongaríki átt síðani 2004, og nógv bendir á, at Tjóðveldi endar aftur á síðulinjuni komandi fýra árini, meðan tann breiða ABC-samgongan heldur fram at stjórna Føroyum. ABC undir realitetssamráðingar Í morgun klokkan 10 fóru ABC-flokkarnir so undir realitetssamráðingar. Á Gamla Apoteki í gjárkvøld- ið søgdu allir tríggir for- menninir seg hava góðar vónir fyri einum framhald- andi samstarvi, men sam- stundis vísa serliga Jørgen Niclasen og Kaj Leo Johannesen á, at fleiri sná- vingarsteinar eru á leiðini fram ímóti einum undir- skrivaðum samgonguskjali. Fólkafloksformaðurin nevndi m.a. fiskivinnupol- itikkin, ríkisrættarliga spurningin og ES sum tey stórmál, sum flokkarnir mugu fáa eina semju um, og hetta verður nú stóra avbjóðingin hjá Jóannesi Eidesgaard at fáa avtalur í lag um. Um 16 tíðina í gjár segði Jóannes Eidesgaard úti í Tinganesi, at viðurskiftini millum Føroyar og Dan- mark høvdu fylt rættiliga fittan part av tí, sum flokk- arnir higartil hava tosað saman um, meðan sam- bandsformaðurin Kaj Leo Johannesen nevndi støðu Føroya yvir fyri ES sum eitt av høvuðsmálunum. Við hesum útsagnum hava vit eina hóming av, hvørji mál vera á dags- skránni komandi dagarnar í fundarhølunum á Gamla Apoteki, í Tinganesi og í løgtinginum, har samráðing- arnar hava verið í dag. Handan leiktjøldini Hetta er tann parturin av gongdini, sum fjølmiðlarnir fáa innlit í. Stóri spurning- urin er so, hvat hendir handan leiktjøldini. Ónevndar keldur søgdu í gjárkvøldið, at ABC-sam- gongan als ikki er so nær eini semju, sum løgmaður í fjølmiðlunum vil vera við, og at talan í ein mun er um »spæl fyri gallarínum«. Í øllum førum vita vit, at ABC-samráðingarnar bert er ein partur av tí, sum fer fram á Gamla Apoteki og umvegis fartelefonirnar í hesum døgum, og Tjóðveldi hevur sjálvsagt verið í sam- band við hinar flokkarnar við tilboðum, sum kunnu seta kílar í ABC-samstarv- ið. Men tað einasta, vit fjøl- miðlafólk í løtuni hava at fyrihalda okkum til, er, at ABC-flokkarnir í morgun klokkan 10 fóru í gongd við realitetssamráðingar í løgtingshúsinum. Og tí er framvegis mest sannlíkt, at Javnaðarflokkurin, Fólka- flokkurin og Sambands- flokkurin halda fram í sam- gongu komandi fýra árini. Kongurin uttan kongaríki Andstøðan hevði greiða framgongd leygardagin, og Tjóðveldi gjørdist Føroya størsti flokkur. Men stóri spurningurin er, um Høgni Hoydal aftur verður ein kongur uttan kongaríki komandi fýra árini. Í morgun kl. 10 byrjaðu realitetssamráðingar millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin Høgni Hoydal í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Síðani hann kom á ting við einum braki á løgtingsvalinum fyri tíggju árum síðani við 1358 persónligum atkvøðum, so hevur hann stabiliserað seg sum atkvøðuslúkur nummar eitt í føroyskum politikki. Men eftir seks árum sum varaløgmaður í fullveldissamgongu hevur hann síðani 2004 verið úti í kuldanum. Og tá ABC- flokkarnir í morgun kl. 10 fóru undir realitetssamráðingar, bendir nógv á, at Høgni og kompaní eru dømd til eitt pláss á síðulinjuni fýra ár afturat Mynd: Jens Kristian Vang